týsdagur 21. juli 2020síða 29
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
29
Ólavsøkan 2020
TAÐ BER SAKTANS
TIL AT HAVA EINA
GÓÐA ÓLAVSØKU
– Vit fara at seta enn meira prís uppá næstu ólavsøku, tí vit fara at minnast,
hvussu øðrvísi ólavsøkan 2020 var, sigur Pál Weihe, yvirlækni
Pætur Hjalmar Evensson
– Á ólavsøku er tann stóri møguleikin
fyri, at korona skal breiða seg aftur.
Tí mugu vit øll hvør í sínum lagi
taka nøkur serlig atlit, sigur Pál
Weihe, sum vónar, at vit ikki fara at
síggja eitt nýtt korona-útbrot aftaná
ólavsøkuna.
Men hóast vandin er til staðar,
so merkir tað ikki, at vit ikki kunnu
fáa eina góða ólavsøku. Boðskapurin
hjá Pál Weihe er, at tað væl ber til at
skipa fyri einari festligheit, sjálvt um
korona ger um seg.
– Eg meini saktans, at mann
kann gera ein hugna, sum er í minni
bólkum enn fleiri túsund. Tað er ikki
neyðugt, at øll skulu standa í einum
stórum klumpi á Vaglinum, sigur Pál
Weihe.
Men koronastøðan hevur við sær,
at vit ikki kunnu fara til øll tey somu
tiltøkini, sum vit plaga at fara til á
ólavsøku.
– Tað ber ikki til at samlast í
einum stórum massa á midnátt til
midnáttarsang, uttan at mann tekur
eina stóra risiko. Men fyri tað kann
mann gott fara ein túr í býin og
ganga ein túr eftir Vallaratúni. Tað
ber jú væl til at ganga oman og niðan
og heilsa uppá fólk uttan at standa
saman í einum stórum klumpi, sigur
Pál Weihe.
Mugu ansa eftir
"supersmittarum"
Frá læknafakliga sjónarhorninum
hjá Pál Weihe, so er vandin fyri
smittuspjaðing stórur á ólavsøku. Tí
um ein sokallaður "supersmittari" -
altso ein persónr, sum smittar illa -
er millum allar ólavsøkugestirnar, so
kann smittan breiða seg skjótt.
– Trupulleikin er, at nógv fólk
koma til Havnar í senn á ólavsøku,
og ein partur kemur úr Danmark. Tá
øll hesi savnast í stórum bólkum til
eitt nú midnáttarsang ella setanina,
risikera vit, at onkur av teimum,
sum eru komin uttanlands frá, og
sum ikki er fangaður við markið, er
ein av teimum, sum kann smitta illa,
fortelur Pál Weihe.
– Líknandi hava vit sæð
ymsastaðni fyrr, eitt nú í Eysturríki.
Og vit síggja eisini á okkara tølum
í Føroyum, at tað eru nøkur, sum
smitta meira enn onnur, sigur hann
og vísir á týdningin við ikki at
savnast í stórum bólkum.
– Um vit fáa ein sovorðnan til
Føroya, so er tað týdningarmikið,
at vit ikki savnast saman í stórum
bólkum, soleiðis at eitt stórt tal av
fólkum verður smittað. Um tað bara
verða nøkur fá, sum verða smittað,
so kunnu vit gott liva við tí, tí so gera
vit smittusporan og isolera fólk, sigur
Pál Weihe.
Sangur og smærri bólkar
Hann vísir á, hví tað er skilagott ikki
at hava midnáttarsang í ár.
– Tá mann syngur, andar mann
harðliga út, og tað er órealistiskt
at fyristilla sær, at mann heldur
tveir metrar frástøðu á Vaglinum til
midnáttarsangin, sigur Pál Weihe.
Víðari greiðir hann frá tilmælinum
um at veitslast í smærri bólkum
heldur enn í stórum mannamongdum
sum vanligt.
– Tað snýr seg um at gera
minni bólkar, sum veitslast fyri
seg. Tað kann vera grannaløg, sum
kommunan hevur lagt upp til, ella
kunnu familjur skipa fyri onkrum
saman. Á hendan hátt verða teir
ymsu veitslubólkarnir spjaddir runt
um í býnum. Tað snýr seg bara um at
vera kreativur, sigur Pál Weihe.
– Fyri tað merkir tað ikki, at mann
ikki skal kunna ganga sær ein túr
oman og niðan og vitja ymisk støð,
sum mann ger á ólavsøku, sigur
hann.
Ein løgin og øðrvísi tíð
Eingin ivi er um, at 2020 hevur verið
eitt løgið ár, sum vit nokk øll koma
at minnast afturá onkursvegna.
Koronastøðan kemur at seta síni spor,
og Pál Weihe roknar við, at vit eisini
fara at minnast ólavsøkuna í ár sum
eina øðrvísi ólavsøku.
– Vit fara at seta enn meira prís
uppá næstu ólavsøku, tí vit fara at
minnast, hvussu øðrvísi ólavsøkan
2020 var. Vit fara at hugsa, at hetta
var ein ólavsøka, sum vit helst ikki
vilja hava aftur, sigur Pál Weihe, sum
samstundis roknar við, at hendan
tíðin hevur lært summi at virðismeta
lívið.
– Hetta várið hevur verið positivt
fyri summi, sum hava uppdagað, at
tað finst eitt lív uttan at skula skunda
sær allatíð. Nú fingu tey knappliga
á grækarismessu, tá korona kom
til Føroya, rættin til at vera heima
við hús og hyggja út í tann tóma
heim og leggja merki til, at tey eru
til og hugsa um sítt lív. Summi av
hesum hava hildið, at tað hevur
verið gott at sleppa burtur úr hesum
dagliga resinum. Koronastøðan
hevur ivaleyst verið við til okkurt
tankavekjandi, har mann hevur
viðurkent, at tað ber til at liva lívið
øðrvísi og kanska vera meira heima
og eitt nú arbeiða heimanífra. Eg
kann saktans ímynda mær, at hetta
várið hevur givið summum fólki eina
nýggja sjón upp á tilveruna, sigur Pál
Weihe.
– Tað kann vera, at hetta hevur
mint fólk á, at tey ikki skulu liva
ævugt, men at lívið hevur eina byrjan
og ein enda, og at tað her snýr seg um
at leggja lívið at árunum og ikki bara
hugsa um talið av árum, men eisini
lívsgóðskuna, sigur hann.