Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-30, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juli 2020síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. JULI 2020 SOSIALURIN 59 19 - Vit hava longu funnið semju við donsku stjórnina um, at ein og hvør, sum býr í Føroyum og hevur ríkisborgararætt, kann fáa cpr-nummar. Hetta fer at gera tað nógv smidligari at brúka eitt nú donsku sjúkrahús- skipan­irnar og at fáa danskt lestrarpláss.  Løgmaður sigur, at hetta er fyrsti liður í broytingunum í ríkisfelagsskapinum, men hann sigur eisini, at stýris­ skipan­ar­lógin skal dagførast – mill­um annað við heitunum hjá landsstýrisfólkum og ting­ fólkum. Heilsuverkið skal styrkjast Viðgerðartrygdin stendur ovarlaga á raðfestingarlistanum hjá sitandi samgongu -- Tað er avgerandi fyri alt sam­ felagið, at vit hava eitt væl­ virkandi heilsuverk. Í eina tíð hevur verið talað um viðgerðartrygd innanfyri 40 dagar, og skjøtil er settur á við at gera almennar bíðilistar á ávísum økjum. - Heilsuverkið skal bæði lekja og lofta, sigur løgmaður. - Vit vilja hava, at fólk verða útgreinað skjótt – og eing­in skal bíða longur enn 30 dagar eftir viðgerð. Vit ar­beiða longu við at greina og al­manna­kunn­ gera bíðilistarnar – og sjúk­ling­ urin skal fylgjast upp. Hetta verður grundarlagið undir viðgerðartrygdini, sigur løg­ maður. - Og tað verður eisini tryggari hjá diabetikarum í Føroyum. Saman við Novo Nordisk grunni­num fara vit at bøta um við­gerðartilboðini. Ein royndarskipan, ið bjóðar teimum 15–35 ára gomlu ókeypis sálar­frøðiliga viðgerð, fer eisini at muna væl og hjálpa fleiri sálar­liga. Um nakrar dagar byrjar ein sálarfrøðingur og sosialráðgevi á ADHD-klinikkini á Psykiatriska depli­num. - Málið er, at bíðitíðin, sum fyrr í ár var upp til trý ár, skal fáast niður á tríggjar mánaðir næsta árið, sigur Bárður á Steig Niels­en, løgmaður. - Vit vilja betra um møgu­leik­ arnar hjá teimum, ið av sjúku ella skaða hava mist førleika, at endurvinna mistu førleikarnar. Størri orka verður brúkt til endur­venjingartænastur í sjúkra­húsverkinum, og skjótt verður eitt endurvenjingartilboð til parkinsonsjúklingar sett á stovn, sigur løgmaður. Hann legði afturat: - Fyri at lætta um hjá teimum løn­takarum, sum gerast álvars­ liga sjúkir í longri tíð, til dømis krabba­meinssjúklingum - leingja vit tíðarskeiðið við sjúkra­dag­pengum. Løgmaður: Fiskivinnan er løgd í eina trygga legu Nýggja fiskivinnulóggávan hevur havt nýíløgur út móti tveimum milljardum við sær -- Við broytingunum í lógini um sjófeingi hevur vinnan fingið brúksloyvi við 12 ára upp­sagnar­ tíð, ið Løgtingið skal samtykkja á hvørjum ári. - Ótrygga uppboðssølan er eisini strikað, segði løgmaður í ólav­søkurøðuni.  Og nýggja, trygga fiski­vinnu­ lóg­gávan hevur longu givið av­ kast: Íløgur verða gjørdar fyri út við tvær milliardir kom­ andi árini, og við nýggjum og dagførdum tólum kunnu vit flyta føroysku fiskivinnuna mun­andi longur framá.   - Men fiskatilfeingið er ogn Før­oya fólks. Verða veiðirættindi seld endaliga, skal tað almenna hava bróðurpartin. Tí hava vit gjørt ein serskatt, sum tryggjar landi­num sín part av sølunum, segði løgmaður.  Næsta stigið er at endurskoða skipanina við veiðugjaldi, so at hon tekur neyvari atlit at skift­ andi umstøðum í vinnuni.  Skipanin við veiðugjaldi, verður eftir ætlan sett í gildi 1.janu­ar komandi ár. Veiðugjaldið verður broytt til eitt yvirskotsgrundað gjald, sum legg­ur upp fyri rentu-, olju- og fiska­prísi.