Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JULI 2020 SOSIALURIN 58 8 Aftur í ár heita fleiri kommunur á borgarar um at týna ella boða frá, tá eyga verður borið við skøru. Skøran er ein fremmand og invasiv planta, ið kann hava neilig árin á føroysku náttúruna, men trupulleikin er nógv størri enn bert skøran, sigur Rakul Arnfríð Dam, leiðari á Skógrøkt landins. Nógvar aðrar oyðileggjandi plantur eru komnar til Føroya, og yvirhøvur er tørvur á lóggávu, ið skal tryggja føroysku náttúruna STEINAR PATURSSON T að er ikki heilt greitt, nær skøran er komin til Føroya, men sambært skógrøkt landsins er tað eyðsæð, at plantan er komin til Føroya umvegis handlar, ið hava selt hana til borgarar til at seta niður sum urtagarðsplantu. Hagani hevur hon spjatt seg út á almenn frílendi, urtagarðar og aðrastaðni, og nú er skøran at finna nógvastaðni kring landið. Fleiri kommunur, teirra mill­ um Klaksvíkar kommuna og Tórs­havnar kommuna, eru hvør í sínum lag farnar undir at fáa borgararnar at týna skøruna, har tey síggja hana. Summar kommunur hava sett skipan í verk, har kommunan fer út at týna skøruna, tá fólk boða frá, meðan aðrar kommunur ein­ falt heita á borgaran um at taka skøru upp, um tey hava hana í garð­inum. Kortini er eingin yvirskipaður leistur ella yvirskipað átak kring landið til at sleppa av við skøruna, og tað er ymiskt, hvussu nógv komm­unurnar leggja fyri at fáa týnt skøruna. Gera lista yvir óynskt plantusløg Rakul Arnfríð Dam, leiðari á skóg­ røkt landsins, greiðir frá, at í løtuni er einki felags tak í arbeiðinum at týna skøru, men arbeitt verður við at gera ein lista yvir invasiv plantu­sløg í Føroyum. Og hóast skøran hevur fingið nógv uppmerksemi, er trupul­leik­ in kortini munandi størri enn bert stríðið við skøru, metir Rakul Arn­ fríð Dam. – Hetta er ein størri trupulleiki, enn vit geva okkum far um, og tað er meira enn bara skøran. Vit skulu verja føroysku náttúruna. Tað gera fólk aðrastaðni, tey verja sín upprunavøkstur, sigur Rakul Arn­fríð Dam um trupulleikan við fremmandum plantusløgum. Einki yvirskipað lógarverk er fyri vernd móti invasivum plantu­ sløgum, og støðan er í grundini so ring, at ein persónur kundi keypt sær eina rúgvu av skøru og sett tær í hagan, har viðkomandi hevði hug, uttan at nakað varð gjørt við tað, sigur Rakul Arnfríð Dam. Sum dømi nevnir Rakul Arnfríð Dam tað grasið, ið verður nýtt at sáa við í sambandi við stórar byggi­verkætlanir í Føroyum. – Tú hevur hesar stóru byggi­ verkætlanirnar, sum gera stór sár í lendið. Tá byggiarbeiðið er liðugt, verður fremmant gras sáað. Fimm ymisk sløg av grasi verða sáað í lendið, sum ikki hoyra heima í Før­ oyum, sigur Rakul Arnfríð Dam og sipar til ta fræblandingina, ið nógvar byggifyritøkur brúka. Roknað í fermetratali er talan um nógv størri trupulleika enn við skør­uni, metir Rakul Arnfríð Dam. Somuleiðis innflyta vit eisini hvørja viku bæði plantur og mold, har nógvar fremmandar verur eru í, uttan at nakað eftirlit er við, hvat tað er, sum kemur inn í landið. Rakul Arnfríð Dam vísir á út­ lond, har nógv verður gjørt fyri at gera av, hvørji plantusløg ikki eru loyvd at hava í landinum, og hon metir, at trupulleikin er kanska tann, at vit ikki hava nakr­an land­búnað í føroyum, sum dyrkar jørð­ina. Aðrastaðni kann tað vera kostn­aðarmikið, tá verts­skifti kem­ur í jørðina, tí at fremmand planta køvir burtur tað, sum bóndin skal selja, men í Før­oy­um verður ov lítið dyrkað, til at nakar gevur sær far um hetta, og seyð­ urin etur tað, ið veksur í hag­an­um, sigur Rakul Arnfríð Dam. – Hetta er nakað, sum vit mugu arbeiða við út frá einum lógarverki - einari náttúrumargfeldislóg - til dømis. Tá kanst tú sum landsmyndugleiki siga, at fólk skulu ikki planta ávís plantusløg, og at fólk skulu bera seg soleiðis og soleiðis at, fyri at invasiv plantu­ sløg ikki spjaða seg í føroysku nátt­úruni, sigur Rakul Arnfríð Dam. Tørvur er á lógarverki Tað verður eisini trupult at fáa bil­bukt við skøruna, um ikki nátt­úru­verjandi lóggáva verður gjørd til endamálið. Eitt er, at komm­unurnar hvør í sínum lag royna sum best ber til at fáa bast skøruni, men neyðugt er við ein­ um meira yvirskipaðum leisti, skal Trupulleikin er stør – Hetta er ein størri trupulleiki, enn vit geva okkum far um