Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juli 2020síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. JULI 2020 SOSIALURIN 59 11 Hvussu heldur tú summar í ár? – Í ár verður summarið hildið heima í London og í Før­ oy­um. Vit hava hugnað okkum í góðveðrinum í hava­ num, og so hava vit vitjað ymisk lokal støð, har vit ikki hava verið fyrr. Herfyri vitjaðu vit Reigate Hills. Í august gongur leiðin til Føroya. Tríburðarnir, sum nú eru 8 ár, gleða seg nógv at vitja abban og njóta frælsið, sum teir hava í Føroyum. Teir telja dagarnar og tosa nógv um, hvat teir gleða seg til at gera, og hvat teir ætla sær at eta. Hevur koronusmittan broytt títt summar? – Koronusmittan broytti arbeiðslívið og sosiala lívið rætti­liga nógv, men nú samfelagið er latið upp aftur, hava vit aftur havt høvi at bjóða vinum og kenningum heim til okkara, og tað hevur verið deiligt. Okkum dámar væl at undirhalda vinum og familju heima, og nú summarið er í fullum blóma, hava vit etið mangan góðan bita við góðum víni afturvið. Vit hava stóran urta­garð, og tað hevur verið eitt vælsignilsi fyri børn­ ini og okkum í hesu tíð. Hevur tú nakað yndisstað at halda summarferiu? – Sum barn og ung brúkti eg næstan hvørt summar í Grikka­landi, mest á oyggjunum. Av tí sama havi eg havi hug at vitja Santorini umaftur í nærmastu fram­ tíð. Er nakað stað úti í heimi, sum droymir um at vitja í komandi árum? – Í framtíðini havi eg hugsað mær at vitja Kruger National Park og Marakesh. Eg havi vitjað nógv støð í arbeiðs­ørindum, so eg havi eisini ein lista við býum, sum eg hugsi at endurvitja sum ferðafólk. Har ímillum er Sorrento, Seoul og Berlin. Eg ynski øllum vinum og kenn­ing­um eitt gott summar. Hvussu heldur tú summar í ár? – Vit eru júst komin úr sóttarhaldi, sum vit hava verið í 14 dagar í summarhúsininum hjá okkum á Álandi. Av tí at vit eru búsett í Stockholm, er tað sera avmarkað, hvar vit kunnu fara – fyri at koma her til Álands, mugu vit prógva, at vit eiga hús her fyri at koma í land. So summarskráin er heldur skerd í ár. Vit høvdu fegin vilja komið ein túr til Føroya í august, men at aftur fara í 14 dagar karantenu orka hvørki vit ella børnini. Hevur koronusmittan broytt títt summar? – Ja vit høvdu bílagt ferð till Mallorca við allari familjuni úr Føroyum, men tað varð avlýst. Vit ætladu okkum eisini at flúgva heim til Føroya úr Mallorca – men tað bleiv sjálvandi eisini av ongum. Ferðing til og út Svøríki hevur verið meira avmarkað enn aðrastaðni – hvussu merkja tit tað? –Tað eru sera fá fólk, sum fara nakrastaði uttanlands í ár. Fólk vilja ikki seta seg sjálvan og onnur í smittuvanda, og tað eru nógv støð, vit ikki kunnu ferðast til. »Hemester« í staðin fyri ”semester” er vorðið eitt hugtak í Svøríki í summar – fólk eru heima hetta summarið. Hevur tú nakað yndisstað at halda summarferiu? – Mær dámar stak væl at vera í summarhúsinum á Álandi, so tað er heppið, at vit sluppu higar. Men tað er keðligt, at eingin av okkara vinum ella familju sleppur at vitja her í ár. At koma ein túr til Føroya á sumri er eitt »mást«, so hetta verður fyrsta ár, eg ikki eri heima um summarið, síðan eg flutti uttanlands 1991. Er nakað stað úti í heimi, sum droymir um at vitja í komandi árum? – Eg droymi faktiskt mest um at sleppa til Føroya í løtuni. Tað er oftani soleiðis, at har man ikki kann fara, vil man sleppa! Annars vóni eg av øllum hjarta, at familjuferðin til Mallorca verður komandi ár. Hvussu heldur tú summar í ár? – Í ár havi eg verið heima í Føroyum, og tað hevur verið nógvur familjuhugni. Havi verið onkran góðan gongutúr, men alt ov fáar, og vit hava verið ymsar biltúrar. Farna vikuskifti vóru vit í Stóru Dímun, har vit gistu í Sornhúsinum, sum eisini er skúli.  Hevur koronusmittan broytt títt summar? – Eitt sindur. Havi fleiri ferðir verið í Skotlandi, men ongantíð verið í gamla og vakra býnum Edinburg. Hagar var ætlanin at fara ein stuttan túr tíðliga í summar, og so annars vera heima. Korona gjørdi, at tað bleiv bara tað seinna. Men tað hevur eisini verið gott saman við familjuni og uttan klokku. Plagar tú at ferðast í Føroyum? – Ja, bæði í sambandi við arbeiðið og javnan eisini í frítíðini. Øll pláss hava okkurt serstakt. Nú eru nógv ár, síðani eg bara manglaði at vitja Lítlu Dímun av oyggjunum, og tað geri eg framvegis. Fleiri ferðir hevur tað miseydnast at koma hagar. Hevur tú nakað yndisstað at halda summarferiu? – Vil heldur siga, at eg havi nógv yndisstøð. Men tað er altíð spennandi at vitja nýggj støð og læra tey at kenna. Tí hevði eg ikki dugað at havt summarhús og verið bundin at ávísum stað. Er nakað stað úti í heimi, sum tú droymir um at vitja í komandi árum? – Tey eru nógv. Millum støðini, sum liggja frammarlaga í huganum, eru kinesiski múrurin og ein tíðarleysur túrur í New Zealandi, har stundir eru at njóta ta framúr vøkru og stórbaru náttúruna. Fleiri hava sagt mær, at New Zealand er vakrasta land, tey hava vitjað. Tað besta við summarferiuni er, at klokkan hevur ongan týdning. Elisa Heinesen, sniðgevi, London Elisa Heinesen, sniðgevi, London Inna Törnroos, samskiftisfólk, Stockholm Inna Törnroos, samskiftisfólk, Stockholm Tórður Mikkelsen, útvarpsmaður Tórður Mikkelsen, útvarpsmaður tey summar tey summar Heim at njóta frælsið Sakni at sleppa til Føroya Í feriuni hevur klokkan ongan týdning