hósdagur 23. juli 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. JULI 2020
SOSIALURIN 58
6
her. Í fyrsta lagi ætla vit, at tað
skal vera ein konteynari, sum vit
kunnu beklaga og innrætta. Tað
gevur jú eitt gott útgangspunkt
til at síggja, hvat vit kunnu byggja
víðari har frá, fortelur Edvard.
Eingin avgerð er tikin um,
hvussu leingi tey halda fram at
reka Maggie’s, men tey vita ið
hvussu er, at Lamaland skal ikki
vera ein barr, tí tað passar ikki til
konseptið.
Keyptu lama
Laman í Nólsoy er 14 ára gomul,
og hon hevur verið víða um í
Føroyum hesi árini. Hon kom av
fyrstan tíð til Leynar, og so fór
hon til Hvalbiar í nøkur ár. Síðani
fór hon til Sandavágs, og nú er hon
so í Nólsoy, har hon er ímyndin av
nýggja Lamalandinum.
Lamaævintýrið byrjaði, tá
Edvard einaferð var í Peru saman
við nøkrum kammeratum. Hann
sendi eina mynd til Barbaru av
sær sjálvum, meðan hann stóð
við einari lama, og skrivaði so fyri
stuttleikar, at tey burdu fingið sær
eina lama.
– So ein dagin kom ein lama til
sølu á Facebook, og tá smekkaði
Barbara til og keypti hana, sigur
Edvard og hyggur at Barbaru, sum
fer at flenna, tá hon minnist hetta.
– Eg eri øgiliga góð við djór og
havi altíð fingist nógv við djór.
Ikki so eksotisk djór sum lama,
men meira hund, kettu og seyð,
sigur hon.
Sleppa ikki at fáa
fleiri lamur
Laman hjá Edvard og Barbaru er
tann einasta laman í Føroyum. Og
sum tað sær út nú, so verður hetta
eisini tann síðsta. Stóra ynskið hjá
Edvard og Barbaru er at fáa fleiri
lamur í Lamaland, men tað kunnu
tey ikki orsakað, tí tað er í stríð við
lógina.
– Vit hava sett okkum í sam
band við myndugleikarnar, tí vit
vilja jú gjarna hava fleiri lamur.
Men vit hava bara fingið noktandi
svar. Øll klyvjadjór sleppa ikki
at innflytast, sambært lógini, tí
mann er bangin fyri smittuvanda,
greiðir Barbara frá.
Ein lama er eitt floksdjór, sum
merkir, at hon trívist best saman
við øðrum lamum. Men hendan
laman er nærum púra einsamøll.
Tó so hevur hon ein flokk, sum
hon plagar at fylgjast við - nevni
liga gæsnar. Men eigararnir halda,
at laman hevur brúk fyri at føla
seg vera partur av einum flokki av
sínum egna slag.
Barbara og Edvard halda snøgt
sagt, at tað er for galið, at tað ikki
skal bera til at fáa fleiri lamur.
– Í flestum londum í Europa
hevði hetta ikki verið lov, tí har
hevur laman rætt til at vera í
flokki við øðrum lamum. Tað er
ein etiskur spurningur, um hon
sum floksdjór sleppur at ganga
einsamøll. Men tað sleppur mann
opinbart í Føroyum, tí hendan
djóraverndarlógin er ikki galdandi
her, av tí at vit ikki eru í ES. Tað
er keðiligt, at tað skal vera so, siga
tey og vísa á, at tað væl ber til at
innflyta slangur og eiturkoppar,
sum tey halda vera ironiskt.
Men dreymurin um at fáa fleiri
lamur er ikki uppgivin, og tey fara
at gera sítt til, at laman fær fleiri
av sínum slag rundan um seg.
Strandferðslan er
stóra avbjóðingin
Tað er ikki bara sum at siga tað at
føra sínar stóru ætlanir út í lívið.
Tí tað krevur bæði tíð, orku og
pengar.
– Tað er avbjóðandi at reka
nakað vinnuligt á einari oyggj
sum Nólsoy í mun til í Havnini,
sigur Barbara.
Serliga er tað ferðasambandið
millum Havnina og Nólsoynna,
sum er avbjóðandi. Sum nú er,
arbeiða fimm manns umborð á
Ternuni í senn, og ferjan tekur
tí 95 ferðandi hvønn túrin. Men
verður ein maður settur aftrat,
kann ferðafólkatalið økjast upp
í 294 fólk. Hetta verður ikki gjørt
í summar, tí Strandferðslan sigur
seg vilja halda korona-tilmælið
um frástøðu.
– Óansæð um mann skyldar
uppá korona í ár, so er tað ikki
bara í ár. Líka síðan ferðavinnan
byrjaði at vinda upp á seg hevur
hetta verið ein trupulleiki, sigur
Barbara.
– Ja, tann ævigi bardagin, vit
í Nólsoy hava, er bardagin við
SSL. Tað er nokkso ergiligt, sigur
Edvard.
Barbara og Edvard halda, at
tað tykist sum, at Strandferðslan
altíð hevur onkran umskyldning
fyri, hví tað ikki kann lata seg gera
at seta ein eyka mann, soleiðis at
til ber at fáa fleiri fólk út í oynna
í einum.
Missa kundar
At talið av ferðandi er so avmarkað
umborð ger, at ferðafólk kunnu
rokna við at standa eftir á Bursa
tanga í Havn, tí tað ikki er pláss
fyri teimum umborð á Ternuni. Í
ár er avgerð tó tikin um at sigla
eykatúrar, tá tørvur er á tí, men
hetta er ikki nóg mikið, halda nóls
oyingarnir.
– Veruleikin er tann, at vit hava
mist selskap uppá yvir 100 fólk,
sum skuldu koma út at fáa sær
at eta. At missa so nógv fólk ein
dag hevur nógv at siga fyri eina so
lítla fyritøku sum okkara. Hevði
tað verið øðrvísi, so hevði tað
kunnað bjargað okkum veturin,
sigur Edvard.
– Fyri tveimum vikum síðani
avlýsti ein bólkur á 25 fólk, tí tey
høvdu spurt seg fyri hjá Strand
ferðsluni, sum so hevði sagt
teimum, at tað ikki er sikkurt, at
tey sleppa við Ternuni, fortelur
Barbara.
– So er tað, at mann hugsar: hví
kann mann ikki tryggja teimum
tað? sigur hon spyrjandi.
– Fólk troyttast av hesum
Avmarkaða talið av ferðandi um
borð á Ternuni ávirkar motiva
tiónina hjá nólsoyingum at reka
ferðavinnuvirksemi.
– Líka síðan ferðavinnan byrj
aði at blomstra, so hava nóls
oyingar roynt at verið ein við
spælari í ferðavinnuni. Her hava
verið trý ymisk mat- og skeinki
støð. Men tað hevur verið nakað
so avbjóðandi við Strandferðsluni
frá fyrsta degi, sum ger, at fólk
troyttast. Um mann skal avlýsa
selskap aftaná selskap og ikki
kunna taka ímóti so nógvum fólk
um, sum mann egentliga kundi, so
blívur tað jú eitt sindur stríggið,
sigur Barbara og Edvard nikkar
samdur.
– Visit Faroe Island selir jú
Føroyar í heilum og roynir at
fáa ferðafólk at koma til Føroya.
Vit royna at lofta hesum og vilja
fegin hava fólk til Nósloyar. Men
allíkavæl er tað ikki vist, at tey
yvirhøvur sleppa við Ternuni,
sum jú eigur at vera tað mest ein
falda, sigur Edvard.
– Annars fungerar ferðasam
bandið fínt alt árið runt. Men um
summarið eru tað hesar avbjóð
ingar, tá tað snýr seg um at taka
ímóti ferðafólki, leggja tey aftrat.
Ein lívsstílur sum tey elska
Eingin ivi er um, at Barbara og
Edvard hava nógv jørn í eldinum,
hóast tey ikki hava eitt arbeiði frá
8-16. Tey hava nokk meira at gera
enn tey flestu, men tey stórtrívast.
– Tað eru nógvir tímar, sum
fara í hetta, men vit gera tað, sum
vit tíma. Hetta er ein lívsstílur,
sigur Edvard.
– Ja, vit royna at fáa tað besta
burturúr teimum møguleikunum,
vit hava. Vit reka barr og hava
eitt sindur av landbúnaði, flennir
Barbara.
Framhald frá síðu 5