hósdagur 23. juli 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. JULI 2020
SOSIALURIN 58
7
EYÐUN KLAKSTEIN
S
ea Shepherd leiðarin Paul
Watson ætlar at gera
nýggjar herferðir, sum
skulu raka føroyskan
útflutning og ferðavinnu.
Tað boðar hann frá í einum
posti á facebook.
Sea Shepherd hevur í meira
enn 35 ár stríðst ímóti føroy
skum grindadrápi, og felags
skapurin hevur gjøgnum árini
gjørt ymisk átøk ímóti føroying
um. Seinastu tíðina hevur lítið
verið at hoyrt til Paul Watson
og Sea Shepherd, men eftir
grindadrápið í Suðuroy í farnu
viku hevur Paul Watson aftur
gjørt vart við seg.
– Vit mugu vera eirindaleys í
okkara stríði at steðga ræðuliga
grindadrápinum í Føroyum,
skrivar Watson í einum ágang
andi uppslagi, har hann kallar
grindadrápið sjúkt og barbar
iskt.
– Vit mugu nýta eitthvørt høvi
at fáa søguna um grindadrápið
út í miðlar kring heimin, sigur
hann.
Áhaldandi
Sea Shepherd hevur síðan
áttati árini verið mest áhald
andi andstøðingurin í móti før
oyska grindadrápinum. Felags
skapurin, sum kanadiumaðurin
Paul Watson hevur staðið á
odda fyri øll árini, hevur sjey
ferðir havt átøk við skipum í
Føroyum. Fyrstu ferð var í 1983,
og samanbrestir millum um
hvørvisfólk og løgreglufólk vóru
longu miðskeiðis í 1980’unum.
Í 2014 og og 2015 hevði Sea
Shepherd rættiliga umfatandi og
ágangandi herferðir í Føroyum.
Sea Shepherd hevði bæði skip,
skjóttgangandi bátar og fólk á
landi. Hesi bæði summur vóru
merkt av Sea Shepherd sum
ongantíð áður – ella síðan.
Lógarbroytingar høvdu við
sær, at mynduleikarnir skjótari
og harðari kundu steðga átøkum
í móti grindadrápum, og eftir at
fólk vórðu handtikin, og hald
varð lagt á bátar, hevur Sea
Shepherd ikki verið í Føroyum
við skipum. Hinvegin sigur
bretska deildin hjá Sea Shep
herd, at tey á hvørjum ári senda
fólk til Føroya at fylgja við
grindadrápinum og senda upp
lýsingar, myndir og video heim.
Bæði Grindamannafelagið
og myndugleikar hava seinastu
árini hildið, at ágangurin
ímóti grindadrápinum er nógv
linkaður, men ongar ábendingar
eru um, at føroyingar fáa frið at
drepa grind í ár ella komandi
árini.
Sea Shepherd hevur brúkt
ymiskar framferðarhættir til at
stríðast ímóti grindadrápi, men
júst fjølmiðlar hava spælt ein
týðandi leiklut – serliga seinnu
árini.
Sea Shepherd hevur fylgt væl
við í Føroyum, og felagsskapurin
hevur síðani spjatt myndir og
video av grindadrápi á sínum
miðlum og hevur roynt at fing
ið aðrar miðlar sum bløð, sjón
varpsrásir og tíðindasíður at
viðgera grindadrápið og vísa
blóðugu myndirnar.
Nýggj átøk
Sea Shepherd hevur gjøgnum
árini eisini roynt at fingið út
lendskar fyritøkur at boykotta
føroyskar vørur, og teir hava
eisini roynt at lagt forðingar í
vegin hjá føroyskari ferðavinnu.
Nú sigur Paul Watson, at Sea
Shepherd veruliga skal fara í
hernað ímóti føroyingum, og tað
skal gerast við at raka føroyska
búskapin.
– Nú er tíðin komin at vit
aftur fara undir herferðir ímóti
Føroyum. Vit skulu boykotta
føroyskar fiskavørur, serliga
laks, og vit skulu eisini boykotta
føroyska ferðavinnu, sigur Paul
Watson.
– Vit skulu áhaldandi leggja
trýst á føroyingar allastaðni, har
vit kunnu, so vit kunnu steðga
eirindaleysa grindadrápinum.
Líkt er tí til, at Sea Shepherd
– eftir eitt lítið time-out frá
grindadrápinum – veruliga fer
at leggja trýst á føroyingar aftur.
Hesaferð skal tað ikki gerast við
at leggja upp í grindadráp í Før
oyum, men vit at leggj upp til
boykott av føroyskum útflutn
ingi og av ferðavinnu.
WATSON ER AFTUR
STRÍÐSFÚSUR
– Nú skulu vit aftur í hernað ímóti føroyingum, sigur Paul Watson,
sum ætlar at raka føroyskan fiskaútflutning og ferðavinnu hart
– Vit skulu áhaldandi leggja trýst á føroyingar allastaðni, har vit kunnu, so vit kunnu steðga eirindaleysa grindadrápinum, sigur Paul Watson