hósdagur 23. desember 2004síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Volkswagen víðka nú
modellskánna hjá
Golfinum við Golf
Plus, ið er rúmligari,
hægri at sita í og
ligiligari innrættaður.
Golf Plus kemur á
danska og føroyska
marknaðin í vár
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin
Nú góð 30 ár eftir at fyrsti
VW Golf sá dagsins ljós í
Wolfsburg í 1974, kemur
ein
heilt
nýggjur
og
spennandi Golf Plus á
marknaðin í vár.
Hóast Golf Plus sær
nakað annarleiðis út, og er
annarleiðis innrættaður, er
eingin ivi um, at hann er ein
VW Golf.
VW Golf hevur øll árini
verið leiðarin í sínum
klassa, og tá fleiri av
kappingarneytunum gera
nógv burturúr rúmligheit
og liðiligari innrætting,
hava Volkswagen so valt at
gera Golf Plus sum enn eitt
tilboð. Golf Plus er næstan
10 cm hægri enn tann
vanligi Golfurin.
Instrumentborðið er nýtt,
og kabinan er annarleiðis
innrættað. Baksetrið kann
flytast
aftur
og
fram,
soleiðis at man kann velja
ímillum betri beinpláss
aftan ella størri viðføris-
rúm. Viðførisrúmið kann
broytast frá 395 til 505
litrar. Við baksetrunum
løgd niður verður viðføris-
rúmið 1450 litrar.
FSI og TDI motorar
Á trygdarøkinum kunnu vit
nevna, at umframt ESP
(Electronic
Stabilisation
Program) og seks airbag
hevur Golf Plus LED-bak-
lyktir, og hann kemur eisini
at fáast við bixenon-for-
lyktum, ið snara við, tá bil-
førarin snarar rattinum.
Eins og Golf verður Golf
Plus eisini gjørdur í út-
gávunum Trendline, Com-
fortline og Sportline. Síðu-
speglini
hava
innbygd
blunkljós.
Í fyrstu atløgu verða fýra
motorar at velja í millum,
tveir bensin og tveir TDI
diesel.
Bensinmotorarnir verða:
1,4 litur við 75 hk, og 1,6
litur FSI við beinleiðis
innspræning og 115 hk, og
turbodiesel motorar verða:
1,9 litur TDI við 105 hk, og
2,0 litur TDI við 140 hk.
Seinni koma aðrir motorar
við í skránna. Allir motor-
arnir lúka tey strongu EU4-
krøvini til umhvørvisvernd.
Golf Plus kemur á danska
og føroyska marknaðin í
vár, so enn er ov tíðliga at
siga nakað um prís.
Nr. 246 • hósdagur • 23. desember 2004 • 78. árg.
VW Golf Plus:
Stórt pluss til VW Golf
Instrumentborðið
er nýtt, og
kabinan er
annarleiðis
innrættað. Golf
Plus verður
gjørdur í
útgávunum
Trendline,
Comfortline og
Sportline
VW Golf Plus sær nakað annarleiðis út enn tann vanligi Golf, men eingin ivi er um, at hann er ein Golfur
Baksetrið kann flytast aftur og fram, soleiðis at man kann
velja ímillum betri beinpláss aftan ella størri viðførisrúm
Golf Plus er rúmligur, og man situr høgt í bilinum
Golf Plus er
næstan 10 cm
hægri enn tann
vanligi Golfurin