Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 2020síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JULI 2020 SOSIALURIN 58 11 ÁRNI GREGERSEN S itandi samgonga tók við valdinum um hálvan september í fjør. Sum altíð, tá ið samgongur skifta eftir summarfrítíðina, so er høvuðs­ upp­gávan hjá nýggju samgonguni at gera eina fíggjar­lóg – í hesum føri fyri 2020 Samgongan hevði eisini lovað, at fiski­vinnu­ nýskipanin, sum var samtykt undir undan­ farnu samgongu, skuldi broytast aftur, og tað var eisini gjørt seinasta heyst , umframt onnur mál, sum samgongan hevði sett sær fyri at loysa. Men tá ið tað veruliga politiska arbeiðið skuldi byrja, kom stígur í, tí júst tá ið uppskotini vóru latin tinginum – bæði uppskot frá sam­ gongu og andstøðu – steðgaði alt upp. – Tingarbeiðið lá meira ella minni stilt í heilar tveir mánaðir. Tað vil siga, at tingið misti nógva tíð í vár, so vit noyddust at gera eina semju um, at 10 uppskot hjá samgonguni ikki vóru viðgjørd í vár og heldur ikki 10 uppskot hjá andstøðuni, sigur løgmaður. Løgmaður heldur tó, at tað hevur eydnast at avgreiða fleiri av málunum. Hol er sett á málið um viðgerðartrygd, eykaskatt á sølu av fiski­ rætt­indum, skattalætta til lærlingar, og eisini er gjørt ymiskt annað. – Vit hava fingið politiska semju um tunl­ar Norður um Fjall og Fámjinstunnilin, og Sand­ oyartunnilin er í fullari ferð í gongd. Eystur­ oyartunnilin letur upp fyrst í komandi ári og nógv ríkislógartilmæli eru samtykt. – Til dømis hava vit fingið eina nýggja rættar­gangslóg, umframt at fleiri aðrar lógir eru dagførdar, sigur løgmaður. Løgmaður fegnast eisini um, at bú­ staðarpakkin hjá hesari samgonguni er komin væl áleiðis, og at hann er sendur til hoyringar. Tilfeingisgjald Tá ið tingið kemur saman á ólavsøku, eru fleiri stór mál, sum liggja og skulu hava politiska við­ gerð. Upp til komandi fíggjarlóg skal finnast ein loysn uppá tilfeingisgjaldið, tí uppboðssølan er avtikin, so tann peningurin kemur ikki í landskassan nú. Samgongan er samd um, at talan skal vera um eitt yvirskotsbaserað tilfeingisgjald, ið skal byggja á fiskaprísir, oljuprísir og rentuna og hon er eisini samd um, at hetta gjaldið skal gera, at landskassin fær somu inntøkur frá fiski­vinnuni sum í 2018. – Eg vænti ikki, at hetta verður so trupult, tí ein partur kemur framvegis inn frá uppboðssøluni, tí loyvini vóru eisini seld sum trý- og átta ára loyvir. Tí ber hetta til, sigur løg­ maður. Hann sigur sjálvur, at tilfeingisgjaldið eigur at byggja á fiskaprísir, oljuprísir og rentuna. – Men tað má eisini vera soleiðis, at tú ikki revsar tey,sum duga at reka vinnuna. Tey skulu sjálvandi fáa meira burturúr enn tey, sum ikki duga so væl at dríva vinnuna, sigur Báður á Steig Nielsen. Hann er væl klárur yvir, at fyri at sam­ felagið framhaldandi kann veita allar væl­ ferðar­tænaastur, so er neyðugt við pengum í lands­kassan. – Vit hava góðar møguleikar at økja um inn­ tøkur­nar. Ferðavinnan er væl á veg at gerast eitt bein, sum vit eisini kunnu standa á, og so skulu vit ikki gloyma, at heimurin allur skríggj­ ar eftir mati. – Vit sita mitt í matkovanum. Vit skulu bara duga at virka vørurnar og virðisøkja tær meira her í Føroyum, so liggja nógvir pengar til før­ oyska samfelagið í tí, sigur løgmaður. Hann vísir á, at alingin eisini framvegis menn­ir seg. Ætlanir eru um at fara longur út á hav at ala, og tað ger møguleikarnar uppaftur størri, nevniliga at fáa meira mat til vega. Løgmaður sigur, at vinnan hevur ment seg sein­nu árini og er vorðin meira fjøltáttað. – Tað dregur fólk hendanvegin við góðum út­búgvingum. Tølini vísa eisini, at ongantíð fyrr eru so fá fólk flutt av landinum, sum nú. Tað er millum annað tí, at nú ber til at taka so nógv­ar útbúgvingar í Føroyum, at tey sum ikki ynskja tað, noyðast heldur ikki av landinum, men kunnu taka útbúgvingarnar her, sigur Bárð­ur á Steig Nielsen. Væl av skafti hóast stórar forðingar Løgmaður vísir á, at hóast koronafoðringar hevur hendan samgongan loyst fleiri mál, sum hon setti sær fyri í samgonguskjalinum