Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 2020síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JULI 2020 SOSIALURIN 58 9 hetta eydnast. Rakul Arnfríð Dam vísir á, skal tað eydnast at sleppa av við óynsktu plantusløgini, mást tú hava lóggávu, ið krevur, at fólk skulu taka hesar planturnar burt­ ur, vaksa tær í garðinum. – Tað er jú ein trupulleiki, at hetta ofta veksur á privatum øki. Tú kanst ikki fara inn í garðin hjá onkrum øðrum at grópa. Tá kundi tú við einari lógarheimild gjørt greitt, at fingu fólk ikki hesar plant­urnar burtur innan ávísa tíð, so fór myndugleikin inn og tók tað burtur fyri eigarans rokning. Men tað skal lógarheimild til, sigur Rakul Arnfríð Dam, ið kortini ikki vænt­ar, at tílík lóggáva er í væntu í nærmastu framtíð. Sponsk hindber eins ring og skøran Rakul Arnfríð Dam skilir heldur ikki, hví júst skøran fær so nógv upp­merksemi, tí onnur innflutt og invasiv plantusløg finnast í Før­ oyum, ið eru eins ring - og verri - enn skøran. Sum dømi nevnir Rakul Arnfríð Dam sponsk hindber, sum nógvastaðni standa sum skógir, so væl tað veksur. – Eg skilji ikki, hví skøran hevur fingið so nógv uppmerksemi, tá vit hava í huga, hvussu stórar trupul­leikar vit hava av sponskum hind­berum. Tí tað er ein veruligur trupul­leiki. Sponsk hindber spjaðast við øgilig­ari ferð og eru eisini farin at síggjast undir homrum uttan fyri bygt øki, sigur Rakul Arnfríð Dam og vísir á, at fræið hjá spanskari hind­ber spjaðist við fugli. – Sponsk hindber hava ein heilt ótrúligan eginleika at troðka annað burtur í mun til skøruna, hygg bara eftir tí skaðanum, sum hon ger á gamlar laðingar og líkn­ andi, sigur Rakul Arnfríð Dam og vísir á, at rótvøksturin hjá sponsk­ um hindberum er so ógvisligur og loys­andi, at hann kann loysa trø úr moldini. Trupulleikin við sponskum hind­berum er eftirhondini so stór­ ur, at tey flestu síggja tað kanska ikki sum ein trupulleika longur, metir Rakul Arnfríð Dam. – Eingin tosar um sponsk hind­ ber, og tað kann vera, at fólk eru so von við at síggja sponsk hindber, at tey kanska halda, at tað eigur bara at vera so, sigur Rakul Arnfríð Dam, leiðari á skógrøkt landsins. Góð ráð móti skøru Set ikki niður skøru niður, heldur ikki í pott. Skøran kann nørast við fræspjaðing Toga so nógv av skøruni upp við rót sum møguligt. Er hetta ov torført ella ber tað ikki til, sker skøruna við røturnar og stoyt síðani kókandi vatn útyvir røturnar Skøra skal ikki koyrast í kompostin ella út um garðin. Koyr skøruna og røturnar í vanliga burturkastið, sum skal brennast Boða kommununi frá, tá tú sært skøru rri enn bert skøran Tú kanst ikki fara inn í garðin hjá onkrum øðrum at grópa Sponsk hindber hava ein heilt ótrúligan eginleika at troðka annað burtur í mun til skøruna