Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juli 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. JULI 2020 SOSIALURIN 59 16 EYÐUN KLAKSTEIN H ann fór frá at vera akkord­ar­beið­ari í betong til at vera størsta country­ stjørn­an í Føroyum. Longu við fyrstu útgávuni í 2008 náddi hann tað, sum hann setti sær fyri. Seinastu 12 árini hevur hann verið ein av størstu profilunum í føroyskum tónleiki. Hann hevur givið væl umtóktar fløgur út – hevur sungið nógvar perlur – og hann hevur spælt mest sum á hvørjum tanga og í hvørjum skoti í Føroyum. Nú er Hallur Joen­sen aktuellur við nýggjari út­gávu, sum hevur fingið sera góða móttøku. – Eg havi ongantíð fingið so nógvan respons sum hesaferð. Kanska er tað, tí at fløgan er so fjøl­broytt og fevnir um meira enn bert standard country. Vit vilja ikki eina gera traditionella country-fløgu, men vilja gjarna nerta við onnur tónleikasløg eisini. Á hesari útgávuni eru fýra ella fimm standard country og so nógvir avstikkarar til annað, sigur Hallur Joensen. Útgávan »Runnin ár« er kom­ in út sum fløga, og seinni kemur hon eisini sum lp pláta. Sangir sum »Mín vakra, ljósa lilja«, »Vinir eru reyðargull« og »Enn er verðin ung« eru longu vorðin hitt, og fleiri av hinum sangunum á útgávunum eru eisini nógv at hoyra á útvarpsrásunum. Fløgusølan er als ikki tað, hon eina­ferð var, men tá ið Hallur gevur fløgu út, ber til at selja fløgur til føroyingar. Flúgvandi byrjan Hallur Joensen fór at spæla tón­ leik sum unglingi í Klaks­vík, og hann var við í fleiri tón­leika­ bólkum – eitt nú Haihko, Science Fiction og Birds. Hann royndi seg eisini í sangkappingini Ársins song­rødd. Frá fyrst í 1990’unum og fram til 2007 búði Hallur Joen­s­en í Danmark, og hann spældi hann við í tónleikabólki. Tað var eftir hetta, at hann fekk sítt stóra gjøgnumbrot sum countrysangari. Útgávan »Pickin’ Time in Nashville«, sum kom út í 2008, var ein stórseljari frá byrjan, og longu árið eftir stað­festi Hallur sína støðu sum før­oyskur countrykongur við út­gávuni »Smile«. – Tey málini, sum eg upp­runa­ liga setti mær við tónleikinum, náddi eg við fyrstu útgávuni, sum fekk eina sovorðna mót­ tøku, sum eingin kundi droymt um. Eg gjørdi fløguna til pápa mín, sum dámdi væl country, og eg gjørdi nógv burturúr, sigur Hallur Joensen. – Eg fór við bankandi hjarta til Nashville, brúkti nógvar pengar til innspælingarnar, og hugsaði, at hatta var tað. Eg hevði gjørt eina countryfløgu, og so vónaði eg, at onkur fór at lurta eftir henni, og at onkur kanska fór at biða meg spæla. Men eg hevði als ikki roknað við, at tað skuldi útvikla seg soleiðis, sum tað gjørdi. Hallur Joensen varð eftir stutt­ari tíð stóra navnið í før­ oysk­um tónleiki, og tað tóktist sum føroyingar høvdu bíðað eftir einum countrysangara sum hon­um. – Eg fór frá at vera akkord­ arbeiðari í betong til at spæla tón­leik burturav. Tað er eitt sindur undarligt, og eg hugsi fram­vegis onkuntíð, at eg burdi gjørt okkurt til nyttu, sum um tónleikur ikki kann vera eitt yrki. Eg arbeiði nógv við mín­ um tónleiki, og tónleikurin er fremstur í huga mesta av tíðini. Eg skal samskifta við fólk, leggja til rættis, fyrireika framførslur, fara út at spæla, ferðast til út­ landið og mangt annað. Tað er nógv at taka sær av, og tað besta er, tá ið eg havi spælt onkra­ staðni, og eg verði biðin um at koma aftur, sigur Hallur Joen­ sen. Fjølbroytt Nýggja útgávan hjá Hallur Joen­ sen bjóðar fjølbroyttar sangir. Sumt ljóðar sum gott, gamalt country, annað dregur inni hug­ lag og stíl frá jazzi, rock ‘n’ roll og poppi. – Framleiðarin Jákup Zacharias­sen hevur bjóðað mær av, og eg kann eisini syngja annað enn bert vanligt country. Tað kann vera, at eg tími okkurt betur enn annað, men á hesari út­gávu­ni fái eg roynt meg á ymsan hátt, og tað er ikki minst takka veri Jákupi og teimum, sum hava verið við at skriva sang­irnar, sigur Hallur Joensen. – Tú veitst ikki, hvar tú endar, tá ið tú byrjar at arbeiða við nýggjari útgávu, og spenn­ ing­urin er framvegis stórur, tá ið fløgan skal gevast út. Eg vil gjarna gera góðan og fjøl­ broyttan tónleik, sum kann fanga fjøldina, og tað er fantastiskt at sleppa at arbeiða saman við Jákupi Zachariassen, sum er so kreativur og dugnaligur. – Eg vóni, at eg kann fáa nógv fólk at lurta eftir mínum út­gávum, og kanska tíma yngri fólk at lurta eftir sangum sum »Um tú hevur tað sum eg«, »Lív­ ið er ein lítil løta«, »Vinir eru reyðargull«, og so fáa tey onkran annan meira vanligan country­ sang við eisini, sigur hann. Útgávurnar hjá Hallur Joen­ sen eru upptiknar í Nashville, og tað er tann nýggja eisini. – Eg stúri eitt sindur fyri, at mínar útgávur skulu metast at vera hópframleiðsla úr Nash­ ville, tí tað eru tær avgjørt ikki. Jákup Zachariassen ger sum framleiðari ein stórarbeiði, áðrenn vit nakrantíð fara til Nash­ville at taka upp. Hann legg­ur sangirnar til rættis, skipar upp­tøkurnar og hevur hugsað detaljurnar ígjøgnum. Tað er ikki ein og hvør, sum sleppur at spæla á okkara útgávum. Tón­ leik­ararnir skulu vera dugnaligir, og teir skulu gera sær ómak við inn­spælingunum. Og eg má siga, EG VIL HAVA EG VIL HAVA TAÐ TAÐ BESTA BESTA BURTURÚR BURTURÚR – Eg hugsi altíð, at eg skal fáa tað besta burturúr, og eg havi eitt positivt lyndi. Eg plagi at siga, at vit hava tveir møguleikar: Vit kunnu positiv ella ikki. Vit eru so skjót at finnast at ella døma hvønn annan, men mann kann eisini gera tað øvugta, sigur Hallur Joensen, føroyskur countrykongur, sum er aktuellur við nýggjari útgávu Útgávan »Runnin ár« er tann sjeynda hjá Hallur Joensen. 12 sangir eru á fløguni, sum er upptikin í Nashville í USA og í Føroyum. Jákup Zachariassen hevur enn einaferð verið framleiðari og hevur verið við at skriva fleiri av sangunum. Høvundar eru Martin Joensen, Niclas Johannesen, Steintór Rasmussen, Andrias Justesen, Kemm Poulsen og Eyðun Nolsøe. Jákup Zachariassen er høvuðslagasmiður, og Hallur Joensen, Jessica Hallursdóttir og Pætur við Keldu hava eisini verið við at gera løg, umframt at tveir sangir eru týddir. Á útgávuni eru tríggjar duettir – tær syngur Hallur saman við dóttrini Jessicu, Kristinu Bærendsen og Sámal Ravnsfjall. RUNNIN ÁR