Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-21, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2020síða 27

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 27 Ólavsøkan 2020 Um dagstovnin við Stórheygg Dagstovnurin við Stórheygg er ein kommunalur dag stovnur, ið lat upp 1. mai 2005. Dagstovnurin er opin frá kl. 7.00 til kl. 17.00. Pláss eru fyri 58 børnum í aldrinum 0-10 ár og í løtuni eru 45 børn og 11 starvsfólk knýtt at dagstovninum við Stórheygg. Stovnurin er skipaður í vøggustovu, barnagarðsstovu og einari stovu til frítíðarskúlabørini í 1., 2. og 3. flokki. Uttanumøkið hevur fjølbroyttar møguleikar, og stovnurin liggur væl fyri, beint við haga, á, fjøru, skúla, bygdarhúsið og við góðum ferðasambandi. Á stovninum verður dentur lagdur á viður- kennandi námsfrøði, ymiskleika, tryggleika og nærveru. Førleikakrøv Leiðarin skal hava námsfrøðiliga útbúgvin. Umsøkjarar við leiðsluroyndum og viðkomandi eftirútbúgving kunnu hava ein fyrimun. Vit ynskja, at tú hevur: · hug og hegni at leiða, dugir at samstarva og ert fyrikomandi · virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfólki · hug og áræði at skapa, mynda og seta dám á virksemið á stovninum · førleikar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi · breiða vitan og góðan førleika at orða teg munnliga og skrivliga · evni at arbeiða tvørfakligt · ein virknan lut í samstarvinum við hinar dagstovnaleiðararnar í kommununi · góðan telduførleika · royndir innan fíggjarstýring Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til fíggjar- og fyrsitingarleiðaran í Sunda kommunu á 297205 ella joannes@sunda.fo Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 7. august 2020. Umsókninr skulu sendast til: sunda@sunda.fo ella við posti til: Sunda kommunu Oyrarbakkavegur 3 FO-400 Oyrarbakki Merkið umsóknina „Dagstovnurin við Stórheygg“ Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið leyst av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið. Dagstovnurin við Stórheygg í Hósvík er ein av trimum dagstovnum í Sunda kommunu. Dagstovna leiðarnir í økinum, tvs. í Hósvík, á Oyrarbakka og í Hvalvík, hava eitt gott og tætt samstarv á økinum í samráð við kommununa. Leiðari til dagstovnin við Stórheygg í Hósvík Sunda kommuna søkir eftir leiðara til dagstovnin við Stórheygg at byrja skjótast gjørligt. Talan er um fulltíðarstarv sum dagstovnaleiðari og aktivur partur av gerðandisdegnum.