Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juli 2020síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. JULI 2020 SOSIALURIN 59 15 Hvørjar stroymingtænastur brúkar tú? Júst nú er tað Netflix og HBO Hvørjum hyggur tú eftir? Sum allar, allar oftast er tað røðir, men onkuntíð hyggi eg eisini eftir filmum, dokumentarum ella stand-up. Hvørjari sjónvarpsrøð kanst tú viðmæla? Tað verður torført at velja eina úr rúgvuni, tí tað eru so ómetaliga nógvar góðar røðir gjørdar, men ein tann besta, sum eg havi sæð í nýggjari tíð er røðin »Mindhunter« á Netflix. Tí, tað eru ólukksáliga nógvar krimi- røðir á Netflix, og kappingin um hyggjaran er stór, men eg lovi tær, at fáar eru sum FBI-dramaið Mindhunter. Tær flestu krime-røðinar eru ein lýsing av eini ræðuligari hending og síðani ein kanning av, hvør hevur framt hesa gerðina. Mindhunter er tað øvuta. Røðin, sum byrjar síðst í sjeytiárunum, er bygd á bók hjá John E. Douglas og Mark Olshaker við sama navni. Tað er eisini vert at nevna, at tað er David Fincher, sum hevur framleitt fyri Netflix. Hann er eisini er maðurin handan House of Cards. Røðin dregur teg spakuliga inn, men tá tú hevur sæð nakrar partar, situr tú rúnarbundin og fylgir við meðan Holden Ford (Jonathan Groff) og Bill Tench (Holt McCallany) við spildurnýggjum hugskotum tá í sjeytiárunum halda, at teir kunnu læra okkurt nýtt um psykologiina hjá ráðdrápsmonnum við at vitja teir í fongslunum og tosa við teir. Hópdrápsmenn, sum tykjast púra vanligir – inntil teir knappliga ikki eru tað longur. Røðin er fangandi, og hon gevur sær óvanliga góðar stundir til dragandi og hugtakandi persónleikamenning. Tvær sesongir av Mindhunter eru á Netflix, og hóast røðin er væl móttikin bæði av almenninginum og ummælarum, er steðgur í framleiðsluni av triðju sesong, tí framleiðarin David Fincher arbeiðir við øðrum verkætlanunm. Væntandi kemur ein triðja sesong um ikki ov langa tíð. Hvussu lurtar tú eftir tónleiki? – Eg lurti mest eftir tónleiki á ymsu útvarpsrásunum. Okkurt er altíð frá, tá eg takist við okkurt ella koyri bil. Eisini dámar mær væl onkuntíð um kvøldarnar at sita og blaða gjøgnum Youtube. Spotify brúki eg til dømis tá eg skal fyrireika meg til eitthvørt. Tá geri eg ein playlista, sum eg so havi frá í bilinum. Nær lurtar tú eftir tónleiki? – Eg lurti øgiliga nógv eftir tónleiki, og tað er eisini tað góða við oyrunum, at man nýtist ikki velja nakað annað frá fyri at velja tey til. Hvørjari tónleikaútgávu kanst tú viðmæla fólki at lurta eftir í summar? – Um eg skal viðmæla eina útgávu at lurta eftir, so verður tað endurútgávan hjá Paul McCartney »Beautiful Night«, har hann hesuferð aftur samstarvar við Ringo Starr. Fyri ein Beatles-nørd er tað ordiliga stuttligt at hoyra teir samstarva aftur. Hvussu lurtar tú eftir tónleiki? – Eg lurti mest eftir tónleiki á stroymingartænastum sum til dømis Spotify og Soundcloud. Tað er sum oftast frá telefonini í smátalarum, tá eg eri úti og gangi. Eg lurti eisini eftir fløgum í bilinum. Nær lurtar tú eftir tónleiki? – Eg lurti oftast eftir tónleiki um morgunin, áðrenn eg fari í skúla, og tá eg gangi túr, ella tá eg motioneri. Og tá eg eri í bilum. Hvørjari tónleikaútgávu kanst tú viðmæla fólki at lurta eftir í summar? – »La Vita Nuova« hjá Christine and the Queens. Eg havi sjálv næstan akkurát uppdagað Christine and the Queens, og hon er tann kulasta kvinnan. Hon setur orð á ting, sum eg havi manglað at hoyra í tónleiki í langa tíð. Hvørjar stroymingtænastur brúkar tú? – Eg brúki Netflix. Havi roynt bæði Viaplay og HBO Nordic, men tími ikki at gjalda fyri meira enn eina tænastu. Og heima hjá okkum dámar okkum best Netflix. Hvørjum hyggur tú eftir? – Mær dámar at fylgja við í tí, sum er nýtt, populert, spennandi og gott. Mær dámar alt slag av tilfari, tó at eg, tá ið eg sjálvur skal hugna mær, kanska hyggja meiri eftir sjóvarpsrøðum enn filmum. Hyggi meira eftir sovorðnum alvorligum enn skemti, tó at eg eri ein stórur fjeppari av stand-up og meira alternativum skemti (so sum "»T Crowd« og »Rick and Morty«). Mær dámar eisini væl at hyggja eftir filmi saman við familjuni. Beint nú hyggja eg og sonurin eftir »Back to the Future« filmunum. Hvørja sjónvarpsrøð kanst tú viðmæla? – Ein tann besta, eg havi sæð í langa tíð er »Better Call Saul«. Eg var stórur fjeppari av Breaking Bad«, sum var nakað av tí besta, eg nakrantíð hevði sæð. »Better Call Saul« er ikki líka myrk, men tað er líka við, at røðin er betri enn »Breaking«. Hon er í øllum førum heilt har uppi, og eg viðmæli hana uppá tað harðligasta. Hvørjar stroymingtænastur brúkar tú? – Netflix og Viaplay. Men oftast er tað løtan, tá ið eg okkurt kvøldi seti meg at sappa, at okkurt fangar meg í sjónvarpinum. Hvørjum hyggur tú eftir? – Sum ódrúgvur sjónvarps- ella raðhyggjari dámar mær best sjónvarpsrøðir, ið hava eina góða, spennandi, persónliga søgu, sum endar fyri hvønn part. Eg tími illa at vera bundin ella gerast spent at hyggja víðari sum skjótast. Tað tekur ov nógva tíð, haldi eg. Mær dámar væl krimi. Løtan, sum byrjar við eini hending, sum víðari gerst til eitt mál, sum verður kannað og endað. Hvørja sjónvarpsrøð kanst tú viðmæla (og hví?) – Tað var eitt av hesum sapparakvøldunum, at eg fann svensku krimirøðinia um løgreglumannin Kurt Wallander, sum verður spældur av Krister Henriksson. Røðin byggir á bøkurnar hjá Henning Mankell, og røðin liggur á Netflix. Wallander er fráskildur og eigur eina dóttir, sum eisini gerst løgreglufólk. Hann hevur torført við sosialum sambondum og øðrum gerandis viðurskiftum. Hann hevur fáar, men góðar vinir og dámar væl opera og klassiskan tónleik. Lívið verður ikki livað eftir sunnu forskriftum og sinnalagið er so sum so. Svenska málið er sjarmerandi og leikararnir eru góðir og ikki so tilgjørdir, sum í øðrum røðum. Søgurnar eru góðar og geva onkuntíð høvi til umhugsanar. Annika Kunoy Im, blaðkvinna Annika Kunoy Im, blaðkvinna Arni Zachariassen, kjakari Arni Zachariassen, kjakari Tóra við Keldu, lærari og forkvinna í MEGD Tóra við Keldu, lærari og forkvinna í MEGD S T R O Y M I N G Signar í Homrum, Signar í Homrum, tónleikari tónleikari Lea Kampmann, Lea Kampmann, tónleikari tónleikari