Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JULI 2020 SOSIALURIN 58 14 Óli Jacobsen Óli Jacobsen 47. partur T ann 8. apríl 1936 fekk eg boð um, at tveir ungir menn, annar var úr Sandvík, vóru druknaðir við skip­inum Godthaab. Sandvík­ ing­urin var sonur vertin hjá mær, Jacob Jacob­sen. Tvíburabeiggi hansara var drukn­aður fýra ár frammanundan undir líkn­andi umstøðum. Og við Hans Hedtoft nógv ár seinni druknaði ein triði beiggi, Richard. Eg kendi teir allar sum raskar sjómenn og fekk til uppgávu at geva foreldr­unum hesi tungu boðini. AT fekk góða byrjan og góðan skipara Fylking yvirtók fyritøkuna J. Mortensen, tá ið hon fór á húsagang í 1936, og hon fekk navnið Arbejdernes Trawlerdrift. Eg kom at hava nógv við skiftið at gera, og fyri at lætta um mælti eg til, at fyritøkan sum ískoyti fekk hon styttingina AT. Tað eydnaðist nýggju fyritøkuna at keypa ein lítið brúktan trolara í Onglandi, sum fekk navnið Leivur Øssurson. Prísurin var 146.000 krónur. Hetta tyktist at vera eitt skilagott keyp. Takkað verið tí ágrýtna skiparanum Esm­ar Fuglø kom AT skjótt væl fyri fíggj­ ar­liga. Formaður í Fiskaríbankanum var tann í Føroyum kendi fólkatingsmaðurin Hans Nielsen. Hann kravdi at fyritøkan fekk ein dugnaligan og virknan stjóra, sum ikki skuldi lata seg stýra politiskt. Hesin gjørd­ist Hjalgrim á Heygum. P.M. Dam var for­maður í nevndini. Smuglaraskipið slapp lætt Eg kom at fáa meira og meira at gera við sjóforhoyr í samband við tey óhapp sum hendu við skipum. Grundreglan var annars tann, at tað var sorinskrivarin, sum tók sær av hesum, og at sýslumenn tóku við, tá ið tað ikki lá fyri hjá honum. Men Suðuroyggin var so langt burtur, at eg kom at yvirtaka alt tað arbeiði, sum sorins­krivarin hevði á hesum øki í oynni. Tann 29. mai avdúkaði eg ein týsk­an trolara, Senator Schrøter, sum stór­smugl­ ara. Trolarin hevði verið undir Føroyum eina tíð, og hevði verið inni í fleiri havnum. Teir komu so eisini til Tvøroyrar, har eg fekk frænir av, at teir seldu rúsdrekka heldur enn at fiska. Eg kannaði skipið gjølla og fann fram til stórar nøgdir av rúsdrekka, sum hald varð lagt á. Men týski konsulin, Richard Thomsen, mótmælti hesum saman við skiparanum. Sakin kom fyri í Havn. Har slapp skip­ arin við 100 kr í bót og kokkurin við 300 kr. Tað hendi tað ótrúliga, at tað rúsdrekka, sum hald var lagt á, skuldi latast skipinum aftur. Eg var sjálvandi ógvuliga vónbrotin av hesi avgerðini. Konsulin og skiparin vóru sjálvandi stoltir sum pávar, tá ið eg lat teimum alt brennivínið aftur. Skipið kundi ekkaleyst halda áfram við síni smugling. Tað undraði meg, at eingin atfinning var í bløðunum av hesum rættarúrskurði. Aftur kongavitjan Í juni 1936 skuldi aftur vera kongavitjan á Tvøroyri. Fólk vóru longu í ferð við at mála og snøgga húsini i hesum sambandi. Kommunustýrið hevði eisini nógv fólk at rudda og fríðka um. Tann 13. juli kom so kongaskipið saman við verjuskipinum Ingolf. Amtmaðurin og formaðurin í kommunustýrinum, Petur M. Dam, bjóðaðu kongi við fylgi vælkomin. Dam var kensluborin við at umrøða Før­ oy­ar sum eina perlu í donsku krúnuni, men hann slapp væl frá síni røðu. Síðan var móttøka á kommunu­skriv­ stovuni. Haðani var farið til gongu til minnisvarðan á Tofheyggi, har presturin, Gull­ak Jacobsen, hevði eina kensluborna røðu um teir, sum vóru farnir á sjónum. Tey kongaligu løgdu kransar og blómur við minnis­varðan. Haðani var farið í skúlan. À leiðini ynskti kongur at heilsa upp Josefine Mort­ensen, sum var gift við Niels Juel. Hon hevði ein vakran urtagarð, sum hann sam­an við drotningini hevði vitjað á teirra seinastu vitjan. Um kvøldi var móttøka umborð. Tá kom eg at sita undir liðini á prinsessu Carol­ ine Mathilde, sum var gift við Knud, son Kristian kong. Hon var hugnalig at práta við. Aftaná vísti kongur okkum kongaskipið. Vit vóru enntá niðri í maskinrúminum. Eg kom at standa undir liðuni á konginum og tók til, hvussu reint og snøgt alt var. Kongurin svaraði: ”Ja. Det manglede bare, at der skulle være smuds nogen steder.” Hilbert amtmaður, sum gekk beint aftanfyri okkum, hálaði í ermuna hjá mær og lýddi til mín: ”Vær forsigtig. Sådan taler man ikke med kongen, han er lidt vanskelig”. Men amtmaðurin hevði ikki orsøk til at vera stúrin. Eg kendi tað sum at kongurin var væl til passar og errin av sínum skipi. Tað var annarleiðis tá hann vitjaði seinast. Tá gekk tað sjón fyri søgn, at hann var í ringum hýri. Tá ið móttøkan var liðug segði Petur Mohr Dam kongi frá, at tað var skipað fyri føroyskum dansi til heiðurs fyri kongs­ hjún­ini í Klubbanum. Men tað skiltist á kongi, at tað skuldi ikki roknast við teim­ um báðum. Tá vit fóru í land, bjóðaði skiparin á Danne­brog mær og fleiri øðrum inn í sína kahútt at fáa eitt glas. Hetta var hugnaligt. Vit tosaðu um, at tað var eitt sindur løgið, at kongur ikki vildi møta upp til tiltak, sum var skipað til heiðurs fyri hann. Men tá komu boð um, at kongurin kortini kom í dansin. Eg haldi eisini, at kongurin stuttleikaði sær ”kongaliga”. Tey bæði vóru í klubbanum einar tveir tímar og fóru so umborð aftur. Dansurin var góður, og tað vóru nógv fólk. Stauning var edrúur Tann 6. juli kom forsætisráðharrin, Thor­ vald Stauning, til Havnar við verju­skip­ in­um Argus. Eg var biðin um at vera við í sam­ráðingunum við hann saman við øðrum myndugleikum. Dagin eftir helt Stauning ferðina fram til Tvøroyri, har tað var skipað fyri ym­ isk­um tiltøkum. Stauning vildi fegin síggja kolaminurnar. Tá var beint opnað ein kolamina yvirav Tanganum, og hagar vitjaði Stauning. Hann var nú ikki nakað serliga ovfarin av tí hann sá. Hann helt Ein serligur partur av okkara politisku søgu er, tá ið Javnaðarflokkurin atkvøddi sambandsmannin Poul Niclasen í danska landstingið, treytað av, at hann limaði seg inn í sosialdemokratiska tingbólkin SIÐSØGA Kristian Djurhuus: SAMBANDSTINGMAÐUR BLEIV JAVNAÐARMAÐUR Í DANSKA LANDSTINGINUM Esmar Fuglø á brúnni á Leivur Øssurson hjá AT. Kristian hevði arvaprinsessuni Caroline Mathilde til borð umborð á Dannebrog