hósdagur 30. juli 2020síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. JULI 2020
SOSIALURIN 59
12
Hvat lesur tú?
– Fagurbókmentir fyrst og
fremst, góðar bøkur eftir góðar
rithøvundar, kvinnur sum menn.
Best dámar mær skaldsøgur, tí
tá verður tú sum lesari noyddur
til at brúka so nógva tíð, at tú
verður drigin inn í heimin, sum
rithøvundurin hevur skapt. Er
rithøvundurin vitigur, kemur
tú altíð frá skaldsøguni sum
eitt broytt menniskja, haldi eg
– í hvussu er ríkari. Í løtuni lesi
eg »Kære fremmede« eftir írsku
Clare Boylan, sum er ein sterk
skaldsøga um eini eldri hjún,
Lily og Dick Butler, sum brádliga
koma í ta støðu, at Dick gerst
dementur og fer inn í ein heim,
sum er fullur av fíggindum,
hvørviborgum og sambiðlum,
sum ikki eru til.
Hvør er ein yndisbók
hjá tær?
– Tað er sera ringt at siga, hvør
yndisbók mín er. »Forbrydelse
og straf« hjá Dostojevskij,
»Huckleberry Finn« hjá Mark
Twain, og »Øst for paradis« hjá
John Steinbeck eru trý góð boð.
Skal eg velja eina teirra, lat tað so
vera »Huckleberry Finn«, tí hon
hevur næstan alt tað, sum eg
haldi, at tann fullkomna skald
søgan skal hava. Hon er skemti
lig, álvarsom, spennandi, fantasi
full, væl skrúvað saman, tíðleys
og menniskjanslig. Hon er minni
sálarlig enn »Forbrydelse og
straf«, og minni samfelagslig
enn »Øst for paradis«, og kanska
er tað júst tí, hon hevur munin.
Hvørja bók kanst tú
viðmæla fólki at lesa?
– Eg viðmæli fólki at lesa
skaldsøguna »Ikki fyrr enn
tá« hjá Oddfríði Marna Ras
mussen, sum er innstillað til
Bókmentavirðisløn Norður
landaráðsins í ár. Hon er ein
hjartanemandi lýsing av eini
vónleysari støðu, sum ongin av
okkum vil enda í, men sum tó
rakar ikki so fá: ein maki, sum fær
ólekjandi krabbamein, í hesum
føri í heilan. Hóast evnið er sera
álvarsamt og ikki petti væl egnað
til skaldskaparliga viðgerð, so
megnar rithøvundurin at lýsa
støðuna poetiskt á ein hátt, sum
vekir kenslur í tær, sum tú valla
visti, at tú rúmaði.
Hvat lesur tú?
– Fyri meg er tað at vera til at
lesa. Eg lesi til dømis faktekstir
og bøkur, e-bøkur og ljóðbøkur,
og skrivi hesar eisini, redigeri
tær og útgevi tær. Bæði á
føroyskum og serliga á enskum
sum granskari. Beint nú leggi eg
seinastu hond á eina ritlistaút
búgving og eina danska bók. Eg
eri eisini ritstjóri á bæði fagur-
og faktekstum, eg útgevi onnur
á egnum forlagi, men eisini sum
ritstjóri á tíðarriti um 19indu øld.
Fyri at vera høvundi, sum
eg eri, og undirvísari, so lesi eg
altjóða og norðurlenskan skald
skap, serliga tað nýggjasta, sum
kemur út hevur mín áhuga í
løtuni, og onkuntíð tað heilt
gamla, vísundasøga, 1600-tals
anatomi, gomul kort, ella bøkur
um fiskar, djór, beint nú er tað
stoicisma t.d. Marcus Aurelius
,sum livdi í árinum 121-180. Hann
kann læra okkum um at liva í
dag, um at ikki vera so fragil
og at møta tí avbjóðingini sum
lívið er.
Eg havi eisini bøkur sum
eg lesi aftur og aftur, sum eg
skrivi um og undirvísi í, t.d. J.P.
Jacobsen, Josefine Klougart,
Amalie Smith, Inger Christen
sen, Astrida Neimanis, Geir
Gulliksen, Ida Marie Hede
og bókin Bedårende frá 2017.
Amerikanski yrkjarin og pro
fessarin Joyelle McSweeney. Vís
undasøgufrøðingar og futurist
ar sum Donna Haraway, unga
stjørnuskotið Ocean Vuong.
Hvør er ein yndisbók
hjá tær?
– Tvær bøkur, sum eg haldi eru
áhugavert skrivaðar og hugs
aðar, eru t.d. Mei-Mei Berssen
bruggesa »Hallo, roserne«,
sum er eitt høvuðsverk innan
amerikanska poesi. Hon sam
einir hugsan og kenslu, tanka
og tað taktila, sansandi og eina
viðgerð av, hvussu heimurin
sjálvur er uppbygdur, og
hvussu vit sansa hann. Man
kann siga at hon er eitt slag
av einari amerikanskari Inger
Christensen. Ein onnur er bókin
»Ved Sandåen: En pastoral
sonate« hjá Gyrðir Elíasson, sum
er ein vøkur og still bók.
Hvørja bók kanst tú
viðmæla fólki at lesa?
– Eg kann viðmæla nógvar bøkur,
kanska serliga tær av slagnum,
sum gera teg skakkan og skræða
teg upp úr tínum smáborgarliga
dvala og ótta fyri lívinum, ræða
teg, har alt er uppá spæl, bøkur
sum kunnu broyta teg sum
menniskja, har lesarin má seta
alt í veg, um hesin skalt uppliva
tær erligt. Slíkar bøkur eru ikki
so nógvar, her kann man nevna
Hiromi Ito, japanska yrkjaran,
Gunnar Ekelöf, Knut Hamsun,
«Hærværk« hjá Tom Kristensen,
radikalitetin hjá Herman Hesse
og vakrar strigentar klókar
bøkur, so sum tær hjá Inger
Christensen. Heimspeki so sum
Søren Kierkegaard, Martin Hei
degger, angelsaksisk analytisk
heimspeki eisini, t.d. Hesar havi
eg vent aftur til ymiskar tíðir í
lívinum, og hesi hava gjørt meg
til tann eg eri í dag.
Arnbjørn Ó. Dalsgarð,
Arnbjørn Ó. Dalsgarð,
rithøvundur
rithøvundur
Kim Simonsen,
Kim Simonsen,
rithøvundur
rithøvundur
B Ø K U R
Viðmæli
Summarið er í hæddini, og nógv fólk halda frí. Stundir eru til at lesa,
lurta eftir tónleiki ella hyggja í sjónvarp um kvøldarnar. Vit hava
biðið fólk viðmæla bøkur, tónleik og sjónvarpsrøðir til summarið
Bøkur,
tónleikur og
stroyming
til summarið