týsdagur 21. juli 2020síða 49
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
49
Ólavsøkan 2020
Fólkaheilsuráðið arbeiðir við verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, ið hevur trý boð, sum
kunnu styrkja tína sálarligu heilsu, um tú roynir at fylgja teimum. Sálarlig heilsa snýr seg
um trivnað og at virka væl í gerandisdegnum, um tað, ið gevur lívinum innihald, gleði og
virði, og ikki minst ger lívið vert at liva. Sálarlig heilsa hevur eins stóran týdning sum tín
likamliga heilsa. Tí er umráðandi at røkta og fremja sálarligu heilsuna.
Ver virkin, ver saman og ver hugbundin – við ABC fyri sálarliga heilsu. Lat okkum í felag
taka stig til at fremja okkara sálarligu heilsu, tí sálarliga heilsu skapa vit í felag!
A) VER VIRKIN
Fólk, ið eru virkin likamliga, sosialt, sálarliga
og andaliga, hava betri sálarliga heilsu enn
tey, ið ikki eru virkin á hesum økjum. Tá vit
eru virkin, føla vit størri gleði og klára betur
at handfara vanligar avbjóðingar í gerandis-
degnum. Tú kanst vera virkin á sera ymiskan
hátt og á ymiskum støði. Tú kanst ganga ein
túr, sparka fótbólt, fara upp á gólv, práta við
grannan, syngja í kóri, vera í bindiklubbi, lesa
eina bók, telva, ella fara til gudstænastu.
B) VER SAMAN
Tað hevur stóran týdning fyri okkara sálarligu
heilsu, at vit hava góð sosial sambond við
familju, vinir og onnur, tí tað gevur okkum
eina kenslu av at vera partur av einum
felags skapi. Okkara samleiki og sjálvskensla
verður stimbrað, tá vit eru partur av ymiskum
felags skapi, ið kann vera stórir ella smáir
bólkar. Tú kanst vera saman, tá tú ert partur
av ella byrjar ein matklubba, bók klubba,
tónleikabólk, ella gongur til leir við øðrum.
C) VER HUGBUNDIN
At vera hugbundin sipar til at vera uppií
onkrum og vera sera hugtikin av onkrum, ið
gevur eina kenslu av meining og endamáli við
lívinum. Tú kanst arbeiða sum sjálvboðin,
megna eina avbjóðing (ið ber til at náa), ella
at hjálpa øðrum við onkrum. Tá tú gert
eitt hvørt, tú ert errin av, styrkir tú títt
sjálvs álit og sjálvs virði. Tú kanst baka eina
góða kaku, umvæla eina leiku, hjálpa
granna num, ella klára teg væl í tínum starvi.
HVAT ER ABC
FYRI SÁLARLIGA
HEILSU?
FYRI
SÁLARLIGA
HEILSU
www.folkaheilsa.fo