hósdagur 30. juli 2020síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. JULI 2020
SOSIALURIN 59
18
ÁRNI GREGERSEN
16.september í fjør tók hendan
samgongan við valdinum, og
Bárður á Steig Nielsen var
valdur samgonguleiðari og løg
maður.
Ein av uppgávnum hjá løg
manni er at halda røðu í tingi
num, tá ið Løgtingið verður
sett ólavsøkudag. Tá skal hann
greiða frá, hvat landsstýrið ætlar
at fremja í komandi tingsetu,
og hann skal eisini siga, hvussu
støðan annars er í landinum.
Røðan kannn lesast í sínari
heild aðrastaðni í blaðnum, eins
og viðmerkingar frá andstøðuni,
men her er ein partur av tí, sum
løgmaður nevndi.
Slagið undir vangan
kom óvart á okkum
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður,
helt sína fyrstu ólavsøkurøðu
--
Tað kom óvart á føroyingar, tá
ið korona breyt út, og vit fingu
fyrstu smitaðu fólkini í Føroyum
í byrjanini av mars.
Løgmaður, sum saman við
samgonguni, tók við valdinum
16.september í fjør, helt sjálvur
fyri í nýggjársrøðu síni, at alt sá
bjart út, tá ið hugt var inn í 2020.
Virksemið í landinum var
stórt, og tað gekk væl sum heild,
men knappliga kom korona til
okkara, og føroyingar vóru part
ur av alheims farsóttini.
- Best sum sólin skein sum
bjartast, gjørdist luftin grim
og grá – og veðrið skifti, segði
løgmaður í síni fyrstu ólavsøku
røðu.
- Tað var ódnarróður. Men
áralagið var framúr, semja var
um kósina – og øll somul settu á,
alt tey vóru ment – fólk, vinna og
myndugleikar. Og samgonga og
andstøða arbeiddu væl saman.
- Gamlaárskvøld hevði eingin
okkara droymt um, hvussu
illveðrið fór at herja hetta várið,
segði løgmaður í dag.
Løgmaður segði, at hann
framvegis ikki ivast í, at vit
føroyingar fara at klára hesa
avbjóðing, sum vit hava fingið
av korona, tí vit standa saman
og hava eitt sterkt vinnulív,
sum megnar at koma gjøgnum
kreppuna.
Løgmaður boðar frá
politiskum broytingum
Bygnaður og skipanir skulu
broytast, og tað privata skal
bjóða tí almenna av
--
At tora at stýra vil siga, at ein
torir at hyggja at nýggjum leið
um – og at nýggju loysnum.
Í ólavsøkurøðu síni boðaði
løgmaður frá, at nú skulu
broytingar gerast í føroyska
samfelagnum.
Skipanir, sum ikki virka nóg
væl og sum ikki geva nóg góð
úrslit, skulu skiftast út við aðrar
skipanir.
- Privata vinnan skal kunna
bjóða tí almenna av, har tað er
til fyrimunar fyri borgaran, og
nakrar av almennu tænastunum
verða útveittar, um tað er ein
fyrimunur fyri føroyingin, segði
løgmaður.
Hann segði, at tað er ikki
uppgávan hjá tí almenna at
reka privat partafeløg. Tí eiga
summi partafeløg at einskiljast,
og viðvíkjandi øðrum skal ein
jøvn kapping tryggjast millum
tað almenna og tað privata.
- Skulu vit framhaldandi vera í
fremstu røð, mugu vit politikarar
skapa røttu karmarnar, góðar
arbeiðsumstøður og menning.
Tað skal bæði vera rúm fyri
hugflogi og fjølbroytni, segði
Bárður á Steig Nielsen, løg
maður.
Umskipa ella avtaka
fleiri ráð og nevndir
Ráð og nevndir verða eftirhugd –
sumt verður umskipað og annað
verður avtiki
--
Løgmaður segði í røðu síni, at
fólk í dag vilja hava handling.
Tos fremur ikki broytingar.
Tí boðaði hann eisini frá,
at landsstýrið fer at hyggja at
ráðum og nevndum hjá tí al
menna. Hann segði, at tað sum
ikki virkar eftir ætlan verður
annaðhvørt tikið av ella um
skipað.
Hann vísti eisini á, at tað
ræður um nýhugsan og grønar
loysnir. Millum annað tí verður
eitt vakstrarforum – ein nýggj
nevnd – sett á stovn, sum skal
birta undir nýhugsan, íverk
setan, grøanan vøkstur og væl
ferð.
- Talgildu Føroyar er eitt
ítøkiligt dømi um nýhugsan og
íverksetan, sum kann tryggja
spennandi vitanararbeiðspláss
- og skumpa undir enn størri
búskaparvøkstur, segði hann.
Hevur sent ES-forkvinnu
bræv um nýggja avtalu
Løgmaður umrøddi okkara
uttanríkispolitisku støðu og
møguligar broytingar í ríkis
felagsskapinum
--
Í ólavsøkurøðu síni boðaði løg
maður frá, at hann hevur sent
nevndarforkvinnuni í ES bræv,
har hann sigur, at Føroyar
ynskja eina nýggja avtalu.
Í røðu síni gjørdi hann var við,
at føroyingar hava samhandil
við øll tey stóru londini í heimi
num, sum USA, Russland og
Kina, men at ongin skal ivast í,
at Føroyar annars eru partur av
vesturheiminum.
- Ríkisfelagsskapurin hevur
seinastu árini staðið órørdur.
Eingin menning. Eingin fram
burður. Men konfrontasjónir og
ósemjur, segði løgmaður.
- Vit skulu sjálvandi røkja
okkara egnu áhugamál. Tí er
neyðugt at beina burtur allar
uttanríkispolitiskar forðingar í
viðurskiftunum við Danmark.
- Við sitandi landsstýri
verður nýggj kós sett ímóti
meira semjusøkjandi tíðum.
Fyrsta ólavsøkurøðan hjá
Bárði á Steig Nielsen løgmanni
Korona fylti nakað, men
løgmaður boðaði eisini frá,
at privata vinnan skal sleppa
at taka sær av almennum
uppgávum, og at rudddast skal
upp í ráðum og nevndum