Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-21, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2020síða 50

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 50 Ólavsøkan 2020 Tróndur Arge Tað verður ein nýggjur maður í hópi­ num hjá HB, tá grannauppgerðin móti B36 verður hóskvøldið. HB hevur fingið tilgongd av fjórða dansk­aranum í ár. Talan er um 27 ára gamla Mikkel Dahl, sum er komin úr Ny­købing. Oddaliðið í Betri deildini hevur havt trupulleikar við álops­plássi­ num, har nýggjasta kortið er hond­ bólts­spælarin, Hilmar Leon Jakobsen. Tí hevur HB leitað eftir einum áleyp­ara og nú er greitt, at talan verður um Mikkel Dahl, sum kemur frá Nykøbing, ið júst er flutt niður í triðj bestu deildina í Danmark. Hann er tøkur hjá HB at spæla móti B36 hóskvøldið. HB.fo skivar: Danin Mikkel Dahl hevur í dag gjørt avtalu við HB, har Mikkel spælir í reyðum og svørtum restina av hesum kappingarárinum. Mikkel er 27-ára gamal áleypari, og hevur síðani 2016 spælt við Nykøbing FC, har hann hevur skotið 42 mál í 124 dystum. Hann verður lýstur sum ein ágrýt­ in og hartarbeiðandi áleypari. Eisini er hann sterkur í nærdystunum, og dugur væl at finna rúmini í brotsteiginum. So hetta er ein leikari, ið vit vænta fer at økja um okkara effektivitet frammanfyri málið. HB-B36 Beinleiðis á FM1 Hósdagin klokkan 19 á Tórsvølli Dómari: Kári á Høvdanum Graslíkið á Ovara vølli verður skift og tí verður spælt á Tórsvølli. B36 hevur longu spælt ein dyst á Tórsvølli, tá teir vunnu 6-2 á KÍ. Dystarformurin hjá B36 er góður liðið hevur tikið seg fram í hvørjum, eftir at árstalsfelagið tapti 4-2 í fyrru grannauppgerðini. Tann dagin bleiv B36 úrlatið av ein­um vælfyrireikaðum HB-liðið, sum dugi avbera væl at gera gagn av veikleikunum hjá B36. Millum annað hekk liðið ikki væl saman og HB megnaði fleiri ferðir at spæla seg úr fyrsta trýstinum, og fann síðani yvirtalsstøður longur frammi á vøllinum. HB-liðið er nakað briytt síðani tann dystin og tí verður spennandi at síggja um Mikkel Dahl byrjar inni í álopinum, og hvørjum standi Pætur Petersen og Heðin Hansen eru í. HB kann nú skifta aftur til fýra í verjuni, og harvið leggja trýst á í press-spælinum. Tað hevur liðið ikki gjørt seinastu dystirnar, tí fólkið hevur ikki verið til tað. Mest spennandi er tók hvørjari útgávu B36 kemur í. Tað eru nógvir spennandi spælarar og teir eru nú allir ávaraðir. Skulu teir spæla við í grannauppgerðini, so mugu teir arbeiða saman og finna javnvágina á liðnum. Tað gjørdi B36 í dystinum móti NSÍ, sum var stutt eftir seinastu grannauppgerðina. Tað gjørdi B36 eisini í dystinum móti KÍ á Tórsvølli fyri stutta summarsteðgin. Tí bendir alt á eina áhugaverda og spennandi grannauppgerð. Sosialurin tippar: 2-2 NSÍ-Skála (Beinleiðis á FM1) Mikudagin klokkan 18.30 Dómari: Petur Reinert Tað er toppur móti botni, tá NSÍ mikukvøldið tekur móti grannunum av Skála. Fyri bara fáum vikum síðani hevði hetta verið ein tann greiðasti favoritturin í kappingarárinum, men NSÍ hevur ikki verið sannførandi seinastu dystirnar, meðan Skála hevur bitið frá sær, tó uttan at fáa nakað afturfyri. Skaðalistin hjá Skála er langur, men gestirnir kunnu fegnast um at Teitur R. Joensen, Karl Martin Johansen og Hjalti Strømsten eru tøkir aftur. Heimaliðið hevur longsta skaðalistan í ár. Serliga svíður tað, at Petur Knudsen situr uttanfyri við skaða í økslini. Hartil sita Bárður J. Hansen, Pætur Hentze, Búi Egilsson og Mórits Heini Mortensen uttanfyri. NSÍ er favorittur, men gongdin hjá feløgunum seinastu umførini benda á, at tað verður ikki avgjørt fyrr enn móti dystarenda. Sosialurin tippar: 3-0 KÍ-AB (Beinleiðis á FM1) Mikudagin klokkan 19 Dómari: Rúni Gaardbo Tað eru tríggir nýggir útlendskir spælarar komnir til KÍ og AB. Argjamenn hava í eina tíð havt 26 ára gamla belgiska miðvallaran, Hannes Deboes, til royndarvenjing. Hann hevur nú fingið loyvini upp á pláss og verður partur av hópinum hjá AB, sum fer til Klaksvíkar í dag. KÍ hevur eisini gjørt avtalur við útlendskar spælarar, men teir verða ikki við í hesum dystinum. Miðvallarin David Skrbec úr Slovenia og málverjin Lukasz Jarosinski úr Póllandi hava gjørt sáttmála við KÍ. Tað er ein liður í at styrkja liðið á miðvøllinum, har Alessio Hyseni er farin av landinum aftur, og at fyrireika seg til at royndi málverjin, Meinhardt P. Joensen, gevst at spæla komandi kappingarár. Tað er ongin ivi um, at KÍ er favorittur at vinna dystin, men tað er eitt lutfalsliga skert KÍ-lið. Jákup B. Andreasen og Deni Pavlovic hava leikbann, meðan Odmar Færø og Ísak Simonsen eru ivasamir. Argjamenn kunnu bíta frá sær við knøppum mótálopum, men higartil eru alt ov nógv mál farin í gjøgnum, og ov fáir málmøguleikar eru umsettir til mál. Sosialurin tippar: 2-0 Upptakt: GRANNAUPPGERÐ Á TÓRSVØLLI Betri deildin menn: Tríggir dystir í 18. umfari eru framskundaðir, tí luttakandi feløgini skulu spæla í Evropa seinni í summar. Á Tórsvølli verður grannauppgerð millum HB og B36, kommunuuppgerð verður í Runavík millum NSÍ og Skála, og argjamenn eru á vitjan í Klaksvík Ikki við: Filip í Liða (ryggurin, 2-4 mánaðir), Hans Jákup Anfinnsson (brot í fótinum, 1-2 mánaðir) Við aftur: Bjarni Skála (leikbann, 4 gul), Hannes Deboes (loyvini í ordan) Ikki við: Erling Dávidsson (knæskaði, 3 vikur) Ivasamur: Michal Przybylski (lærkrikin) Ikki við: Tróndur Jensen (krossband, 1 vika), Hørður Askham (krossband, 1 vika), Adrian Justinussen (brotið fótin 2-4 vikur), Delphin Tshiembe (lærkrikin, óvist), Jákup L. Thomsen (knæið, langtíðarskaddur), Teit Jacobsen knæið, langtíðarskaddur), Mads Boe Mikkelsen (fibur, 3 vikur) Við aftur: Pætur Petersen, Mikkel Dahl (nýggjur) Ikki við: Óli Eyðsteinsson Poulsen (langtíðarskaddur í knænum), Jákup B. Andreasen og Deni Pavlovic (leikbannaðir) og David Skrbec (loyvini ikki komin upp á pláss) Ivasamir: Odmar Færø (vøddaskaði í rygginum) og Ísak Simonsen (vøddaskaði í beininum) Ikki við: Petur Knudsen (akslaskaði, ógreitt hvussu leingi), Bárður J. Hansen (knæskaði, 3 vikur), Pætur Hentze (tjúkkin, 2 vikur), Búi Egilsson (búkskaði, ógreitt hvussu leingi), Mórits Heini Mortensen (fótskaði, 4 vikur) Ikki við: Teitur Poulsen, Rói Olsen, David Johansen og Andreas Egeberg Jaobsen (skaddir), og Kristian Martin Jakobsen (leikbann) Ivasamir: Jóhan Waag Høgnesen og Heðin Klakstein Við aftur: Teitur Reinert Joensen, Karl Martin Johansen og Hjalti Strømsten LIÐ TÍÐINDI B36 HB AB KÍ SKÁLA NSÍ LEIVUR FREDERIKSEN: HB-B36 2 KÍ-AB 1 NSÍ-SKÁLA 1 JÁKUP ÓSÁ: HB-B36 X KÍ-AB 1 NSÍ-SKÁLA 1 TRÓNDUR ARGE: HB-B36 X KÍ-AB 1 NSÍ-SKÁLA 1 Tipping 18. umfar: STIGATALVAN: 1. TRÓNDUR 47 STIG 2. JÁKUP 47 STIG 3. LEIVUR 46 STIG Betri deildin menn støðan # LIÐ D V J T MF MÍ MM STIG 1 HB 12 10 1 1 30 10 20 31 2 NSÍ 12 9 2 1 27 6 21 29 3 B36 12 9 1 2 39 15 24 28 4 KÍ 12 8 2 2 32 17 15 26 5 Víkingur 12 6 2 4 21 16 5 20 6 ÍF 12 6 1 5 17 22 -5 19 7 EB/S 12 2 1 9 6 22 -16 7 8 TB 12 1 3 8 7 16 -9 6 9 AB 12 0 4 8 8 33 -25 4 10 SKÁLA 12 0 1 11 7 37 -30 1 Betri deildin menn 18.umfar: Mikukvøldið 22. juli: NSÍ-Skála (18.30) Beinleiðis á FM1 KÍ-AB (19.00) Beinleiðis á FM1 Hóskvøldið 23. juli: HB-B36 (19.00) Beinleiðis á FM1 Fríggjadagin 24. juli: TB-Víkingur EB/Streymur-ÍF