týsdagur 21. juli 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
10
Ólavsøkan 2020
SUM AT BYGGJA EIN
FALLSKÝGGJA, MEÐAN
TÚ DETTUR
Kabarettleikararnir sleppa í ár at taka sær av løttum á ólavsøku, tí koronutilmælini hava havt við sær, at
ólavsøkukabarettin verður í ár bandað undan ólavsøku og síðani send í sjónvarpinum.
Tað hevur verið ein avbjóðing at fáa nýggja konseptið at hanga saman, men við dugnaligum
leikarum og starvsfólki í Kringvarpinum er hetta eydnast, sigur Andrias Høgenni, leikstjóri
Steinar Patursson
V
enjingarnar til ólavsøku
kabarettina koyra í fullari
ferð, tá vit koma framvið at
vitja í sjónleikarahúsinum.
Og talan verður um eian øðrvísi
kabarett í ár. Koronutilmælini loyva
ikki kabarett fyri fullum sali, og tí
hava fyrireikararnir skipað fyri, at
kabarettin verður sýnd fyri 40 áskoð
arum undan ólavsøku, har Kring
varpið eisini er til staðar og filmar
kabarettina, soleiðis at hon kann
sendast í sjónvarpinum á ólavsøku.
Kend manning
Yvirhøvur er manningin í kabar
ettini tann sama sum í fjør. Elias
Magnussen er komin aftrat leikara
toyminum, og Franklin Symphor
Henriksen hevur tikið við sum fram
leiðslustjóri.
Og nú støðan við koronu er, sum
hon er, er tað ein fyrimunur, at hend
an manningin stóð fyri kabarettini í
fjør, heldur Andrias Høgenni, leik
stjóri.
– Í fjør var fyrstu ferð, at vit
skuldu spæla sjónleik saman, og
tað var fyrstu ferð, at eg skuldi leik
stjórna sjónleik. Tað er ein heilt onn
ur prosess, enn tað at gera film. Hóast
vit vóru øgiliga nøgd við úrslitið, so
vóru nakrar barnasjúkur, sum vit nú
hava fingið burtur.
– Tað, at vit arbeiddu saman í fjør,
hevur gjørt tað, at vit yvirhøvur klára
at yvirskoða at gera eina kabarett
undir hesum serligu umstøðunum.
Tað hevur heldur ikki verið bara
sum at siga tað at snikka til nýtt kon
sept til kabarettina.
– Tað følist at sindur sum at vera
lopin úr einum flogfari fyri síðani at
skula byggja ein fallskýggja, meðan
vit detta móti jørðini. So tað hevur
verið fantastiskt at fingið Franklin og
onnur dugnalig fólk aftrat. Tað ger
tað, at mann følir seg tryggan, hóast
mann er í einari melduródn av stress.
Nýggjan framleiðslustjóra
Franklin Symphor Henriksen er í ár
komin aftrat sum framleiðslustjóri.
Fraklin Henriksen, sum er skjótt-út
búgvin filmsfotografur, hevur roynd
ir innan films-, sjónvarps- og teater
framleiðslu, og tær royndirnar koma
væl við, nú ein nýggjur leistur skal
leggjast fyri kabarettina í ár.
Ein stórur partur av áskoðara
skarðanum er skiftur út við mynda
tól, og nógv fyrireiking skal til, fyri
at teir áskoðarar, sum hóast alt sleppa
inn í salin, fáa eitt gott upplivilsi,
samstundis sum tøknin hjá Kring
varpinum eisini fær pláss til sítt.
Franklin Henriksen ivast kortini
ikki í, at kabarettin fer at eydnast
væl. Kringvarpsfólkini eru dugna
lig, umframt at talan er um vandar
sjónleikarar, sigur Franklin Henrik
sen, sum væntar, at framførslur og
upptøkur fara at ganga væl, hóast tað
hevur verið ein avbjóðing at fáa alt
at hanga saman.
Árið hevur verið
meira enn korona
Um tað er nakað, ið hevur sett dám
á samfelagið síðan seinastu kabarett,
er tað sjálvsagt korona, og av tí
sama kunnu áskoðararnir sjálvandi
vænta sær onkra koronusketch, sigur
Andrias Høgenni.
Farna árið hevur tó havt meira
enn koronu at bjóða uppá, og ríkiligt
er av tilfari at taka av.
– Vit hava tikið tilfar úr øllum
árinum. So skjótt, tú hyggur longur
aftur enn at fólk hava sitið heima, og
barnagarðar og annað var stongt, so
er rættiliga nógv hent, sigur Andrias
Høgenni og nevnir nýtt løgting og
landsstýri.
Tað er eisini týdningarmikið at
taka tilfar úr øllum árinum, tí satiran
hevur til endamáls at útstilla teir
absurditetirnar, ið eru í samfelagnum,
og at geva eina felags endurloysn fyri
farna árið, heldur Andrias Høgenni.
– Ein kabarett kann verða ein
formur fyri bólkaterapi, har vit
saman royna at taka saman um árið,
sum er farið. Onkuntíð er tað gott at
kunna seta punktum til árið við látri
og einum priki, so upp á tann mát
an vóni eg, at kabarettin kann verða
validerandi.
Leikarar halda frí
Kabarettin verður sýnd og filmað
21. juli, og síðan verður hon víst í
sjónvarpinum á ólavsøkuni sjálvari.
Hetta merkir samstundis eisini, at øll
fólkini handan kabarettina fyri eina
ferð skyld eru leys av kabarettini á
ólavsøku.
– Tað verður løgið, men tað
verður spennandi. Tað merkir, at
vit sleppa at njóta ólavsøkuna, sigur
Andrias Høgenni, sum sjálvur kortini
er noyddur at fara til Danmarkar
undan ólavsøkuni í sambandi við
eina filmsverkætlan.
– Tað er vanligt á ólavsøku, at
tey, sum eru við í kabarettini, sleppa
ikki at ballast ígjøgnum, tí tey eru
so stressað. Í ár sleppa vit at njóta
ólavsøkuna, sigur Andrias Høgenni,
leikstjóri.
Tað følist at
sindur sum at
vera lopin úr
einum flogfari
fyri síðani at
skula byggja
ein fallskýggja,
meðan vit detta
móti jørðini
Ein kabarett
kann verða
ein formur fyri
bólkaterapi, har
vit saman royna
at taka saman
um árið, sum er
farið