hósdagur 30. juli 2020síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. JULI 2020
SOSIALURIN 59
17
– Eg skal vera væl upplagdur,
tá ið eg fari út at spæla,
og eg skal ikki kiksa,
sigur Hallur Joensen
at tað hoyrist eisini á hesari
útgávuni, at tónleikararnir eru
góðir, sigur Hallur Joensen.
Nógvar framførslur
Hallur Joensen hevur útgivið
sjey útgávur síðani 2008, og hann
er tí kanska mest virkni føroyski
tónleikarin hetta tíðarskeiðið.
Harafturat hevur hann eisini
spælt sera nógv live – til stór og
smá, ja øll hugsandi tiltøk kring
landið og í útlandinum.
– Eg kenni meg standa
sterkan sterkt á pallinum, og eg
kann spæla einar tríggjar tímar
bara við mínum egnu sangum,
skuldi tað verið, sigur Hallur
Joensen.
– Tá eg spæli uttanlands, plagi
eg at greiða frá um Føroyar,
Klaksvík og føroyskan tónleik,
og so spæli eg nakrar sangir
hjá mær sjálvum, og so kann
eg spæla okkurt cover. Tað er
ikki óvanligt, at eg upplivi, at
fólk syngja við til mínar sangir
uttanlands, og tað kennist heilt
serligt.
Hallur Joensen spælir onkun
tíð sum solistur, men oftast sum
duo, trio ella við bólki.
– Eg eri altíð væl fyrireikaður
til mínar framførslur, hóast mær
dámar, at tað virkar sum eitt
sindur improvisera og óformelt.
Eg veit júst, hvat vit skulu ella
kunnu spæla, og eg veit, hvat
tónleikararnir hjá mær kunnu.
– Eg hugsi altíð, at eg skal fáa
tað besta burturúr, og eg havi eitt
positivt lyndi. Eg plagi at siga, at
vit hava tveir møguleikar: Vit
kunnu positiv ella ikki. Vit eru
so skjót at finnast at ella døma
hvønn annan, men mann kann
eisini gera tað øvugta. Mær dám
ar væl at hitta fólk og práta við
fólk, og tá eg til dømis skal spæla
fyri eldri fólki, møti eg í góðari
tíð, og tá kunnu prátini, sum eg
fái, vera eins gevandi og fram
førslan.
– Eg skal vera væl upplagdur,
tá ið eg fari út at spæla, og eg
skal ikki kiksa. Eg verði biðin
um at spæla til nógv ymisk
tiltøk, og tá ið fólk til dømis biða
meg spæla til eitt brúdleyp ella
eina føðingardag, so hugsi eg, at
eg skal spæla til eina av stóru
løtunum í lívinum hjá fólki. Tað
taki eg í stórum álvara, og eg vil
gera tað so gott sum gjørligt –
bæði fyri meg og mín tónleik og
fyri fólkini, ið eg spæli fyri. Eg
eri takksamur fyri, at eg verði
biðin um at spæla, sigur Hallur
Joensen.