Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JULI 2020 SOSIALURIN 58 4 – Vit reka barr og hava eitt sindur av landbúnaði. Hetta er ein lívsstílur, siga tey bæði Barbara Andreasen og Edvard Skúvadal, sum arbeiða við sínum stóra dreymi um at fáa Lamaland til eitt frítíðarstað, sum fólk kunnu vitja í Nólsoy PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO T ey siga, at sólin altíð skínur í Nólsoy. Hendan mikudagin, Sosialurin vitjar oynna, er einki undantak, tí sólin skínur bæði oman og niðan. Á einum stykki, sum er sunnan fyri Gulklett, stákast tey bæði Barbara Andreasen og Edvard Skúvadal. Dunnurnar og hønurnar flokkast rundan um unga parið, sum hevur fóður við til kríatúrini. Eitt sindur longur niðani stendur ein vælnøgd sofistikerað lama og lítur út yvir alla bygdina við tí nokk besta útsýninum í Nólsoynni. Vit eru stødd í tí, sum Edvard og Barbara kalla fyri “Lamaland”. Tey bæði hava ein stóran dreym um, at Lamaland í framtíðini skal vera ein djóralund og ein frítíðardepil við kafévirksemi. – Okkum dámar væl at gera planir og hava ofta stórar dreymar, sum kanska ofta eru størri, enn vit klára at realisera, flenna tey, meðan tey geva dunnunum og gæsn­um. Maggie’s er staðið Lamaland er eitt síðuprojekt hjá Barbaru og Edvard, tí fyri tíðina fer størsti parturin av orkuni til barrina Maggie’s, sum tey reka. Ein og hvør, ið hevur verið í Nólsoy og vitjað Maggie’s, kennir tann altíð góða stemningin í hugnaligu barrini, har mann ong­antíð fer heim uttan at hava fingið eitt gott prát við onkran. Barb­ara og Edvard stórtrívast sum barreigarar og hava eisini úr at gera har. – Tað er ótrúliga stuttligt og okkum dámar ordiliga væl. Maggie’s styrkir um samanhaldið í bygdini, tí hetta er staðið, har tey lokalu hittast. Tað er ordiliga deiligt, at nólsoyingarnir eru so rask­ir til at stuðla, serliga um vet­urin, tí tá eru tað ikki so nógv ferða­fólk, sigur Barbara, sum vænt­ar, at nógv ferðafólk fara at støkka inn á gólvið nú klokkan 13, tá Maggie’s letur upp. – Men vit duga væl at síggja, at hetta ikki er nakað, vit fara at orka at gera, tá vit vera eldri. Tað er krevjandi at hava barrvirksemi í nógv ár. Vit gera tað, meðan hug­ urin og viljin er til tað. Sum nú er, so taka vit eitt ár í senn, siga Barb­ ara og Edvard. Tey eru til arbeiðis hvønn dag frá árla á morgni til seint um kvøldið, tá tey hava opið í Maggies, sum er mikudag til sunnudag. Tá tey so hava frí frá barrini, plaga tey at vera úti á stykkinum og ar­ beiða uppá ymiskt praktiskt har. – Um heystið og veturin fáa vit mest burturúr her á stykkinum. Tað hevði verið fínt at havt betri tíð um summarið, men tað hava vit ikki so góða tíð til, nú vit eisini Droyma um at vera djóralund Vit hava sett okkum í samband við myndug­ leikarnar, tí vit vilja jú gjarna hava fleiri lamur. Men vit hava bara fingið noktandi svar