hósdagur 23. juli 2020síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. JULI 2020
SOSIALURIN 58
5
hava barr- og matstovuvirksemi,
sigur Barbara.
Stóri dreymurin er tó enn at
hava okkurt at bjóða í teirra egna
staði. Maggie’s er tí eisini ein máti
fyri unga parið at fáa nakrar
royndir, sum tey kunnu taka við
sær, tá ordilig gongd einaferð
kemur í Lamaland.
Hetta er bara byrjanin
Fyri fýra árum síðani var einki
her á stykkinum; bara bøur. Men
við tíðini hava Barbara og Edvard
fingið tað til tað, sum tað er í dag
- sjálvt um projektið er langt frá
at vera liðugt. Longu nú hava
tey høsnarhús og ríkt djóralív á
stykkinum. Tey hava grivið veitir,
soleiðis at dunnurnar hava ein hyl
at halda til í, og so hava tey eisini
nakrar veltir, har tey velta alt frá
radisum til vælsmakkandi átuligt
ókrút at brúka til matgerð.
– Vit droyma um at hava fleiri
ordiligar veltir og nokk av djórum,
so vit kunnu vera sjálvbjargin og
liva av tí. Vit hava millum annað
snakkað um at fáa okkum geitir
og kalkunir, sigur Edvard.
– Um vit kunnu blíva sjálvbjarg
in, so hevði tað verið fantastiskt.
Men hetta krevur nógva tíð og
orku, tí hvør veit og hvør hylur
verður gravaður við hond. Tað
krevur eisini nógva vitan, og vit
hava enn nógv at læra, fortelur
Barbara.
– Men vit hava goða tíð og læra
eitt sindur í senn. Hetta er lang
tíðarprojekt, og vit hava ongan
skund. Vit eru enn bara í byrj
unarstadiinum av dreyminum hjá
okkum, siga tey.
Vilja bjóða fólki
til Lamaland
Meðan alt landið lá lamið í vár
orsakað av koronafarsóttini fingu
Barbara og Edvard nógv burturúr
á stykkinum, tí tá var lítið at gera
í Maggie’s. Tey hava eitt nú stoypt
eina grund, har teirra nýggja
sauna, sum beint nú stendur á
kaiini, skal vera. Saunain skal vera
við síðuna av reyða hitapottinum,
sum longu er komin uppá pláss.
Ætlanin er at lukka alt hetta
økið av, soleiðis at djórini ikki
sleppa til har, og so økið kann
brúkast sum okkurt slag av
frítíðarstaði við hitapotti, sauna
og grill, har mann kann hugna sær.
– Vit ætla, at hetta skal vera
fyrsta stigið til at bjóða fólki inn
til Lamaland. Men tað er enn
rættiliga nógv, sum skal gerast,
áðrenn tað verður klárt til tað,
siga tey.
Tey vóna eisini at kunna hava
okkurt slag av sølustaði her úti.
– Ætlanin er at fáa eitt høli út
her í heyst, soleiðis at vit kunnu
hava eitt hugnaligt frítíðarøki
Lamaland skal
og frítíðarstað
Edvard er 31 ára gamal, og Barbara er akkurát blivin 30. Edvard er havnarmaður men
flutti út til Nólsoyar fyri fýra árum síðani til Barbaru, sum er uppvaksin í Nólsoy.
Líka síðan
ferðavinnan
byrjaði at
blomstra,
so hava
nólsoyingar
roynt at verið
ein viðspælari
í ferðavinnuni.
Her hava verið
trý ymisk mat-
og skeinkistøð.
Men tað hevur
verið nakað so
avbjóðandi við
Strandferðsluni
frá fyrsta degi,
sum ger, at fólk
troyttast
Framhald á síðu 6