Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. desember 2004síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- Eg meti, at mínar royndir sum sjálv- støðugur handverks- meistari í mong ár og mínar royndir sum sýnsmaður hjá tryggingini í mong ár, fara at tæna okkara viðskiftafólkum, nú vit sjálvi eru farin undir keyp og sølu av húsaognum. Mín áskoðan er, at tað loysir seg at handla hjá fakfólki, sigur Hjalgrím Davidsen KEYP OG SØLA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hjalgrím Davidsen, sum eigur smápartafelagið Búgv, ið eitt nú veitir ser- tænastur við avfukting og royksanering, er nú eisini farin undir keyp og sølu av húsaognum. Húsasølan Sertænastan, sum er navnið á hesum fyritaksseminum hjá Hjalgrími, heldur til í Niels Finsensgøtu 51 í Havn. Frammanundan hevur Hjalgrím eitt nú Hotel Bólið, sum læt upp fyri nøkrum mánaðum síðan, men sum seinastu tíðina hevur verið afturlatið vegna umbyggingar. Hann hevur eisini handilin, Smykku- hjørnið. Áður hevur hann eisini havt Lampubúðina og Atlasbúðina, ið seldi hvít- vørur og køkar, umframt felagið Hellu, sum seldi sniðhús. Drúgvar royndir - Nýggja húsasølan, Húsa- sølan Sertænastan, ið so smátt er farin undir sítt virksemi, fer í fyrsta lagi at selja og taka sær av sølu av húsaognum. Hjalgrím, ið hevur drúgvar royndir sum handverksmeistari og sum sýnsmaður á skaðadeildini hjá Føroya Brunatrygging og Tryggingarfelagnum Føroya, sigur, at hann stendur sjálvur fyri hesum partinum av virkseminum. - Í míni longu tænastu sum handverksmeistari og á tryggingarfeløgunum havi eg sýnað mong sethús og nógvar bygningar. Eg meti, at mínar royndir fara at tæna okkara viðskifta- fólkum, nú vit sjálvi eru farin undir at formidla keyp og sølu av húsaognum. Mín áskoðan er, at tað loysir seg at handla hjá fakfólki, sum eg í hesum føri meti meg vera. Hann sigur, at virksemið hjá Búgv – umframt húsa- sølu og sertænastu - eisini fevnir um útleigan av kømrum, skrivstovuhølum og handilshølum. - Alt verður eftir avtalum, sum vit gera við fólk, og virksemið hjá okkum fer at røkka út um alt landið. Vit fara at hjálpa okkara við- skiftafólkum at finna tað, tey leita eftir, og vit fara at hjálpa fólki at selja tað, tey hava at selja. Hjalgrím sigur, at hann fer at sýna hús og bygn- ingar fyri eitt nú rot, fukt og lukt og hjálpa fólki at finna út av, hvussu tey best kunnu gera. Í sínari tíð var hann uttanlands og fekk sær vitan og kunnleika um fukt- og luftsanering. Søla og sertænasta Men hví fer Hjalgrím so undir virksemið við húsa- sølu, tá ið vit framman- undan hava feløg, ið eru á marknaðinum? - Ja, tað kanst tú væl spyrja. Eg havi sum nevnt arbeitt við bygningum alt mítt lív og so leingi, sum heilsan er, fari eg at hava áhuga fyri hesum. Hjalgrím heldur, at pláss er fyri eini húsasølu, sum samstundis verður partur av eini sertænastu. - Vit hesum fara vit undir nakað nýtt, sum ikki er, og við sertænastuni vilja vit eisini upplæra fólk í, hvussu tey kunnu um- gangast – ella sleppa av við - fukt og lukt í húsum. Tað vísir seg, sum um tikið verður ov lætt um hetta við fukti og lukti, heldur hann. Hjalgrím Davidsen sigur, at hann ynskir at hava gott samstarv við onnur feløg, sum eru á húsamarkn- aðinum. - Eg havi samstarvað við verandi feløg við keypi av bygningum, og eg ætli mær framvegis at hava eitt gott samstarv við hesi feløg, sigur hann. At enda kunnu vit skoyta uppí, at Húsasølan Ser- tænastan fer at hava umboð í Norðoyggjum, Eysturoy, Vágum, Sandoy og Suður- oy. Haraftrat fer Hjalgrím Davidsen at halda fram við sínum konsulentvirksemi fyri virkir, stovnar og við- skiftafólk annars. 20 Nr. 246 - 23. desember 2004 - Vit halda, at jóla- trøllið, sum er jóla- bryggið hjá okkum, er líka so væl egnað aft- ur við jóladøgurðan- um sum vín, sigur Jóhan Mortensen hjá P/F Restorffs Bryggjaríi JÓLABRYGGJ Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo P/F Restorffs Bryggjarí letur væl at søluni av teirra jólabryggi í ár, sum aftur hesaferð verður marknaðar- ført undir heitinum, Jóla- trøllið. - Vit fara at framleiða eini 100.000 jólatrøll, sum er meira enn til jólar í fjør, sigur Jóhan Mortensen. Hann sigur, at allir føroy- ingar, sum drekka øl, kenna jólabryggið hjá P/F Restorffs Bryggjaríi – jóla- trøllið. Vælsmakkandi - Jólatrøllið er ein sterk og vælsmakkandi, men kortini løtt øl, sum hevur fingið sera gott ummæli í royndar- smakkingini hjá áhuga- felagnum, Ølvinir. Jóhan sigur, at nógv konufólk, sum ikki vanliga drekka øl og eisini nógv ung, dáma jólabryggið væl. - Vit halda, at jólatrøllið er líka væl egnað aftur við jóladøgurðanum sum vín, sigur Jóhan Mortensen. Etikettin á "jólatrøllin- um" er ein trøllatekning hjá Williami Heinesen, sum Restorffs Bryggjarí hevur fingið loyvi at nýta á fløskuni. 100.000 "jólatrøll" á marknaðin - Jólatrøllið er ein sterk og vælsmakkandi, men kortini løtt øl, sigur Jóhan Mortensen Húsasølan Sertænastan bjóðar seg fram - Vit fara undir nakað nýtt, sum ikki er frammanundan, og við sertænastuni vilja vit eisini upplæra fólk í, hvussu tey kunnu umgangast – ella sleppa av við - fukt og lukt í einum húsum. Tað vísir seg, sum um tikið verður ov lætt um hetta við fukti og lukti, heldur Hjalgrím Davidsen Mynd: Jens Kr. Vang