Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JULI 2020 SOSIALURIN 58 18 PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Mary Bodil Hansen, Rúnarvegur 26, 620 Runavík, fødd tann 13. august 1930, deyð tann 8. maj 2020, verða við hesum biðin um innan 6 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Birita Sandberg Samuelsen, Sókn Advokatar, J. H. Schrøtersgøta 7, 100 Tórhshavn, vísandi til sks.nr. 147/2020, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 7. juli 2020. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Thorleif Bjarnason Poulsen, Tinghúsvegur 66, 100 Tórshavn, føddur tann 23. marts 1935, deyður tann 5. juli 2020, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Birita Sandberg Samuelsen, SÓKN Advokatar, J. H. Schrøtersgøta 7, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 203/2020, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 14. juli 2020. TROTABÚGV Í trotabúnum Sp/f Færøy Tankers, Mykinesgøta 5, 100 Tórshavn, skrás. nr. 6280, sks. nr. 3-16/2020, verður einhvør, ið hevur krøv biðin um, skrivliga at venda sær til bústjóra, advokat Óli M. Hansen, Faroe Law, Magnus Heinasonargøta 10, 100 Tórshavn, j.nr. 2210001, innan 8 vikur eftir at hetta er kunngjørt, og boða frá hesum krøvum, uppgjørd við møguligum rentum á trotadegnum tann 25. juni 2020. Skjalprógvan fyri krøvunum og makaskjal av fráboðanini skulu sendast við. Tað verður innkallað til skiftifund fríggjadagin tann 2. oktober 2020, kl. 9.30, í skiftirættunum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, at royna fráboðaði krøv og møgulig onnur krøv. Ein listi við krøvunum og við tilmælum bústjórans og fráboðanum liggja til eftirskoðan í skiftirættinum 2 vikur innan skiftifundin. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 16. juli 2020 Hví ikki byrja nú Gunvá við Keldu Býráðslimur fyri Fólkaflokkin Gott at síggja, at Norlýsið endi­liga, við trýsti frá borgarum, hevur valt at seta sjóneykuna á vanliga viðlíkahaldsarbeiði og liðugtgerð í kommununi, eftir at virknir borgarar hava tikið stig til Facebook síðuna “Klaksvík – Rís og rós”, og nú eis­ini átakið “Nokk grivið – gerið liðugt” Jóhann Lützen skriv­ ar: Nú stund­ar til komm­unuval og tað, sum býráðið einamest treing­ir til eru árvaknar býráðslimir, sum hava fing­urin á pulsinum og lurta eftir trupulleikunum hjá borgarunum. Ein aft­ur­vend­andi forðing fyri at loysa trupul­leik­ ar er sjálvandi tvørr­ andi fígging, men fleiri trupul­leikar eru eisini, sum kunnu loysast púra ókeypis, til dømis við­víkj­ andi parkering, og fyri lítið og lætt, at tryggja skate­board-rampuna. Í hes­um førunum skal næst­an bara vilji til. Hví bíða til eftir komm­ unu­valið. Nýtt býráð tekur ikki við fyrrenn 1. januar 2021. 2020 er júst hálv­runnið, tí eiga vit ongantíð ov skjótt bøta um nøk­ur av hesum átroðk­andi mál­um, ið nevnd verða í greinini. Havi ferð eftir ferð gjørt vart við, hvussu lítl­an part við­líka­hald og liðugt­gerð hevur fingið av inntøkuvøkstrinum hjá kommununi seinastu 8 ár­ini. Eisini havi eg, og vit í minni­lutanum, víst á, hvussu vant­andi plan­ legging og stýring av stóru verkætlanum, hevur tikið bæði tíð, fólk og fígging frá hesum arbeiði. Í strembanini eftir stór­um verkætlanum hev­ur býráðs­leiðslan nið­ur­raðfest vanligt við­ líka­hald og liðugtgerð. Stór­ar verkætlanir eru neyð­ug­ar fyri menningina av komm­ununi, men sam­ stundis sum nýggj átøk verða gjørd, er alla­tíðina umráðandi at fígg­ing verð­ur avsett til at halda við­líka. Allar nýggjar verk­ætlanir hava rakstur við sær, tí er so um­ráðandi at fígging til henda part­ in fylgir við, so hvørt sum inn­tøkurnar økjast og nýggjar verk­ætlanir verða framdar. Býráðspolitikarar hava ábyrgd­ina av at játta pen­ingin, men tað er býráðsleiðslan, borg­ar­ stjórin saman við for­ kvinn­um og -monnum, ið eig­ur at hava “fingurin á puls­inum”. Býráðsleiðslan hev­ur fulla ábyrgd av at fáa mál­ini ígjøgnum skipanina, so borg­ar­arnir, sum vit umboða, kenna seg hoyrdar. Hetta hava vit í minnilutanum roynt at gjørt vart við, og vænta, nú Norð­lýsið er komið inn í dystin, at okkurt fer at henda heilt skjótt. Jú fleiri vit eru, ið síggja hesar av­ bjóðingar, jú betri. Viðmerking Sølvi Mortensen á Sandi 90 ár Hósdagin 23. juli fyllir pápi okkara, Sølvi Mortensen, 90 ára gamal. Tað er gleðiligt, at tú kann halda hendan stóra dagin við nøkrum fáum av tínum nærmastu. Títt ynski var tó at hava opið hús í missiónshúsinum og kunna bjóða fólki til drekkamunn og eitt prát. Hetta ber tó ikki til í ár vegna Korona. Foreldur tíni vóru Jóhan Mortensen og Elisabeth Mortensen á Sandi. Tit vóru trý systkin á lívi, Leiv sáli, ið var júst trý ár eldri enn tú, og Jona Sandoy sum býr á Sandi. Tit mistu tríggjar systrar av sjúku, tá tær vóru smáar. Mammu tína misti tú á ungum árum, og tað hevur fylt í tíni lívssøgu. Tú átti ein pápa, ið var sera húsligur og sum passaði Elisabeth ommuna í eitt ár, tá hon lá sjúk. Tú hevur so vist fingið gott í beinið og hevur dugað at víst umsorgan fyri okkum børnum, mammuni og annars nógvum, ið høvdu stuðul fyri neyðini. Sum ungur sigldi tú við fiskiskipum og gjørdist seinni skipari. Tú var sera glaður fyri sjólívið og hevur ofta tosað um ferðirnar við skipi, um fiskiskapin og upplivingar á sjónum, bæði góðar og ringar. Og sambandið við fleiri av monnunum, tú sigldi saman við, hevur tú altíð hildið við líka. Tá vit vóru smá, legðist tú upp á land og bleiv handilsmaður. Abbin og omman høvdu handilin Eldhús, so tú kom inn í virkið og var handilsmaður, heilt til tú gavst, tá tú var komin upp í sjeyti árini. Sum handilsmaður vart tú stak blídligur og dámdi væl at tosa við fólk. Eisini hevði tú nógv samband við heilsølur í Havn og dámdi væl at ringja og bíleggja vøru og samstundis fáa eitt hugnaligt prát. Vit minnast, at tá tøknin tók yvir, og tað bara skuldi bíleggjast við strikukotu umvegis teldu, so ringdi tú ofta allíkavæl, tí tú saknaði tað livandi sambandið, ið samrøðan gav. Einum andaligum heimi á Sandi brendi tú fyri, so Missiónshúsið fylti nógv í tíni frítíð, og tær dámdi avbera væl at hava sunnudagsskúla fyri børnunum og fortelja teimum bíbilsøgur. Saman við øðrum skipaði tú fyri útferðum á sumri, við sunnudagsskúlanum, har vit sluppu at hoppa í posa, renna postarenning og mangt annað stuttligt. Hesar útferðir eru góð barnaminnir, har tú stuttleikaði tær óført við børnunum. Tú hevði møtir og fekk fólk at koma til Sands, og tí høvdu vit ofta gestir. Hesi kvøldini í heiminum vóru stak hugnalig, har fólk komu til drekkamunn og prát. Pápin, tú hevur altíð verið so sera lívsglaður, og tín kristna trúgv var ikki bara nakað, ið tú segði við orðum, tú útinti hana í tínum dagliga lívi og virki. Tín kærleiki hevur verið ein stórur stuðul gjøgnum alt okkara lív. At koma til Sands var at fáa kærleika og merkja umsorgan. Tú hevur eisini verið ein avbera góður abbi fyri okkara børn, og tey hava nógv gott at minnast aftur á frá ferðunum á Sandi. Fyri trimum árum síðani var tú so illa sjúkur, og tit noyddust at flyta á ellisheimið Áargarð, og tú og mamman fingu stovu saman. Har hevur tú megnað at ment teg og er vorðin nokkso væl fyri aftur. Mamman og tú hava fylgst alt lívið, og tit hava altíð verið ófør at stuðla hvørjum øðrum. Nú eru tit saman á einum kamari, og vit gleðast um at kunna vitja tykkum og av og á at fáa tykkum niðan í heimið. Hjartaliga tillukku á 90 ára degnum góði pápi, verfaðir, abbi og langabbi og Jesu signing í komandi døgum. Bestu føðingardagsheilsanir Margret og Jan við familjum