Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 2020síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JULI 2020 SOSIALURIN 58 15 Komandi partur Orsakað av ólavsøkuni kemur næsti partur um tvær vikur. Tá byrjar ein røð um Andrew Godtfred , sonur Dias á Heyggi í Vági. fyri: ”Jeg kan ingen kul se, der forekommer mig at være meget magert”. Aftaná bjóðaði hann til morgunmat umborð á Argus. Eg fekk varhugan av, at Stauning var ivasamur viðvíkjandi A.T. Í hesum sam­ bandi var Stauning veruliga edrúur. Tað var hann ikki alla tíðina, hann seinast vitj­ aði á Tvøroyri. Hesa ferð hevði Stauning sonin, Søren, við. Hann var um 16 ára gamal. Hann var ein stórvaksin drongur. Søren hevði havt mill­umoyrnabruna í báðum oyrum. Hann sá eisini sjúkur út. (Hann kom seg kortini og bleiv gamal maður. Tað merkiliga var kortini, at hann bleiv virkin í Vinstraflokkinum, sum var langt frá tí, sum var ímyndin av pápanum). Heppið at einki bensin var Nú var tíðin komin fyri summarumferðina í oynni. Hesa ferð vóru Johan og Hassadi við mær. Hetta var ein góð hjálp, tí teir kendu væl til innkrevjing av løgtingsskatti. Tá ið vit vóru í Fámjin var ætlanin at fara við báti til Sumbiar. Men tað fekst ikki bensin til bátarnar, tí kundu vit ikki fara. Hetta var heppið, tí veðrið gjørdist vánaligt. Vit kundi havt komið í ta støðu, at tað ikki var lendandi í Sumba og heldur ikki í Fámjin á afturferðini. Tá høvdu vit verið noyddir til at sigla norður um Suðuroynna fyri at fáa landfast. Kundi vera torført at skifta grind Ein stórur partur av mínum arbeiði var at skifta grindir. Tað var ikki altíð líka takk­ samt. Eina ferð grind var í Hvalba kom eitt lesarabræv í Føroyatíðindini, sum gramdi seg um, at eg hevði skift stórar og minni leskiligar hvalir til Tvøroyri, meðan aðrir fingu teir smáu og meira leskiligu hvalirnar. Tað hevur ofta verið spurt, um grinda­ hval­ir kunnu geva hvørjum øðrum boð. Eg ivist ikki í, at hetta gera teir, bæði undir og í vatnskorpuni. Teir kunnu eisini ávara hvønn annan, um vandi er á ferð. At tað ofta kortini eydnast at reka grindir til lands at vera dripnar, skyldast uttan iva óansni hjá oddahvalinum. Sambandsmaður í Føroyum og javnaðarmaður í Danmark Tann 6. oktober 1936 byrjaði vanliga løg­ tings­setan. Tað var lutakast millum Johan Poulsen og Edward Mitens um for­man­ skapin, og Mitens vann. Mitens varð eisini ein góður formaður. Løgtingið skuldi nú velja ein lim í danska landstingið, sum saman við fólkatinginum mannaði ríkisdagin. Javnaðarflokkurin hevði avgerandi atkvøðurnar í hesum máli. Tað varð fortalt, at Mitens var áhugaður at verða valdur í staðin fyri Jóannes Pat­ urs­son, sum hevði sitið í hesum sessi und­ an­farnu tvey valskeiðini. Men tann 11. oktober fekk Sam­bands­ flokk­urin bræv frá Petur Mohr Dam, har sagt var, at Javnaðarflokkurin vildi tillaga sín politikk til sambandsflokkin í eitt val­ skeið, um Sambandsflokkurin stuðlaði hon­um til at verða valdur í Landstingið. Teir vóru nakrir í tingbólkinum hjá Sam­bandsflokkinum, sum Andras Samuel­ sen og Johan Poulsen, sum vildu góðkenna hetta uppskotið hjá Petur M. Dam. Men Poul Niclasen var ímóti eini slíkari skipan, hóast hann beint áðrenn hevði talað fyri einum samtarvi millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin. Eg vildi heldur ikki atkvøða fyri Pet­ ur Mohr Dam. Vildi bara atkvøða fyri ein­um floksfelaga. Fundast varð aftur dag­in eftir. Nú vildi Poul Niclasen siga seg vera javnaðarmann á Landstingi, um Javnaðarflokkurin vildi atkvøða fyri hon­ um. Meirilutin í flokkinum helt einki um hesa loysnina. Hann vildi heldur, at ein sam­bandsmaður gjørdist limur í radikala bólkinum í Landstinginum. Vit fingu upplýst, at Mitens hevði bjóða Javnaðarflokkinum at atkvøða fyri jarðarlóggávuni og annars at fara í radikala bólkin, sum saman við sosial­demo­krat­ unum myndaðu donsku stjórnina. Tá bjóðaði Poul Niclasen sær til at fara í sosial­istiska bólkin í landstinginum, um javn­aðarflokkurin atkvøddi fyri honum. Hetta góðkendi javnaðarflokkurin, og varð hann tískil valdur. Fráboðanin hjá Poul Niclasen var soljóðandi: Undertegnede Lagtingsmand Poul Nicla­sen erklæret herved, at jeg fra i Dag melder mig ind i det Socialdemokratiske Parti paa Rigsdagen og er indforstaaet med at tage alle de hermed fobundne Kon­ se­kvens­er. Fæørernes Lagting, den 12. Oktober 1936. Poul Niclasen. Tað var nógv skemtað við tí, eisini í donsk­ um bløðum, at hann var sosialistur, tá ið hann fór út um molan í Havn, og bleiv sambandsmaður, tá ið hann aftur kom inn um molan. Hetta var sjálvsagt eitt slag av rossa­ handli, men hann var so ikki til skaða fyri Sam­bandsflokkin. Sjálvstýrisflokkurin hevði ikki roknað við hesi semju. Hann hevði sama ting­ manna­tal sum Sambandsflokkurin, og tí rokn­aði teir við lutakasti millum Mitens og meg. Tað vóru tó týðandi sambandsfólk, sum vóru ónøgd um, at ein sambandsmaður á henda hátt skuldi fara í part við tann javn­ aðar­flokk, sum teir ikki hildu seg hava nakað til felags við. Tað vóru tey sum hildu, at Poul Niclasen hevði selt sína sannføring fyri at vera valdur. Sjálvur hevði eg ikki gjørt tað sama. Dimmalætting skrivaði, at eg var vara­ mað­ur hjá Poul Niclasen á Landstingi, men hetta máttu teir avsanna. Tað hevði eg heldur ikki viljað. Tingakrossur og Dagblaðið gjørdu sær sjálvandi dælt av hesi støðuni. Ann­ ars hevði valið tann týdning fyri donsku stjórnini, at føroyska umboðið skaff­aði henni júst avgjørda meirilutan í Lands­ ting­inum. Hetta var fyrstu ferð síðan 1870, at ein donsk stjórn hevði havt meirilutan í báð­um deildum í ríkisdegnum. Tann 2. november kom Poul aftur frá síni fyrstu setu í landstinginum, og hann greiddi á fundi tingmanningini hjá Sam­ bands­flokkinum frá gongdini í sam­skift­in­ um millum sosialistarnar. Stauning hevði verið ógvuliga blíður, men annars hevði hann ikki gjørt annað enn at lima seg inn í ting­bólkin. Javnaðarmenninir í Føroyum hildu, at hann var sloppin alt ov væl. Men tað er eisini ein partur av hesi søgu, at tá ið Poul doyði í 1953, varð hann róstur til skýggja av Petur Mohr Dam. Tað var kent, at Poul var hentur hjá før­oyingum í Danmark at heita á, um teir høvdu brúk fyri hjálp. Hetta var ikki minst galdandi undir krígnum, tá ið Poul eins og nógvir føroyingar var innibrendur í Dan­ mark. Poul Niclasen var blaðstjóri á frá­halds­ blaðnum Dúgvuni í fleiri ár og á Dimma­ lætting frá 1918-1936. Hann var løgtings­ maður 1916-1924, 1936-1940 og 1946-1950. Hann var eisini býráðslimur í Havn í átta ár, av hesum næstformaður í fimm ár. Eisini var hann limur í líkningarnevndini. Poul bleiv sitandi í landstinginum næstan inntil tað varð avtikið í 1953. Hann doyði sama ár, bara 64 ára gamal. …. Nú kemur ein steðgur í greinarøðini um Kristian Djurhuus. Men í heyst fer Kristi­an at halda fram at greiða teimum polit­isku rembingum, sum vóru seinast í 1930-árunum. Søren saman við pápanum Thorvald Stauning. Kristian Djurhuus skiftir grind Poul Niclasen var bæði í Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkium. Tað var drama í politikkinum í oktober 1936, sum henda yvirskriftin í Føroya Social Demokrati ber boð um.