hósdagur 30. juli 2020síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. JULI 2020
SOSIALURIN 59
20
Javnaðarflokkurin tekur undir
við, at ókeypis hjálp verður
veitt ungum sálarsjúkum og
flokkurin tekur eisini undir við,
at samgongan nú fer at leingja
sjúkradagpengaskeiðið hjá
teimum sum eru rakt av longum
sjúkralegum.
-Løgmaður var inni á tí, sum
tey kalla viðgerðartrygd – tað
kann eita ymiskt annað – og
tí taka vit undir við – altso at
vit sleppa undan bíðilistum í
heilsuverkinum, sigur Aksel V.
Johannesen, formaður í Javn
aðarflokkinum.
Hann sigur, at tað er sjálv
andi gott at vit sleppa undan
bíðilistum og fáa gjøgnum
skygni, men fyri at hetta kann
henda, so skulu fleiri fólk setast
í heilsuverkinum.
Aksel V. Johannesen vísir á,
at í seinastu samgongu vóru
pengar settir av til at fáa læknar
í útbúgving til Føroya at arbeiða.
-Men nú sær út til at heilsu
verkinum tørvar pengar, so hesir
læknar helst noyðast av aftur
landinum. Tað er sera óheppið,
tí tað kann hava við sær at vit
missa teir og teir ikki koma aftur
til Føroyar, sigur hann.
Búskapurin
Aksel V. Johannesen sigur, at
skal hann koma við onkrum
negativum um røðuna hjá løg
manni, so er tað, orðini hann
segði um føroyska búskapin.
Løgmaður segði í samband
við korona, at hetta eiga vit
at klára, tí vit hava ein sera
sterkan almennan búskap eins
og vinnan er væl fyri og allir al
mennir grunnar eru fullir.
-Hetta er beint í mótsøgn við
tað, sum hann segði fyri einum
ári síðani, tá ið hann legði onk
um undir at hava vanstýrt bú
skapinum. Hetta passar ikki
saman, tí veruleikin er, at vit
stýrdu búskapinum sera væl,
tá ið vit sótu har og tí er hann
sterkur í dag, sigur Aksel V.
Johannesen.
Hann sigur, at yvirskotið uppí
eina hálva milljard frá 2019 er
søplað burtur í dýrari rakstri og
færri inntøkum.
-Tað ræður um at hava stabilar
útreiðslur – bæði í ringum og
góðum tíðum, so tað altíð eru
ráð til vælferðartænasturnar,
sigur hann.
Elnetið
Aksel V. Johannesen finst eisini
at ætlanunum um at leggja
netið hjá SEV í eitt annað felag.
Serliga heldur hann at hetta
málið er komið ov langt, tí
landið ikki hevur tosað við kom
munurnar um tað.
-Er hetta tí, at nakrar fáar
privatar fyritøkur, skulu vinna
nógvan pening burtur úr grønu
orkuni? Endamálið má vera, at
føroyski bríukarin, sum er hús
arhaldini og vinnan, fær ein
bíligari og grønari streym, sigur
formaðurin í Javnaðarflokki
num.
Formaðurin í Javnaðarflokki
num saknar eisini okkurt um
mentan.
-Hetta er fyrstu ferð eg veit
um, at mentan ikki er nevnd
við einum orði í ólavsøkurøðuni,
sigur Aksel V. Johannesen.
Røðan var svartur sambands
politikkur og uttan visjónir.
So bersøgin er formaðurin í
Tjóðveldi, Høgni Hoydal, tá ið
hann skal gera viðmerkingar til
røðuna hjá løgmanni á ólavsøku.
-Skal eg taka tað positiva fyrst,
so megnaði hann at ásanna at tær
skipanir, sum hetta samfelagið
byggir á, megnaði at standa ímóti,
tá ið korona herjaði á okkum og
hann rósti teimum, sum tá tóku
eitt stórt tak.
-Hedr er onki tjóðskaparligt
mál – her er ongin visjón, her
er bert kolasvart samband,
tá ið tað snýr seg um okkara
støðu í heiminum. Vinnulívs
politikkurin er tann løgni,
at tað snýr seg bara um at
nakrar fáar fyritøkur skulu fáa
frammíhjárætt til okkara til
feingi. Tað ger at vit fáa minni
inntøkur í landskassan og klára
ikki at fíggja vælferðina, sigur
Høgni Hoydal.
Hann sigur, at hetta er sum
tað plagar at vera, at Fólkaflokk
urin sleppur at sæta sær og sín
um, meðan løgmaður tosa um
ríkisfelagsskapin.
-Tað merkir bara, at vit verða
bundin fastari at Danmark.
Hendan samgongan er ikki
fyri fólk, men bert fyri nøkur
fáa útvald. Hetta er redinur
bókhaldarapolitikkur, sigur
Høgni Hoydal.
Sev í tvey feløg
Løgmaðuir segði tað sum stend
ur í samgonguskjalinum, at nú
verður farið undir at skilja SEV
í tvey feløg.
Høgni Hoydal sigur seg ótttast
fyri, at hetta fer at geva nøkrum
fáum møguleika at gagnnýta og
vinna pening úr føroysku orkuni
– vindinum til dømis – og at tað
helst verða olkufeløgini, sum
frammanundan hava vunnið
pening úr oljuni.
-Kanska skal hetta nú gerast
umaftur við vindinum og
kanska við íslendskum kapitali
aftanfyri, sigur hann.
-At løgmaður tosar um kapp
ing kann helst síggjast sum
í fiskivinnuni, har einstakar
fyritøkur fáa framíhjárætt. Tað
verður helst bæði við elnetinum
og telenetinum, har bert fáa fáa
nakað burturúr, sigur Høgni
Hoydal.
Formaðurin í Tjóðveldi sigur,
at tá ið ólavssøkurøðan verður
viðgjørd, fer flokkurin ikki bert
at viðgera tað, sum løgmaður
segði, men eisini koma við egn
um uppskotum, hvussu sam
felagið kann skipast, sigur
Høgni Hoydal.
Grundleggjandi heldur for
kvinnan í Framsókn, Ruth Vang,
at har vóru fleiri spennandi
ting í røðuni hjá løgmanni, sum
flokkurin kann taka undir við.
-Men hann fekk eisini
nakrar reyðar lampur at blinka,
serliga tá ið hann tosaði um
uttanríkismál og støðuna í
ríkisfelagsskapinum, sigur hon.
Hon sigur at tað ljóðaði
spennandi, tá ið løgmaður
frammanundan hevur sagt, at
støðan í ríkisfelagsskapinum
skal endurskoðast.
-Men tá ið tað fyrsta hann
nevnir er, at vit skulu innlimast
í eina danska CPR-nummar skrá,
so boðar hettta ikki frá góðum,
sigur hon.
-Eisini tað, at vit nú í felag
við Danbmark skulu lóggeva
um telesamskiftið. Tað er heilt
klárt eitt stig skeiva vegin, tí vit
helst skulu taka ræði á fleiri og
fleiri málum. Ábendingarnar
benda á, at vit verða knýtt nærri
at Danmark – soleiðis lesi eg tað,
sigur Ruth Vaang.
SEV
Framsókn tekur undir við, at
netparturin hjá SEV verður lagd
ur í eitt felag fyri seg.
-Men sjálandi er hetta eitt
stórt mál, sum má greinast væl.
Tí er tað tað ikki rætt, at man er
farin í gongd við arbeiðið uttan
at hava tosað við kommunurnar,
sum jú eiga SEV. Hetta er eitt
mál, sum vit eru opin fyri, sigur
forkvinnan.
Hon er heldur ikki samd við
løgmanni um tað sum hann
segði um gongd í haga, tí har
tosaði hann um gjøld.
-Vit halda, tað skal vera, at
tað skal vera frítt at ganga í
haga, men tað kunnu sjálvandi
vera undantøk, har gjald verður
tikið fyri tænastur, sigur hon
Forkvinnan sigur eisini,a t
fiskivinnuskipanin, sum nú er
í gildi, byggir á ein alt ov lítlan
meirluta.
-Tað gjørdi tað eisiniu tá ið vit
sótu, men eg haldi, at tá ið tað
er ein so stór lóg, so eiga vit at
miða eftir breiðari semjun, sigur
Ruth Vang.
Reyðar lampur blinka eftir røðu løgmans
Svart samband og bókhaldarapolitikkur
Sumt var gott men annað eru vit heilt ósamd um
Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, sigur at løgmaður fekk
reyðar lampur at blinka hjá sær eftir ólavsøkurøðuna
Aksel V. Johannesen, løgmaður, tekur undir við onkrum, sum
løgmaður nevnir í ólavsøkurøðuni, men finst at øðrum
Formaðurin í Tjóðveldi er ikki
nøgdur við ólavsøkurøðuna,
men hon bleiv sum
hann hevði væntað