Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juli 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. JULI 2020 SOSIALURIN 59 14 Hvussu lurtar tú eftir tónleiki? – Eg brúki mest lp og cd at lurta eftir tónleiki. Nær lurtar tú eftir tónleiki? – Eg lurti eftir tónleiki, tá ið eg eg havi frí og góðar stundir at fordjúpa meg í tónleikin. Eg havi eisini ofta tónleik í bakgrundini, um eg skal gera okkurt arbeiði heima, bæði húsligt arbeiði ella okkurt meira handaligt, sum at seta eina reol uppella samla onkrar møblar. Um eg skal út at ferðast antin við toki ella flogfari, so havi altíð mín gamla ipod við (brúki ikki snildfon). Hvørjari tónleikaútgávu kanst tú viðmæla fólki at lurta eftir í summar? – Eg havi fyri nýliga uppdagað fyrstu útgávuna hjá amerikanska/týska bólkinum Kingdom Come frá 1988, og hana kann eg viðmæla øllum, sum dáma harðan rock við einum lítlum bluesískoyti. Um vit tosa nýggjan tónleik, haldi eg at bólkurin The Dead Daisies eru sera spennandi, nú teir hava fingið Glenn Hughes sum sangara. Teir eru júst komnir við nýggjari útgávu, sum eitur "The Lockdown Sessions" – eftir tí, sum eg havi hoyrt higartil, kann eg viðmæla ta útgávuna. Hvussu lurtar tú eftir tónleiki? – Eg havi í mong ár lurtað mest eftir fløgum. Havi eitt gott og rættiliga gamalt Harman Kardon anlegg við Dali hátalarum heima í stovuni. Seinastu árini eri eg kortini farin meira og meira yvir til at stroyma tónleik av netinum, og eg brúki iTunes. Havi eisini fingið mær eitt lítið tól (Apple Airport Express), sum tráðleyst førir tónleikin yvir í mítt gamla anlegg. Annars lurti eg eisini nógv eftir tónleiki í bilinum, sum bæði hevur fløguspælara og bluetooth. Nær lurtar tú eftir tónleiki? – Eg má nokk siga, at eg eftir hondini lurti mest eftir tónleiki í bilinum og eisini í samband við útvarpssendingar (Bolero), sum eg geri í KvF. Hvørja tónleikaútgávu kanst tú viðmæla fólki at lurta eftir í summar? – Alt í alt so lurti eg vist nokk mest eftir klassiskum tónleiki, men mær dámar væl setningin, sum sigur at ”allur góður tónleikur er góður.” Og sjangrurnar eru faktisk sera nógvar, sum mær dámar. Seinastu tíðina havi eg lurtað nógv eftir norska sangaranum og sangskrivaranum Sigvart Dagsland. Sigvart skrivar gávaðar tekstir og setur sera vøkur og góð løg til teir. Og so syngur hann eisini á síni eyðkendu klingandi Stavanger dialekt. Tað er gott! Sigvart Dagsland var við í sera álvarsamari bilvanlukku í januar 2018 og var tessvegna ikki nógv at hoyra í langa tíð. Tí var tað gott at síggja hann aftur á netinum herfyri og stroyma eina konsert mitt í corona tíðini. Eg kundi viðmælt fólki so nógvar útgávur hjá honum, men skal eg velja eina beint nú, so verður tað »Villa Nordraak«, útgivin á Kirkelig Kulturverksted 2012. Hvussu lurtar tú eftir tónleiki? – Eg lurti sum oftast eftir tónleiki umvegis Apple Music, Youtube ella Spotify, sum fer ígjøgnum ein Bluetooth hátalara, til dømis JBL, men eg lurti mest ígjøgnum okkara studio hátalarar, sum eita Dynaudio Acoustics. Viðhvørt má eg finna meg í at lurta á mínari telefon, men tað dámar mær minst. Eg haldi, tað er eitt stórt fornermilsi fyri tónleikaligu upplivingina at lurta á einum toli, sum bara spælir mid range tónarnar. Bassurin er nærmast horvin og dýbdin, sum er ofta arbeitt við, tá fólk ljóðblanda ein sang, sansast als ikki. Og ja, so koyra vit ein gamlan bil sum framvegis hevur fløguspælara, so tað er altíð hugaligt at spæla tað, tá tú ert á ferð. Nær lurtar tú eftir tónleiki? – Í studionum, tá eg koyri, tá eg geri mat ella geri meg kláran at fara út. Annars lurti eg ikki serliga nógv eftir tónleiki. Tað ljóðar kanska løgið, men tá man fæst við tí til dagligt, so er tað viðhvørt deiligt at njóta tøgnina – tú veitst, “the sound of silence”. Hvørjari tónleikaútgávu kanst tú viðmæla fólki at lurta eftir í summar? – »Hotter than July« hjá Stevie Wonder. Hon er ljós, melodisk, væl spæld og svingar nakað so væl! Annars haldi eg, at besta summarútgávan liggur beint uttan fyri dyrnar. At hoyra fuglasong, veingjasús, svangar likkur, ein grasklippara í fullum svingi, spælandi børn….ja, lívið sum er í hásætti á sumri. Og so slær onki sangin hjá einari kvørkveggju á miðjari summarnátt. Ein pragtfull pláta – uttan hátalarar, uttan filtur. Lena Anderssen, Lena Anderssen, songkvinna songkvinna Eyðun á Lakjuni, Eyðun á Lakjuni, tónleikalærari tónleikalærari Dagfinn Joensen, Dagfinn Joensen, tónleikari tónleikari TÓNLEIKUR Bøkur, tónleikur og stroyming til summarið Viðmæli