Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JULI 2020 SOSIALURIN 58 12 ÁRNI GREGERSEN E in stórur og tungur út­ reiðslu­postur hjá før­ oyska samfelagnum er innflutningurin av olju. Samstundis gongur ikki ser­ liga væl at minka um CO2 útlátið hjá Føroyum, sum framvegis er vaksandi, hóast avtalur eru gjørdar á millumtjóðastøði um, at útlátið skal minka. Tí fyllir framleiðslan av var­ andi, grønari orku rættuliga nógv í politikkinum komandi árini. Føroyar eru á veg við fleiri vind­myllulundum, og arbeitt verður eisini við ein­um sjóv­ar­ fallsverki í Vest­manna­sundi. Men tað gongur ikki serliga skjóttt við orkuskiftinum. – Nei, tað er rætt, at tað gongur ikki nóg skjótt, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. – Men tað verður arbeitt, og tað seinasta er nú verkætlanin um at skilja netpartin hjá SEV burt­ur­úr og leggja hann í eitt annað felag. Tað eigur at fara at seta meira ferð á, tí tá fara allir út­bjóðarar av streymi at standa á líka føti, heldur løgmaður. – Vit skulu fáa fleiri at fram­ leiða tann grøna streymin, so tær stóru íløgurnar fyri framm­ an kunnu liggja á fleiri herðum, og ikki bara á tí almenna og al­ mennu kassunum. Tað al­menna skal skapa tryggar og góðar karmar. Alt hetta skal koma um­hvørvinum, samfelagnum og brúkaranum til góðar Hann sigur, at eftir upp­ skotinum so skulu kom­mun­ur­ nar framvegis eiga netpartin, men hetta skal liggja í einum felag, sum ikki er knýtt at SEV, men sum kommunurnar tó eiga í felag. Løgmaður nevnir eisini, at síðan hendan samgongan samtykti fiskivinnuskipanina, so hevur tað givið vinnuni nýtt mót. Fleiri sáttmálar eru gjørdir um nýggj og nýggjari skip – tilsamans fyri umleið 1,5 milljardir krónur. – Hetta fer eisini at gera, at út­látið minkar hjá okkum, tí nýggju skipini dálka munandi minni enn tey gomlu og útlátið er munandi minni, sigur løg­ maður Onnur mál Umframt at netparturin hjá SEV verður lagdur í eitt sjálvstøðugt felag, so er ætlanin at gera tað sama, tá í um fjarskifti ræður. Har er eisini meiningin at leggja telefonnetið í eitt annað felag, so telefeløgini fáa sama rætt og somu treytir, tá ið tey skulu brúka kaðalnetið. Talgildu Føroyar eru eitt stig á rættari leið at gera tað lættari fyri vinnu og borgarar at virka í Før­oyum. Talgildu Føroyar eru komnar væl áleiðis og tað eigur at gera alt samskifti millum myndugleikar og vinnu og borgarar munandi lættari. Ólavsøkan Hóast koronasmitttan fram­ vegis herjar úti í heimi og eitt sindur her hjá okkum, so heldur løgmaður, at vit eiga at halda ólav­søku. – Sjálvandi skulu vit halda okkara tjóðarhátíð. Vit skulu bara hava fyrilit og halda til­ mæl­ini, men so annars hugna okk­um, tó tað verður øðrvísi enn onnur ár. – Helst verður 2020 árið vit fara at minast og ikki minst summarið og hendan selriga ólav­søkan. Vónandi taka vit fleiri ting til okkum, sum vit hava lært hesar mánaðirnar, sum fer at gera gerandisdagin og sosialu samveruna betri, sigur løg­maður og leggur afturat: -Góða ólavsøku øll somul! Stóra uppgávan á orkuøkinum er at sleppa undan at keypa olju – og at gera føroyska samfelagið grønari Orkuskiftið fyllir nógv komandi mongu árini