hósdagur 16. juli 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. JULI 2020
SOSIALURIN 56
22
PÆTUR ALBINUS
H
on hevur verið víða
um sum fulltíðar
flogbóltsleikari, og
hon hevur eisini
spælt 15 dystir fyri landsliðið hjá
Hvítarusslandi, men í Føroyum
og Mjølni hevur 30 ára gamla
Alinka Adamenya funnið eina
avbjóðing, sum passaði júst
henni.
- Eg vildi gjarna hava eina
persónliga avbjóðing, og ikki
bara eina avbjóðing sum spælari,
sigur Alinka, sum er leikandi
venjari hjá Mjølni.
- Tað mennir meg, at eg nú
má hugsa meira. Í venjingunum
verði eg noydd at síggja eina
heildarmynd, har eg ikki longur
bara kann hugsavna meg um
bóltin, men um allar leikararnar
á liðnum. Eg kann ikki longur
bara hugsa um hvussu mín
kroppur hevur tað, men hvussu
allar í hópinum hava tað, greiðir
Alinka frá.
Hon sigur, at tað eisini er ein
nýggj avbjóðing fyri hana at
fyrireika seg og aðrar til dystir.
- Eg lesi í eygununum á teim
um, um tær fyrireika seg til
venjing og dystir, og um eg ikki
eri nøgd við tað, sum eg síggi,
so lati eg tær fáa tað at vita
við orðum, venjingum ella við
onkrum eyka arbeiði, so tær
skilja tað, sigur Alinka.
- Um eg hyggi at mær sjálvari
við eygunum hjá einum spælara,
so hevði eg hatað meg sjálva sum
venjara, flennur Alinka.
- Eg havi ofta rópt nógv og
havt harðar venjingar, har eg
ikki havi verið serliga smílandi
og strang, grundgevur hon.
Men hon heldur ikki, at tað er
so galið hóast alt.
- Eg veit, at genturnar dáma
meg. Tað føli eg. So okkurt má
eg gera rætt, sigur Alinka.
Men er tað ikki trupult at fáa
virðing sum ein ungur venjari,
sum eisini kennir leikararnar
privat?
- Nei, als ikki, sigur Alinka.
- Eg eri venjari, og tær gera
sum eg sigi. Eg eri týpan, sum
altíð royni at læra frá mær -
eisini um eg bara eri spælari á
liðnum. Vit gera mistøk bæði
sum venjarar og leikarar, men
vit stuðla hvørjari aðrari. Eg læri
jú eisini nógv av teimum, sigur
Alinka.
Uppvøksturin
Alinka Adamenya er fødd og
uppvaksin í hvítarussiska
høvuðsstaðnum, Minsk, saman
við foreldrunum, Aleksandr og
Tamara, og tí trý ár eldri systrini,
Tatyana.
Hon fór fyrstu ferð til flogbólt
tá ið hon var átta ára gomul,
men hon bleiv ikki bitin av tí í
fyrstu syftu. Hon var á ymiskum
summarlegum, har tey spældu
flogbólt, og soleiðis kom tað so
líðandi hjá Alinku, sum byrjaði
at spæla skipaðan flogbólt tá ið
hon var 13 ára gomul.
Hon spældi við lokala felag
num, sum beint fram eitur
Minsk, men tá ið hon var 20 ára
gomul, fekk hon sítt fyrsta til
boð aðrastaðni frá.
- Hetta var í oktobur í 2010,
minnist eg, greiðir Alinka frá um
tilboðið frá felagnum Neman-
Grodno.
- Eg tók eina skjóta avgerð og
segði ja takk, sigur Alinka.
- Men í grundini var eg als
ikki í góðum formi. Vit høvdu
havt eina langa feriu á liðnum
hjá mær, og eg føldi tað eisini á
mær á nýggja liðnum, at eg var
verri fyri enn allar hinar, sigur
Alinka.
Hon fekk tó tíð at koma seg.
- Venjarin vildi veruliga hava
meg og trúði upp á meg. Tað eri
eg sera glað fyri í dag, sigur hon.
Uttanlands
Tá ið Alinka var 25 ára gomul
gekk leiðin á fyrsta sinni uttan
lands at spæla flogbólt. Nærri
nágreiniliga til Finnlands, har
hon fór at spæla við liðnum
Oriveden Ponnistus (OrPo).
- Mær dámar væl Finnland og
tað finska fólkið, sigur Alinka.
- Tey eru so vinarlig, hjálpsom
og disiplinerað, heldur hon.
Í Finnlandi byrjaði hon av
álvara at styrkivenja og byggja
sín kropp upp, men eisini á per
sónliga økinum menti hon seg
nógv hesa tíðina.
- Hetta var fyrstuferð, at eg
búði uttanlands, so eg slapp av
álvara at royna meg á enskum.
Eg lærdi meg somikið væl enskt,
at eg í dag kann samskifta á
enskum nærum uttan trupul
leikar, sigur Alinka.
Fyrsta árið í Finnlandi vann
hon bronsu í landskappingini
saman við OrPo, men árið eftir
saman við liðnum Pieksämäki
Volley gekst ikki eins væl. Felag
ið kom í fíggjarligt óføri.
- Hóast eingir pengar vóru, so
var hetta eisini eitt ógloymandi
ár, sigur Alinka.
- Saman við ukrainsku Olya
og liðleiðaranum Otto ferðaðist
eg landið upp og niður. Finnland
opnaði seg upp á ein heilt
nýggjan máta fyri mær. Eg slapp
at uppliva finsku skógirnar á
hestabaki, skoyta, svimja í køldu
vøtnunum við finskari sauna
aftaná, heinta ber, spæla hokki
og annað gott, minnist Alinka
aftur á.
Triða árið á uttanlandsævin
týrinum gekk leiðin til felagið
Jászberényi Röplabda Klub í
Ungarn.
- Eg búði saman við Yanu frá
Russlandi. Vit stuðlaðu hvørjari
aðrari, ferðaðust og høvdu tað
stuttligt. Hetta var eitt gott lið
og ítróttaliga ein góð uppliving,
sigur Alinka, sum minnist hetta
árið sum bókstaviliga litríkt.
- Eg kann ikki forklára
hvussu vakrar blómurnar,
trøini og garðarnir vóru har.
Tað var bara so litríkt, at tað
næstan kendist sum at búgva
í einum botaniskum hava, sigur
Alinka.
Føroyar
Eftir trý ár í útlondum fór Alinka
heimaftur til Hvítarusslands at
spæla flogbólt, og hon hevði nú
spælt seg upp á eitt so høgt støði,
at hon í fjør spældi 15 dystir fyri
landsliðið hjá Hvítarusslandi,
sum hon vann bronsu saman
við í Golden European League.
Júst sum hon leikliga var
uppi á tindunum, so kom eitt
tilboð úr Føroyum. Hetta var úr
Hon er á hvítarussiska landsliðnum og hevði nógv góð tilboð, men
Alinka Adamenya valdi Føroyar og Mjølnir, har hon er leikandi
venjari. - Eg vildi gjarna hava eina persónliga avbjóðing, og ikki
bara eina avbjóðing sum spælari, sigur Alinka, sum dámar væl í
Føroyum. - Hetta er sum ein lítil heimur í stóra heiminum, heldur hon
Úr Hvítarusslandi til Føroyar:
ALINKA YNSKTI
ALINKA YNSKTI
EINA ØÐRVÍSI
EINA ØÐRVÍSI
AVBJÓÐING
AVBJÓÐING
Alinka saman við liðfeløgum í Føroyum