hósdagur 23. juli 2020síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. JULI 2020
SOSIALURIN 58
17
Minningarorð
Minningarorð um Elis Poulsen
Mikudagin 22. juli var júst eitt ár runnið
síðani mín trúgvi og kæri vinur Elis
lat eyguni aftur á seinasta sinni.
Løtan tá vit stóðu kring sjúkrasongina á Lands
sjúkrahúsinum stendur brend í minnið mítt.
Bert tveir dagar frammanundan hevði hann ligið
og lurtað eftir sínari elskaðu sending Upp á Tá.
Dansebandstónleikurin var lív hansara og hann fylgdi
honum allan vegin, eisini tá hann fór um sýnina.
Elis og eg vóru vinmenn í nógv ár.
Tað byrjaði í tónleikalívinum
og við teim mongu føstulávints
skemtunum í Virkinum á Sandi,
sum vit báðir sum oftast vóru
partur av.
Í sjónleikunum og á sjón
leikaferð vóru vit eisini saman.
Ongantíð gloymi eg, tá vit báðir
saman við góðum fólki spældu,
í stóra leikinum um Kálv lítla.
Elis hevði høvuðsleiklutin sum
Sandoyarprestur og leikti hann
hendan so meistarliga væl.
Elis var útbúgvin gartnari
í Íslandi og í 70’unum vóru eg
og ein floksfelagi tvey á á rað í
starvsvenjing í vakstrarhúsinum
á Royndarstøðini í Hoyvík har
Elis tá starvaðist. Har lærdu vit
nógv um gróður og blómur. Eftir
tað bygdi hann sær sítt egna fram
komna vakstrarhús omanfyri
heimið á Kjálkanum á Sandi.
Í tónleikalívinum var Elis sera
virkin. Fyrst við fleiri orkestrum
í Íslandi og tá hann seinni kom
heim til Skopunar var hann m.a.
við í kenda Sandoyarorkestrinum
Buldursholinum og í Tóna Trio
saman við Sigurdi Bærendsen sála
og Terja Dalsgaard.
Elis spældi trummur við Geisl
um á Sandi og við mongun øðrum
orkestrum.
Eg byrjaði sum teknikari í Út
varpi Føroya í 1986, og frá tí degi
at Elis kom í Útvarpi í 1989 var
tað altíð ein sonn gleði at arbeiða
saman við honum, í øllum teim
mongu góðu sendingunum, hann
legði fyri dagin.
Tað sum Elis setti sær fyri,
gekk hann upp í við fullum huga,
og soleiðis var eisini tá vit saman
gjørdu tónleikasendingina Taktir
& Tónar, sum seinni bleiv til Upp
á Tá.
Hann gjørdi síðani m.a. Á
Tónatingi, sum var sera væl um
tókt, Lurtararnar og vit, Mál
tráðin, Hvat nú, Túnatos og fleiri
aðrar bæði í útvarpi og sjónvarpi.
Kongaligur reportari var Elis
eisini, hóast Tjóðveldið stóð hon
um næst.
Seinastu mongu árini nýtti
hann stóra orku til Upp á Tá
Um jóltíðir vóru tað Greyta
sleikur og Kertustubbi, sum vit
høvdu gleðina av at vera saman
um.
---
So bankaði óboðin gestur á dyrnar
og herviliga Parkinson sjúkan
kom sníkjandi so spakuliga longu
í 2012.
Fleiri ymisk sløg eru av hesi
sjúku og Elis var raktur av tí ring
asta.
Elis koyrdi tó á við fullari megi,
og í 2015 ferðaðust vit víða um við
beinleiðis Upp á Tá sendingum.
Vit vóru í Reykjavík, Esbjerg,
Sønderborg, Skúvoy, Gøtu, Kolla
firði, Skálavík, Skopun, til allar
dansibandsfestivalarnar, og
so ógloymandi túrin í Nuuk í
Grønlandi. Har var útvarpssøga
skrivað tá vit í samfullar 3. tímar
samsendu við grønlendska og
íslendska útvarpið í felags bein
leiðis Upp á Tá sending.
Eg undraðist hví Elis dreiv so
ógvusliga á við øllum hesum bei
nleiðis sendingunum, men skilti
tó sum fráleið, at Elis hugsaði
longur fram, og vildi gera og upp
liva hetta alt, áðrenn sjúkan gjørdi
meira um seg.
Tá Elis kendi á sær at røddin
fór at bila, so heitti hann á meg
um at koma við í sendingina sum
medvertur, og sum fráleið bleiv eg
røddin hjá Elisi í sendingini burt
urav.
Men hóast røddin hjá Elisi var
viknað, var sinnið og hansara
jarnvilji enn tann sami. Hann
valdi tónleikin og skrivaði trúliga
manusskript til hvørja einastu
Upp á Tá sending. Og heilt fram
til mai mánaða í fjør ferðaðust
vit aftur og aftur kring landið við
sendingini.
---
Góði Elis, viljan og áræði hevði tú
altíð.
Tað gav at bíta tá tú misti stolt
leika, og lívsverk títt, vakra vakstr
arhúsið á Kjálkanum.
Eisini tá lívsins stormar raktu
og einkardótturin Mia gjørdist
álvarsliga sjúk, vísti tú tína styrki
og var Guði takksamur, tá hon
gjørdist frísk aftur.
Sama vilja og áræði vísti tú, tá
Parkinson sjúkan rakti teg.
Eitt er tó vist, at tú hevði heims
ins bestu konu í Jonnu, sum so trú
føst stóð tær við lið í øllum lívsins
viðurskiftum, og eisini kæru børn
tíni og abbasynirnir, sum elskaðu
teg so nógv.
Í juli 2017 skuldu tú og Jonna
aftur til Noregs á dansibands
festivalarnar, men tá forðaði
sjúkan fyri, at tú kundi koyra
stóra kampingbil tykkara. Tá var
Jonna skjót, vandi seg við bilin
nakrar dagar og so fóru tit avstað
á norsku vegirnar, og alt gekst væl.
Tit fingu aftur eitt ógloymandi
summar í Noregi. Hetta gleddi teg
so ómetaliga nógv.
Góði Elis, tú var og er ein viti á
leiðini hjá mongum í somu støðu
sum tú var. Ikki at fella í fátt, men
fáa sum mest burtur úr lívinum,
sama hvussu tað lagar seg.
Góða Jonna og børn við fam
ilju, góðu systkin hjá Elisi, og øll
íð stóðu honum nær.
Latum okkum við virðing æra
minnið um Elis, við at gleðast um
góðu løturnar, og góða tónleikin.
Má Harrin í himli geva troyst
og styrki.
Kæri vinur mín, tú er farin
um sýnina, men minnini og tón
leikurin liva víðari. Vit síggjast
aftur ein dag.
Eg fari at enda við orðunum
hjá Williami Kristoffersen úr Ole
Ivars:
Alle har sin egen stjerne, der på
himmelen
Du vil aldri miste den, den finns
der på himmelen.
Við dansibandskvøðu
Vinur tín Finnur
Minningarorð
um mostir okkara
Jóhanna Lamhauge,
f. Sivertsen
Mostir var dóttir Marin og
Martin Sivertsen í Norðdepli,
hon var yngst av 5 systkjum.
Hon giftist við Jákup
Lamhauge av Glyvrum, tey
bygdu sær hús í Saltangará,
eitt fjálgt og hugnaligt heim,
har tey hava búðleikast síðani.
Mostur var ógvuliga góð við
børn og hevði hon eitt fant
astist barnatekki, vit eru nógv,
sum hava notið gott av hennara
umsorgan og kærleika, hon var
mostir við stóra M og fastir við
stóra F. Teirra heim hevur altíð
staði opið fyri okkum, okkara
familjum og eisini okkara
vinum, eitt rúmligt heim.
Tað var altíð so deiligt og
fjálgt at koma út til mostir
og Jákup, har var so hunaligt,
mostir var so nærverðandi og
hevði altíð tíð at spæla við okk
um børn, bæði úti og inni.
Tey fingu ongi børn sjálvi,
men ynskti beiggi okkara kom
út til tey at verða, tá hann var 4
ára gamal. Tey hava verið sera
takksom fyri hann og tóku sær
av honum sum sín egna son,
eisini var mostir ein góð verð
móðir og omma, og hon náddi
eisini at blíva langomma.
Mostir dugdi væl við hond
unum, bæði við stokkum og
nál, og hon helt seg ikki aftur í,
bæði at tapetesera og mála, og
sera væl gerin var hon, eisini
dugdi hon væl at gera mat.
Hon var ógvuliga hittinorða
og skemtingarsom.
Tey síðstu árini stríddist
mostir nógv við sjúku - gigt -
hon hevði ofta nógva pínu og
hon var so kedd tí hon ikki fekk
gjørt tað stóra, ofta kundi hon
taka til: eg nytti onki longur.
Mostir dámdi væl at ferðast,
men vegna sjúku, vóru tey ikki
so ofta uttanlanda tey síðstu
árini, tó so, fyri einum ári síðani
føldi hon seg so mikið væl, at
hon helt tey skuldu fara ein túr
við Norrønu, og fingu tey eisini
ein góðan túr í Danmark.
Men afturkomin bleiv
mostir aftur vánalig, og síðsta
árið var ógvuliga strævi fyri
mostir, hon var inn og út av
Landssjúkrahúsinum og røkt
arheiminum í Runavík og
heima av og á. So kom Korona
og ongin kundi koma at vitja,
tað var heilt forferdiligt, bæði
fyri mostir og Jákup og fyri
okkum øll.
25. apríl sovnaði mostir
stillisliga inn, hon orkaði ikki
meir, men flutti heim í teir æv
igu bústaðir.
Heim heim til Himmals tað
ber
Til tað heim hann tilreiðar
mær ger
Rættir út sína særdu hond
Og eg stígi á snjóhvíta strond
Góða mostir takk fyri alt tað tú
var fyri okkum øll.
Jákup - tú og mostir vóru so
góð, tit vóru eitt fyrimyndarligt
par.
Saknurin er stórur, men
størstur er saknurin hjá tær
góði Jákup og tykkum, beiggi,
Kætrin, Johanna Bjørg v/fam.
Hans Jákup og Filip, má Jesus
vera tykkara troystari.
Bodil, Erland,Pól, Jónfríða
og Ingibjørg v/fam