Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. desember 2004síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 246 - 23. desember 2004 19 bundnaturriklæði tíðindaskriv frá Føroyskum heimavirki Í fororðinum til 1. útgávu, ið kom út í 5.000 eintøkum í 1983 og nú er uppseld, stendur m.a.: »Umframt mynstrini hjá Elsu eru til hesa bókina fingin til vega gomul bundnaturriklæðir úr øllum Føroyum. Eftir hesum eru mynstur gjørd, og dugandi kvinnur hava teknað, talt og bundið, og gjørt mynstur til bundnaturriklæðir í broytt- um sniði. Elsa hevur lagt seinastu hond á øll mynstr- ini«. Nú bókini verður prentað uppaftur í 5.000 eintøkum, heldur nevndin í Heima- virkinum, at rættast er at greiða frá, hvaðani mynstr- ini til tey gomlu turriklæð- ini stava. Hesi bundnaturri- klæðir bera øll navnið á konuni, sum hevur bundið ella átt turriklæðið, sum uppskriftin er gjørd eftir. Á síðu 11 stendur upp- skriftin »Jóhanna Maria«. Hesa uppskrift hevur Jóh- anna Maria Skylv Hansen givið Elsu Bærentsen í 1972. Jóhanna Maria kallar mynstrið »Mikinesbordin«. Hon hevur greitt frá, at Maria Hansen og Lisa Abrahamsen – báðar miki- neskonur – hava uppfunnið hetta mynstrið í felag. Hetta hevur Lisa Mikkelsen, f. 26/12 1882, seinni búsit- andi Uppi undir Varða í Havn, sagt Jóhonnnu Mariu. Maria Hansen greiðir annars soleiðis frá: Dupult turriklæðir – fóðraði – vóru ikki vanlig, og tey vóru bara til gott. Oftast vóru tey tá myrka- morreyð. Men Ata Nolsøe (kona Ludvík á Lamba- mýru og dóttir Onnu av Ryggi í Miðvági, ið giftist til Nólsoyar) brúkti myrka- morreytt við holborda og reyðum fórði – heimalitað – og við frynsum. Nógvar konur brúktu ljósamorreytt við einfald- um holborda og ongum frynsum. Summar brúktu litað brúnt. Gerandisturri- klæðið hevði rondutan borda – oftast var tað nakað dimt grátt við svørtum rondum til borda. Mest varð tað brúkt krossað um bringuna, knýtt aftur um bak. Frynsar vóru bara brúktir til gott. Bundnaturriklæðið var vanliga uttanyvirplaggið. Á síðu 20 stendur upp- skriftin »Sigga«. Sigga var ættað úr Syðrugøtu og gift- ist út á Strendur. Kirstin Henriksen, ættað av Stron- dum g.v. Jeffrei Henriksen, Tórshavn, lænti Heimavirk- inum turriklæðið – hon hevur fingið frá Siggu – at gera mynstur eftir. Hetta bundnaturriklæðið hevur øðrvísi snið enn hini. Á síðu 27 stendur upp- skriftin »Maria«. Hetta mynstrið er gjørt eftir turri- klæðnum hjá Mariu Hammer, Hovi. Maria brúkti bert hetta mynstrið til bundnaturriklæði. Hon var fødd 3/8 1903 og doyði 11/99 1996. Á síðu 30 stendur upp- skriftin »Anna Kristina«. Hetta mynstrið er gjørt eftir turriklæðnum hjá Onnu Kristinu Jaocbsen á Dunga í Syðrugøtu. Anna Kristina var ættað úr Grótinum á Skipanesi. Gøtu Fornminn- isfelag hevur fingið turri- klæðið til gávu. Anna Kris- tina var fødd í 1874 og d. í 1954. Á síðu 38 stendur upp- skriftin »Mathea«. Henda uppskrift er kallað eftir Matheu Skaale, Tórshavn, ættað av Trøllanesi. Katrina Østerø av Trøllanesi fekk bróðurdótrina Marjun Wol- les á Eiði at gera mynstrið eftir minninum hjá sær. Katrina mintist gamla konu á Trøllanesi, Petronella, ættað av Viðareiði – gift við abba Matheu – binda hetta mynstrið í turriklæði til Matheu, tá hon var smá- genta. Mathea er f. 9/8 1906. Henda gamla før- oyska uppskrift hevði ikki verið varðveitt, um bindi- bókin »Bundnaturriklæð- ið« varð ikki givin út. Elsa Bærentsen hevur teknað mynstrið og skrivað upp- skriftina, sum er tann trupl- asta at binda úr bókini. Á síðu 52 stendur upp- skriftin »Katrina«. Henda uppskrift er kallað eftir Katrinu á Trøllanesi, sum seldi Heimavirkinum bundnaturriklæðið úr hand- spunnum tógv í 1968. Turriklæðið hevur sama mynstrið sum »Mathea«, men er pyntað við hol- mynstri millum puntarnar. Á síðu 56 stendur upp- skriftin »Jóhanna«. Henda uppskrift er kallað eftir Jóhonnu Jensen, Tórshavn, ættað úr Elduvík. Jóhanna seldi Heimavirkinum hetta turriklæðið í 1970. Elsa Bærentsen hevur gjørt upp- skriftina. Á síðu 70 stendur upp- skriftin »Marianna«. Hetta er ikki gomul uppskrift. Elsa hevur gjørt uppskrift- ina eftir turriklæði, sum Marianna Joensen, f. Dani- elsen, í Kvívík hevur selt Heimavirkinum, og sum turriklæðið hevur navn eftir. Á síðu 74 stendur upp- skriftin »Elspa Katrina«. Henda einfalda uppskrift er gjørd eftir bundnaturri- klæðnum hjá Elspu Katrinu Thomsen í Blásastovu í Norðragøtu, f. 21/12 1858, d. 7/1 1951. Gøtu Forn- minnisfelag eigur turri- klæðið, sum liggur á goymslu har. Á síðu 76 stendur upp- skriftin »Anna«. Hesa upp- skrift hevur Elsa gjørt eftir turriklæði, sum Anna Madsen, f. Petersen, Kví- vík, f. 1914, hevur selt Heimavirkinum. Hetta er ikki gamalt mynstur. Allar hinar uppskriftirnar í bókini hevur Elsa Bær- entsen funnið uppá og gjørt. Á síðu 24 stendur bundnaturriklæðið »Kat- rin« sum er kallað eftir bróðurdótrini Katrin Jen- sen, Kvívík, g. Jacobsen, Tórshavn. Á síðu 34 stendur upp- skriftin »Ata« kallað eftir dótrini Atu Bærentsen. Á síðu 44 er uppskriftin »Birita« kallað eftir bróð- urdótrini Biritu Jensen, Kvívík, g. Weihe, Tórs- havn. Hetta sera vakra mynstur gjørdi Elsa í 1969 til bundnaturriklæðið, sum Heimavirkið gav drottning Ingrid, tá ið kongshjúnini vitjaðu í Føroyum í 1969. Holini í hesum mynstrinum eru gjørd við fyrimynd í raðfylgjuni í donsku og svensku kongsættunum. Tí- verri hevur hon ikki skrivað nakað upp um hetta. Á síðu 48 er uppskriftin »Ingili«. Henda uppskrift er kallað eftir staðarnavni við Leynavatn »Ingilihús«, har fólk uttan iva hevur búð. Á síðu 59 er turriklæðið »Magnhild« kallað eftir formanninum í Heima- virkinum Magnhild Olsen, Tórshavn. Á síðu 62 er turriklæðið »Turið« kallað eftir ommu- dótrini Turið Anju Abra- hamsen, Strendur, g. Haagesen. Á síðu 66 er turriklæðið »Eyðgerð« kallað eftir systrini Eyðgerð Jensen, Kvívík, g. Bærentsen á Hellu í Kvívík. Hetta er eitt stórt bundnaturriklæði, Elsa hevur ætlað at hava um nýføðing, tá ið hann verður borðin til dópin. Elsa segði, at stjørnurnar í mynstrinum eru til at lýsa fyri barninum, og renningin fyri at barnið skuldi fara at verða kvikt. Á síðu 80 er turriklæðið »Annika« kallað eftir dótr- ini Anniku Bærentsen, g. Olsen, Tórshavn. Her ganga stjørnurnar aftur, eins og stjørnur og renning í bundnaturriklæðnum »Ata«. Elsa hevur sagt, at hugskotið til frynsarnar í turriklæðnum »Annika«, fekk hon av turriklæði, sum Marsanna Hansen, fø. Poulsen í Útiguttastovu í Syðrugøtu hevði bundið. Marsanna giftist til Norðra- gøtu. Hon var 5. 1881 og d. 1971. Á síðu 84 er turriklæðið »Elin« kallað eftir systir- dótrini Elin Bærentsen á Hellu í Kvívík. Mynstrið er »Sólkrossurin«. Elsa Bærentsen og aðrar kvinnur hava bundið allar uppskriftirnar, ið standa í bókini. Bundnaturrikløðini liggja øll á goymslu hjá Føroyskt Heimavirki. Eitt sindur um bundna- turriklæðini í bókini grannskoðan Tíðindaskriv frá FSG Tann 8. desember hevði Felagið fyri Skrásettar grannskoðarar (FSG) aðalfund. Í nevndina vóru valdir Óli Regin Hansen, Alvi Nielsen og Hermund Jacobsen. Nevndin skip- aði seg við Óla Regin Hansen sum formanni, Alva Nielsen sum kassa- meistara og Hermund Jacobsen sum skrivara. Nýggja nevndin ætlar at fáa felagið meiri virk- ið. Ætlanin er eittnú at skipa fyri sokallaðum »tema-kvøldum« har ætlanin er at viðgera ymisk mál, sum eru við- komandi í grannskoð-an- arhøpi. Higartil hevur bert verið møguligt hjá skrá- settum grannskoðarum at verið limur í felagn- um, men nú er ætlanin at víðka limaskaran til eis- ini at fevna um starvs- fólk hjá grannskoðara- virkjum, hóast hesi ikki bera heitið Skrásettur grannskoðari. Í næstum verður skriv sent til limirnar og ymsu grannskoðanarvirkini, har greitt verður frá limatekning, limagjaldi vm. Nýggj grannskoðaranevnd Bundnaturriklæði og uppskriftir til hesi hava leingi verið sera væl umtókt