Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juli 2020síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. JULI 2020 SOSIALURIN 59 13 Hvat lesur tú? – Eg lesi allarmest ljóðbøkur, tí tá kann eg lesa allatíðina, bæði tá eg lúki og planti í urtagarðinum og tá eg arbeiði í verkstaðnum. Hvør er ein yndisbók hjá tær? – Tað er sera ringt at nevna yndis­bøkur, tí tær eru so øgi­ liga nógvar, men onkrar yndis­ høvundar kann eg nevna: Tove Jans­son, Stefan Zweig, Ray Brad­bury, Ursula Le Guin. Alt tey hava skrivað gevur tær eina góða uppliving, frægd og innlit í lívi­num og menniskjum, so sum góðar bøkur gera. Hvørja bók kanst tú viðmæla fólki at lesa? – Góður summarlesnaður kann til dømis vera »Billedhuggerens datter« eftir Tove Jansson. Tað er ein vøkur og stuttligt mynd av barn­dóminum hjá høvundanum og gevur innlit í tað, hon seinni skapti, til dømis søgurnar úr Mumi­dalinum. Hvat lesur tú? Tað, eg lesi mest av, er søguligar og samtíðar skaldsøgur; ofta um fløktar og samansettar mennisjaligar relatiónir, sum onkur­s­vegna verða flættaðar inn í hvørja aðra, upp á gott og ilt og tvørs, eisini tvørtur um tíðarskeið. Hvør er ein yndisbók? Yndisbókin skiftir frá tíð til aðra. Ofta er tað ein rithøvundur, sum verður yndisrithøvundurin eina tíð, og so lesi eg mestsum alt eftir viðkomandi. Í mínum starvi lesi eg ógvuliga nógvar barna- og ungdómsbøkur; ein, sum stendur ovarlaga, er Abbin og úlvarnir eftir kenda svenska høv­undin, Per Olov Enquist. Hetta er ein søga um, hvussu fýra djørv og gløgg børn bjarga sær sjálvum og abba sínum á eini rannsóknarferð, sum mun­di endað í eini vanlukku; tað, sum eg hefti meg serliga við hesi bókini, var, hvussu fantast­iska væl hon er skrivað, og hvussu abbin tekur óttan hjá abbadóttrini í álvara og lurtar eftir henni, meðan for­eldrini hava hug at møðast. Ein onnur yndisbarnabók er Brøð­ur­nir Leyvuhjarta eftir Astrid Lind­ gren. Ein søga um lívsins stóru spurningar, ið eru settir inn í ein karm, sum børn kunnu seta seg inn í, og sum tann vaksni kann gerast klókari av. Og so er henda bókin nýliga komin út aftur í nýggjari týðing. Hvørja kanst tú viðmæla fólki at lesa? Av bókum, eg nýliga havi lisið, við­mæli eg Tabita eftir Iben Mon­d­rup. Ein hjartanemandi skald­søga um eina grønlendska gentu, sum verður rivin upp við rót í Grønlandi og flutt til Dan­ markar inn í eina dis­funktión­ ella familju. Datteren, ið er tann sætta í røðini Berlinerpoplerne eftir Anne B. Ragde. Væl­skri­ vaðar bøk­ur um eina familju við nógv­um serheitum og loyni­ dóm­um, sum koma undan kavi so við og við. Mestseljarin Hvor flodhestene synger eftir Delia Owens um svikin børn og eitt morð; vøkur, døpur og ógloym­ andi bók. Dødevaskeren og Skygge­danseren eftir Sara Omar um Frmesk, ið veksur upp í Kurdistan og síðan í Danmark, har kúganin av henni heldur fram. Søsterklokkerne eftir Lars Mytting, ein ættarsøga, ið fer fram í einum afturlatnum sam­felag í Noregi síðst í 1800-talinum, har tað nýggja møtir tí gamla. Undtagelsen eftir Christian Jungersen, sum eisini er filmatiserað; ein ógvu­ liga spennandi bók um tað góða og ónda, sum býr í okkum øllum. Eg lurti eisini eftir nógvum bók­um á Mofibo, og har viðmæli eg bøkur eftir David Nicholls, Cecelia Ahern, Lucy Dillon, Liane Moriarty, Helga Flatland og Emma Hamberg; henda sein­ asta hevur ein fyndugan humor, sum mær dámar væl. Skaldsøgur, sum eru komnar út á føroyskum í seinastuni, Ikki fyrr enn tá eftir Oddfríð M. Rasmussen og Ein táttur av silvur eftir Sólrún Michelsen viðmæli eg eisini. Tann fyrra ein hjartanemandi samtíðar skald­søga, og tann seinna ein søgulig skaldsøga, sum fer fram í Føroyum um næstsíðsta aldar­ skiftið. Í báðum er kærleiki ein drívmegi; ymiskar og báðar góðar. Og ein, sum nýliga er komin í føroyskari týðing, Leksikon um ljós og myrkur eftir Simon Stranger. Høvundurin kavar niður í søguna hjá familjuni hjá konu síni, Komissar-familjuni, ið hevur búð í húsunum, har Rinn­an-harkaliðið helt til undir seinna heimsbardaga. Høvund­ urin roynir at fáa fram, hvat tað var, sum fekk Henry Rinnan, sum at síggja til var ein vanligur norsk­ur unglingi, at gerast ein tann mest hataði maðurin í søgu­ni hjá Noregi. Sera væl skriv­að og ein bók, ið eg seint fari at gloyma. Hvat lesur tú? – Í løtuni lesi eg eina áhugaverda norska ættarskaldsøgu eftir Lars Mytt­ing, sum kallast »Søster­ klokk­erne«. Hon er ein vøkur tíðarmynd av harðføra lívinum á bygd í Gudbrandsdalinum í Noregi fyri 100 árum síðan og eisini ein kærleikssøga. Serliga áhugaverd eru hugtøkini trúgv og pátrúgv, har ikki altíð er so langt ímillum. Hvør er ein yndisbók hjá tær? – Ein yndisbók hjá mær fyri tíðina er ein sermerkt endur­ minn­ingar­skaldsøga eftir Ed­ mund de Waal, ið kallast »»Hara við ravgulum eygum. Fjaldur arvur«. Tað er ein ómetaliga góð søga um ta ríku, jødisku familjuna hjá rithøvundinum, ið kendi størstu listafólkini í Evropa. Ein familja, sum hevði alt og misti alt. Hvørja bók kanst tú viðmæla fólki at lesa? – Ein góð bók at lesa í summ­ ar kundi verið søgan hjá Michelle Obama, um hon ikki longu er lisin. Sum fyrsta afro­ amerikanska firstlady í Hvítu húsunum hevur hon eina góða søgu. Hon er eisini vorðin ein sterk kvinnurødd, sum gentur og kvinnur um allan heim lurta eftir. Søgan um uppvøkstur henn­ara í South Side Chicago, ágrýt­ni og stremban eftir at vinna á forðingum í einum heimi, har hvíti maðurin er sjálv­ráðin, er hjartanemandi og spenn­andi. Lívið saman við Barak og forsetatíðin í Hvítu hús­unum lýsir eina aðra síðu av tí til­veruni. Bókin er sjáldsama væl skrivað og djúphugsin. Turið Kjølbro, Turið Kjølbro, ritsjóri ritsjóri Óluva Klettskarð, Óluva Klettskarð, lektari lektari Rakel Helmsdal, rithøvundur Rakel Helmsdal, rithøvundur