Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-21, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2020síða 28

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 28 Ólavsøkan 2020 SOLEIÐIS KANST TÚ MINKA UM SMITTUVANDAN Á ÓLAVSØKU Tað eru fleiri ting, sum tú sum einkultpersónur kanst gera fyri at minka um smittuvandan við Covid-19 á ólavsøku. Pál Weihe, sum er yvirlækni og partur av Koronaráðgevingini, gevur her nøkur góð ráð um, hvussu mann best møguligt verjir seg sjálvan og onnur á tjóðarhátíð okkara 9. BARRIR VIÐ FRÁSTØÐU Ein barr sum er væl skipað, har fólk sita við hóskandi frástøðu, har er eingin trupulleiki. Men um tað fer at regna, og fólk streyma inn á barrirnar, so kann tað vera trupult. Tað kann eisini vera trupult, tá fólk hava fingið upp í høvdið, og mann gloymir tilmælini um frástøðu. Mann eigur at passa væl uppá. Um vit sum áður nevnt kunnu halda ólavsøkuna úti, so er tað upplagt 8. TAK IKKI Í HOND Mann má virða tey almennu ráðini, at mann ikki tekur í hondina á fólki, men finnur ein alternativan máta at heilsa uppá. Um mann ikki dámar heilsanina við alboganum, so kann mann gera eitt høviskt japanskt nikk. Tað slær ikki falskar myndir. Tess fleiri fólk, mann tekur í hondina, tess størri verður vandin fyri smittuketu 7. HALDIÐ TYKKUM ÚTI Um tað viðrar, verið so heldur úti enn inni 6. STATT IKKI OV NÆR Hygg at kappróðri og ítróttarkappingum, men minnist til ikki at standa ov nær, serliga ikki nær teimum, sum rópa 5. DREKK IKKI AV SAMA GLASI Drekk ikki av felags-glasi ella beint av fløskuni – hav kanska títt egna glas við tær. Í sovorðnum tíðum sum nú, so kann tað jú vera við til at økja um vandan fyri smittupjaðing 4. GAKK EIN TÚR Gakk oman og niðan eftir Áarvegnum og heilsa kenningum við frástøðu 3. VIRÐA TEY SUM VIRÐA TILMÆLINI Vitja átøk, framsýningar og konsertir, har vertirnir virða mest loyvda tal av fólki, sum kunnu vera saman í senn, og har tað ber til at halda frástøðu 2. FYLG VIÐ Í MIÐLUNUM Fylg við í sjónvarpi ella á netinum, tá ólavsøkan verður sett ella upptøkum frá Ólavsøkukabarettini v.m. 1. SAVNAST Í MINNI BÓLKUM Skipa fyri samkomum, veitslum og vertskapi í minni bólkum – heima í tykkara grannalagi ella heima hjá tykkum privat. Í bólkum uppá ikki meira enn 100 fólk við hóskandi frástøðu Pætur Hjalmar Evensson