týsdagur 21. juli 2020síða 48
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
48
Ólavsøkan 2020
Vilmund Jacobsen
Tað er trupult hjá løgregluni at siga,
hvussu ólavsøkan í ár verður øðrvísi
enn onnur ár, nú fá almenn tiltøk
verða í høvuðsstaðnum ólavsøku
dagarnar í ár.
Kristina Christiansen, økisleiðari
hjá løgregluni, vísir á, at tey til
ólavsøkuna í ár verða mannað á sama
hátt, sum tey annars høvdu verið, um
alt var sum vanligt.
- Vaktirnar verða tær somu, sum
tær plaga at vera á ólavsøku, og í tali
verður manningin eisini hin sama. Vit
siga ongantíð, hvussu nógv fólk eru á
vakt, og tað gera vit sjálvandi heldur
ikki hesaferð, sigur hon brosandi.
Økisleiðarin heldur tað vera
trupult at siga frammanundan,
hvussu fólk fara at halda ólavsøku í
ár - um tey kanska í størri mun fara
at halda til heima við hús, saman í
grannaløgum ella saman við vinum
og kenningum annars.
- Vit fara ivaleyst at síggja ymiskar
ólavsøkur í ár, heldur hon fyri.
Kristina Christiansen heldur, at
eins og á ólavsøku annars, fer veðrið
eisini í ár at hava sína ávirkan á,
hvussu fólk fara at halda okkara
tjóðarhátíð.
- Tað ljóðar, at fleiri grannaløg fara
at skipa fyri avmarkaðum tiltøkum
ymsastaðni kring um í høvuðsstað
num, men vit kunnu vænta, at fólk
eisini í ávísan mun fara at ganga
oman og niðan eftir Áarvegnum, sum
vanligt er á ólavsøku, heldur hon.
Neyðug atlit
Men, kann tað gerast ein trupulleiki
á ólavsøku, um fólk eru í býnum, og
tað fer at regna?
- Alt kann hugsast, og um so
verður, kann tað sjálvsagt henda, at
fleiri fara at trokast inn á matstøð
og skeinkistøð, soleiðis at her verður
trongligt. Men, tað vita vit heldur
einki um enn.
Hinvegin er tað ikki vist, heldur
Kristina Christiansen fyri, at tað
verður neyðugt við regni fyri, at fólk
skulu søkja inn á mat-og skeinkistøð
í Havn á ólavsøku.
- Tað er okkara vón, at øll taka
neyðug atlit, og at bæði gestir og
vertir í høvuðsstaðnum á ólavsøku
ikki gloyma almennu tilmælini, nú
korona-smittan framvegis hongur
yvir okkum.
Kristina Christiansen heldur, at tað
eisini kann fáa eina ávirkan á ólav
søkuna, hvussu tað fer at síggja út við
smittu í Føroyum til ta tíð.
- Sjálvsagt vóna vit øll, at vit ikki
fáa fleiri tilburðir her heima, men í
løtuni veit eingin, hvussu verður. Eg
kann hugsa mær, at fólk skjótt kunnu
aftra seg við at fara út í mannamúgvur,
men heldur gerast meira ansin, um vit
fáa nýggjar korona-tilburðir.
Avmarkað skrúðgonga
Fyri setanina ólavsøkuaftan hevur
verið siðvenja, at stór skrúðgonga
við ítróttarfeløgunum, reiðfólkum og
býráðslimum gongur úr kommunu
skúlagarðinum og oman á Vaglið,
men í ár verður skrúðgongan nógv
avmarkað í tali av luttakarum.
Kristina Christiansen vísir á, at
Steinatún verður ikki stongt fyri
ferðslu á ólavsøku í ár, undantikið ta
løtuna, tá skrúðgongan kemur om
an gjøgnum býin og fer tvørtur um
Steinatún. Tá verður eingin gjøgnum
koyring í einar tíggju minuttir ella so.
- Nú einki tivoli og eingir sølubásar
verða á Skálatrøð á ólavsøku í ár,
verður eisini møguligt hjá bilførarum
at parkera bilarnar har.
Hon vísir á, at tá løgtingslimir,
landsstýrisfólk, prestar og embætisfólk
koma niðan úr Havnar kirkju eftir
gudstænastuna ólavsøkudag, og
kórsangur verður á Tinghúsvøllinum
fyri setanina av Føroya løgtingi, verð
ur kórið nógv minni, enn tað plagar
at vera.
- Hesaferð verður tað bara
Havnarkórið, sum fer at syngja og
ikki stóra Ólavsøkukórið, leggur hon
aftrat.
Heima við hús
Kristina Christiansen heldur fyri, at
hóast ólavsøkan í ár verður øðrvísi
enn onnur ár, er kortini ikki vist, at
tað verður minni hjá løgregluni at
gera.
Men, kunnu vit kanska vænta,
at tað verður meira húsaófriður, nú
hugsandi er, at ein partur av ólav
søkuni í størri mun verður hildin í
grannaløgum og heima við hús?
- Tað vóna vit sjálvsagt ikki.
Onkur fullur maður kann detta inn
her ella har, sum náttin gongur, og so
er spurningurin, hvat kann spyrjast
burtur úr tí. Men, nú skulu vit heldur
ikki frammanundan síggja trøll á al
ljósum degi. Tað kann jú saktans
verða, at alt spælir væl av, og hví
skuldi tað ikki tað, heldur økisleiðarin,
Kristina Christiansen, fyri.
LØGREGLAN VERÐUR TIL
ARBEIÐIS SUM VANLIGT
- Hóast ólavsøkan í ár verður øðrvísi enn onnur ár, er kortini ikki vist, at tað verður
minni hjá løgregluni at gera. Vit verða til arbeiðis við somu manning og vaktum, sum
eina vanliga ólavsøku, sigur Kristina Christiansen, økisleiðari hjá løgregluni
- Tað er okkara vón, at øll taka neyðug atlit, og at bæði gestir og vertir á ólavsøku ikki gloyma almennu tilmælini,
nú korona-smittan framvegis hongur yvir okkum, sigur Kristina Christiansen, økisleiðari