Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 18 Ólavsøkan 2020 TVØRÁKVINNA AV ARGJUM SETIR ÓLAVSØKUNA Í ÁR Sjálvt um korona leggur fótonglar fyri ólavsøkuna, so verður bæði skrúðgonga og setan í miðbýnum Árni Gregersen B æði ólvasøkuaftan og ólavsøkudag er Vaglið í Havn miðdepil fyri nógv fólk. Har er sjálv setanin av ólavsøkuni ólav­søkuaftan, hátíðarhaldið í sambandi við skrúðgonguna og felagssangurin ólavsøkukvøld á midnátt. Í ár forða almennu tilmælini fyri einum stór­um parti av hesum, men kortini verður ein skrúð­gonga ólavsøkuaftan og ólavsøkan verður sett her seinnapartin ólvasøkuaftan. Tað verður 51-ára gamla Doris Rasmussen av Argjum, sum í ár fer at seta ólavsøkuna. - Eg taki tað sum ein stóran heiður, at eg eri biðin um at seta ólavsøkuna í ár, sigur kvinnan, sum so at siga uttan íhald hevur sitið í nevndini fyri AB líka til í ár. Tosar um broytingarnar Onki er at ivast í, at ólavsøkan í ár fer at víkja frá teimum meira siðbundnu ólavsøkum, sum vit higartil hava upplivað. Korona-farsóttin og almennu tilmælini í hes­um sambandi gera, at fyrireikararnir av ólav­søkuni hava verið noyddir at finna nýggjar loysn­ir uppá, hvussu vit kunnu halda okkara tjóð­arhátíð. Serliga eru tað tilmælini um frástøðu mill­ um fólk uppá minst ein metur, sum eru torfør at halda – kanska serliga í skýmingini og út á nátt­ina, ta ið lagið er vorðið gott. - Koroma kemur sjálvandi at fylla ein part av tí, sum eg fari at siga, sigur Doris Rasmussen. - Síðani landið í mars var sett niður í ferð hev­ur hetta uppá mangar mátar verið eitt annað land at búgva í. Kanska serliga hjá okk­ um, sum fáast við ítrótt og felagsarbeiðið har, hava vit merkt avleiðingarnar av farsóttini. Onki er sum tað var, sigur hon. Men Doris Rasmussen ætlar sær ikki bert at viðgera tað, sum er farið. Hon fer eisini at lýta frameftir og tosa eitt sindur um tað, sum liggur fyri framman. - Tí eg vænti ikki hetta verður ein tíð, sum fer at halda á. Eg vóni og vænti at vit fara at fáa ein meira vanligan gerandisdag aftur, so vit fáa alt virksemi í gongd aftur – bæði tá ið tað snýr seg um ítróttt og virksemi sum heild í sam­felagnum, sigur hon. Skrúðgongan Vanligt er, at áðrenn sjálva setanina í miðbýnum, so gongur ein skrúðgonga av ítróttar- og reið­ fólki úr kommunuskílagarðinum og oman á Ting­húsvøllin.