Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 2020síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JULI 2020 SOSIALURIN 58 13 Steinbjørn verður 80 Í morgin, leygardagin 25. juli, verður Steinbjørn Jacobsen í Klaks­vík 80 ár. Hann var í síni tíð ein tann besti og kendasti fót­ bólts­spælarin í landinum og ein av ímyndunum av tiltikna 66 liðin­um hjá KÍ. Í Norðoyggjum, í Eyst­uroy og eisini aðra staðni varð Stein­ bjørn roknaður at vera sonn hetja. Steinbjørn var føddur í Klaks­ vík. Pápin var Sam Jacobsen ella Sam í Búðunum, sum hann varð nevndur, og mamman var Emma hjá Sofusi Larsen bakaranum. Hon var borin til gravar mikudagin í hesi vikuni 101 ára gomul. Emma og Sam fingu fimm børn – Steinbjørn, Oddbjørg, Sólvá og Eiler búgva øll í Klaksvík. Stig doyði longu í 1966 bara níggju ára gamal. Á unglingaárunum arbeiddi Steinbjørn sum fleiri aðrir fót­ bóltsspælarar í Klaksvík tá í tíð­ ini – eitt nú Magnus Kjelnæs, Jógv­an Jacobsen og seinni Ólav­ ur Thomsen – á Føroya Bjór. Hann koyrdi vøruvogn og hýru­vogn, men lívsstarvið hjá 80 ára føð­ing­ ar­dags­barninum var á post­hús­ in­um. Hann gekk í nógv ár við posti, og hann arbeiddi seinni inni á posthúsinum, inntil hann rakk eftir­lønaraldri. Evnini í fótbólti mundu vera íborin og hugurin var øgiligur. Í 1953 var hann á dreingjaliðnum, og frá 1957 og fram til 1973 var hann fastur maður á besta liðn­um. Hann plagar at taka til, hvussu nógv hann og vinmaðurin Magn­ us Kjelnæs, sáli, og onkrir aðrir eisini fingu burtur úr, tá ið skotski venjarin McCaig var í Klaksvík í góðar 14 dagar á sumri í 1957. Hann var bóltfimur og legði stóran dent á tekniskar venjingar. Meðan 66 liðið var á toppinum kendu teir einki til at hava venj­ ara. John Reid Bjartalíð skipaði fyri, og á vøllinum tók Magnus sær av verjuspælinum, og Stein­ bjørn legði taktikkin og stýrdi fram­rætt­aða partinum. Tað hilnaðist væl, og Steinbjørn er saman við Jógvani Jacobsen – teir eru báðir heiðurslimir í felagn­um – og saman við Magn­ usi Kjelnæs, sála, teir, sum hava vunnið flest FM av øllum í fremstu røð. Teir vunnu níggju FM heiti. Steinbjørn var seks ferðir á lands­liðnum, og hann var eisini venj­ari í barndómsfelagnum. Steinbjørn giftist Karin Mariu hjá Oluffu og Joen Ziska Dahl. Tey bygdu á Eiðinum í trøðni hjá abba Karin Mariu, Sámal Júst Ziska, legði inn í 1919. Karin Maria og Steinbjørn fingu fýra døtur – Emma, Jórun, ið doyði sum smá­ genta, Súsanna og Jórun. Fryntligi og prátingarsami Stein­bjørn sæst framvegis við vøll­in í Klaksvík, og hann hevur verið nógv millum egnararnar á Stong­unum. Hjartaliga til lukku við runda føðingardegnum – ein av stóru stjørnunum hjá okkum dreingj­ um á plenini í Klaksvík í seksti­ ár­un­um. Jóannes Steintór fyllir 60 Í gjár, hósdagin 23. juli, vóru tað seksti ár síðani, at Steintór Ras­ mussen í Klaksvík var borin í heim. Hann hevur í meiri enn fjøruti ár verið sera virkin listarmaður, sum er fjølgávaður og hevur markerað seg á ymsum mótum. Vøggan stóð úti í Grótinum. Foreldrini vóru Steingrim, sum var ættaður úr Grótinum, og Nancy, sum var ættað sunnan úr Vági. Tey fingu fimm dreingir – Jón, Alix, Álvur, Páll og Steintór. Steintór er læraralærdur. Hann leyk prógv í Vordingborg í 1994, og eftir eitt ár í lærarastarvi á flatlondum var hann aftur í heim­ staðnum, har hann síðani hevur verið lærari og virkin á nógvum mótum. Heilt frá tíðini í HF skúlanum í Klaksvík var hann virkin í ung­dómslívinum og markeraði seg sum ein teirra, ið vildi hava myndug­leikarnar at taka ung­ dómin í størri álvara, m. a. við at bøta um hølisumstøðurnar. Hann royndi seg eisini sum fjøl­miðla­ mað­ur – í bløðunum og útvarp­in­ um og nógv ár seinni við at gera fín­ar lokalar sendingar í Studio Pega­sus, sum teir nevndu tað. Saman við Nolsøe brøðrunum Rana og Eyðun er hann kjarnin í Frændum, sum frá áttati árunum av og framvegis hava verið við til at ríka føroyska tónleikalívið og eiga nógvar sangir og løg, ið eru vorðin fólkaogn. Á øðrum mótum ella kanska í kjalarvørrinum av orkestr­ inum hevur Steintór saman við øðrum verið botnurin í Summ­ ar­festivalinum, sum man vera størsta tónleikatiltakið yvirhøvur í land­inum. Tað vísir seg sum um, at hug­ skot­ini eru óendaliga nógv hjá vin­sæla Steintóri, og at tað ofta er stutt frá tanka og til, at tað verður farið undir nýtt tiltak og átak. Í lærarayrkinum hava børnini verið støðug kelda til íblástur til leikir og sangir og bøkur, og síðstu árini hevur ein partur av lærara­yrk­in­ um snúð seg um at ferðast kring landið við tí fyri eyga at syngja við skúlabørnum í vón um, at tað skal eydnast at birta undir hugin hjá børn­um at læra sangir og syngja. Seinnu árini hevur Steintór skrivað krimibøkur. Tað spríkir undan penninum, og okkurt árið er meiri enn ein bók komin frá føðing­ardagsbarninum. Í frítíðini hevur Steintór átt virknan lut í Klaksvíkar Talvfelag, har hann hevur verið við til at vinna FM fyri lið, umframt at hann hevur vunnið FM fyri ein­ stak­lingar. Steintór er giftur Jóngerð Biskop­stø úr Klaksvík, og tey eiga trý børn – Annika, Rasmus og Rakul Ró, sum saman við páp­ an­um hevur sungið og spælt. J