Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JULI 2020 SOSIALURIN 58 10 ÁRNI GREGERSEN S íðani hendan samgongan tók við í september í fjør er nógv hent, og korini hjá okkum føroyingum og flestu borgarum í heiminum eru broytt. Koronafarsóttin hevur gjørt, at gerandisdagurin hjá flest øllum okkara er broyttur, og tað, sum fyrr var vanligt at gera, ber als ikki til í dag orsaka av korona. Fyri politisku leiðsluna, sum tók við í september, vóru bert teir fyrstu mánaðirnir so at siga vanligir, tí tá ið vit komu út í februar, hoyrdu vit av álvara um korona, og 12.mars boðaði løg­maður frá, at Føroyar tá fóru niður í ferð, og vit fingu ”lock down” í samfelagnum. – Hetta rakti okkum ógvuliga hart. Vit vistu eitt sindur um koro­na, men tá ið vit staðfestu, at smittan var komin til Føroya, valdu vit at seta ferðina niður av álvara, sigur løgmaður hendan dagin í Tinganesi, har hann situr og fyrireikar seg til, at nýggj ting­seta byrjar á ólavsøku. – Í dag eri eg fegin um, at vit gjørdu tað júst tá. Kanska høvdu vit ein fyrimun, tí vit hoyrdu hvussu ógvusliga sjúk­ an herjaði í Evropa, men sæð í bakspeglinum, so var ”tim­ing­ in!” hjá okkum púra røtt, sig­ur Bárður á Steig Nielsen, løg­ maður. Avleiðingarnar Í Føroyum er ongin raktur hart av koronasjúkuni, og ongin er deyð­ur. – Hetta fegnist eg sjálvandi um, men eg má eisini siga, at tá ið vit í mars settu ferðina niður, tá tóku føroyingar hetta í álvara. Tað eri eg sera takksamur fyri, sigur løgmaður. Hann sigur eisini, at henda tíðin hevur broytt nógv viður­ skifti – eisini í politikki. – Hendan avbjóðingin hevur víst, at tað ber til at arbeiða saman í politikki, tá ið á stendur. Høvdu vit duga at lært av tí, so hevði hetta gagnað okkum fram­ eftir, sigur løgmaður. Heilsukreppan, sum rakti okkum, hevur sjálvandi avleið­ ing­ar av ymiskum slag – ikki minst búskaparliga. Upprunaliga segði Fíggjar­ mála­ráðið, at hetta fór at kosta før­oyska samfelagnum millum 800 milljónir krónur og 1,5 milljard. So døpur eru útlitini ikki í dag. Seinastu metinganar siga, at hetta fer at kosta føroyska sam­felagnum minni enn 800 milljónir krónur. – Hetta vísir okkum, at vit hava eitt sterkari vinnulív, enn vit hava havt fyrr, og at tað klárar at standa ímóti. Sjálv­andi vita vit ikki enn, hvat av­leið­ing­ ar­nar verða uppá sikt, men eg vænti tær verða minni, enn vit upp­runaliga óttaðust fyri, sigur løg­maður. Lótu uppaftur Samfelagið er í stóran mun latið upp­aftur, hóast tilmæli enn eru gald­andi., Ferðingin til og úr Føroyum leggur skyldur á fólk og enn eru tað ikki allir okkara marknaðir kring um í heiminum, sum eru fult til reiðar at keypa okkara vørur. Síðan Føroyar lótu uppaftur, og ferðafólk úr ávísum londum kunnu koma hendanvegin, eru hendinga fólk funnin við korona­smittuni. – Ja, men tað góða er, at tey eru fangað í netinum, sum vit hava sett fyri smittuni. Vit vistu, at hesin vandin er til staðar, men enn hevur tað ikki havt við sær, at vit ikki kenna smittuna. Vit hava sporað øll higartil, sigur løg­maður. – Millum annað tí haldi eg, at tað var rætt at lata landið upp­aftur. Onki land kann í hes­ um globaliseringstíðum liva avbyrgt serliga leingi. Tað ber ikki til, tí langtíðarárinini á væl­ferðina verður størri, enn stutt­tíðarárinini av hóttanini, sigur Bárður á Steig Nielsen, løg­maður. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og samgonguleiðari, skal í ár halda sína fyrstu ólavsøkurøðu KORONA HEVUR KORONA HEVUR FYLT SERA NÓGV FYLT SERA NÓGV FYRSTA ÁRIÐ HJÁ FYRSTA ÁRIÐ HJÁ LANDSSTÝRINUM LANDSSTÝRINUM