Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-21, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2020síða 26

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 26 Ólavsøkan 2020 Tað eru ikki meira enn75 ár síðani, at andlitsmaskur vóru í so at siga hvørjum húsi í Føroyum. Tær vóru tó ikki til at verja seg móti korona, men móti vandamiklum eitur­gassi, sum var brúkt undir seinna heims­bardaga. Gassmaskurnar og søgan um seinna heimsbardaga – serliga hvussu hann rakti Havnina – kann í hesum døg­um og á ólavsøku upplivast á Býar­savninum á Frúutrøð í Havn. Býarsavnið hevur fingið innivist til fram­sýningar í gamla musikskúlanum og har eru góðar umstøður at vísa ymiskt fram. -Ætlanin var, at hendan fram­sýn­ ingin skuldi standa uppi 16.mei, tá ið hersetingin av Føroyum formliga endaði, men koronakreppan forðiaði okkum í tí, sigur Margreta Nónklett, sum er leiðari á Býarsavninum. -Men nú hava vit so fingið fram­ sýninga upp og eg haldi at hon væl lýsir ein part av krígnum, sum tað varð upplivað í Havn, sigur hon. Leingi ávegis Tað hevur leingi ligið í kortunum, at Havnin skal hava eitt býarsavn. Søgan um tað byrjar í áttati- árunum og við jøvnum millumbilum er býarsavnið raðfest høgt, men tað er ikki av álvara fyrr enn fyri eini tveim­um árum síðani, at býráðið hevur skipað hettar í álvara. Nógvir lutir eru frammanundan savn­aðir, men onki framsýningarhøli hevur verið og sjálvdan er nakað sett av til at fáa savnið at virka. -Men henddan samgongan setti sær fyri at fáa eitt savn. Nú er so bæði framsýningarhøli og ein trygg goymsla fingin til vega. -Savnið hevur nógvar lutir, sum vit nú arbeiða við at skráseta. Hetta tekur nógva orku og tíð, men vit eru komin væl ávegis, sigur Margreta Nónklett. Birgar Johannesen í Havn hevði eitt privat býarsavn, sum hann fyri nøkrum árum síðani lat Tórshavnar kom­munu. Í tí savninum eru eini 1000 lutir, sum nú verður arbeitt við at skráseta. Hendan framsýningin var eitt skifti á gamla Tórs Cafeteria, men har var ikki møguligt at leingja leigu­sátt­ málan. Framsýningin sum nú stendur uppi, vísir lutir fra tíðini frá 1940 til 1945, tá ið bretskir hermenn vóru í Før­oy­um. Tá ið teir vóru flestir, vóru teir um 1000 í Havn og nógvar av barakk­un­ um vóru á Frúutrøð – ella Ladies Field – sum bretar kallaðu tað. Júst har stóðu 31 barakkir, sum hermenn á Skansa­num í Havn og onnur hildu til í. Framsýningin um krígsárini er opin um alla ólavsøkuna. BÝARSAVNIÐ Í HAVN BJÓÐAR INN TIL SEINNA HEIMSBARDAGA Almenningurin fær høvi at koma inn á Frúutrøð, har framsýning er um seinna heimsbardaga og hvussu tað sá út í Havn tá