týsdagur 21. juli 2020síða 19
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
19
Ólavsøkan 2020
Vanligt er, at vøllurin er fullsettur við ítrótt
arfólki og rossum, men soleiðis verður tað ikki
heilt í ár.
Skrúðgongan verður, men hvørt ítróttarfelag
sleppur bert at senda fýra umboð við í skrúð
gonguni. Býráðslimirnir eru tó allir við í ár –
hetta árið, tá ið eisini kommunuval er.
Undanfarin ár hava feløgini hvørt ár roynt
at fáa so nógvar limir sum møguligt við í skrúð
gonguna, so tað skal fylla sum mest í býnum,
tá ið fyrsta hátiðsløtan er á ársins ólavsøku.
Havnar hornorkestur skipar fyri tónleikinum
og leggur upp til endaliga FM-róðurin, sum er
eftir at ólavsøkan er sett.
Vaksin upp við felagsskapi
Kvinnan, sum í ár hevur fingið uppgávuna at
seta ólavsøkuna, er von at fáast við ung ítrótt
arfólk.
Hon er uppvaksin á Tvøroyri og var hvønn
sunnudag, TB hevði heimadyst á Sevmýru, við
pápa sínum til dyst.
- At uppliva hesar dagarnar, hevur sjálvandi
sett seg dpúpt og tað er helst ein av orsøkunum
til, at eg havi verið partur av ungdómsarbeiðn
um í Argja Bóltfelag, síðani eg kom higar, sigur
Doris Rasmussen.
Hon hevur sitið í AB-nevndini frá 2007 til í
ár – eitt ár undantikið.
- Tá royndi eg at sleppa mær burtur úr,
men skuldi kortini taka mær av pengunum hjá
felagnum. So tá ið eg kortini bleiv so stórur
partur av leiðsluni í felagnum, sum ein pen
ingarøkil er, so helt eg, at eg eins væl kundi
sita í nevndini, sigur hon.
Hon fór úr sjálvari nevndini hjá AB fyrr í ár.
Tá ið hon verður spurd um, hvat krevur
mest, tá ið ein situr í nevndini fyri einum ítrótt
arfelag, kemur svarið sum skot úr byrsumúla:
- Pengar og fíggjarstýringin. Tað fer við ein
um ómetaliga stórum parti av tíðini. Felagið
hevur alla tíðina brúk fyri fleiri pengum og tá
ið tú situr á kassanum, so er ein partur at fylla
í kassan, so nakað er at gera gott við, sigur
Doris Rasmussen.
So sjálvt um hon ikki í løtuni situr í nevndini
á Argjum, so brennir hon framvegis fyri felagn
um, men nú er so kortini tíð til ymiskt annað.
Hon er gift og eigur tvey vaksin børn.
Og ólavsøkan skal haldast.
- Øll gleða seg til ólavsøkuna og tað geri
eg eisini. Eg veit væl at hendan er eitt sindur
øðrvísi, men tað er hon eisini fyri meg, tá ið eg
nú skal seta ólavsøkuna, sigur hon.
- Ja, tað verður gjørt í føroyskum klæðum,
men hesaferð verða teyy gjørd klár í góðari
tíð. Føroysku kklæðini skulu ikki seinka mær
til setanina, sigur Doris Rasmussen við einum
stórum smíli.
- Øll gleða seg til
ólavsøkuna og tað
geri eg eisini. Eg veit
væl at hendan er eitt
sindur øðrvísi, men
tað er hon eisini fyri
meg