Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juli 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. JULI 2020 SOSIALURIN 59 10 Hvussu heldur tú summar í ár? –  Ferian hjá mær byrjaði áðrenn ólavsøku og hjá manninum nú. Vit verða fyri tað mesta heima, gera onkrar dagtúrar, umframt nakrar dagar í summarhúsi. Fyrst í august gongur leiðin saman við vinfólkum til Svínoyar, og so fara vit til Sandoynna vikuna eftir. Hevur koronusmittan broytt títt summar? – Ja, so avgjørt. Ætlanin var at ferðast til heimlandið hjá manninum, Mauritius. Vit ætlaðu at steðga í 2-3 vikur, men tað verður at bíða. Plagar tú at ferðast í Føroyum? – Vit eru hvørt summar í summarhúsi í Føroyum, men ikki nógv meira enn tað. Nú royna vit at taka nakrar dagtúrar afturat og hava faktiskt verið eina nátt á hotelli í Havn saman við vinfólkum. Tað havi eg ikki roynt áður. Hevur tú nakað yndisstað at halda summarferiu? – Tað eru fleiri lond, sum eg kundi hugsað mær at uppliva, men eri ikki komin hartil enn. Av teimum londum, sum eg havi vitjað, so er Mauritius mítt yndisstað. Er nakað stað úti í heimi, sum droymir um at vitja í komandi árum? – Ja, vit hava ætlanir um at royna Australia – vónandi lukkast tað næsta ár. Hvussu heldur tú summar í ár? –  Summarið verður hildið heima í ár. Eg putlist við at smíða eina terassu, men annars er onki serligt á skránni – faktiskt havi eg ikki hildið nakra summarferiu yvirhøvur enn, men taki helst nakrar vikur í august. Hevur koronusmittan broytt títt summar? – Koronasmittan hevur í stóran mun lagt skránna fyri summarið – ella rættari, hevur tikið alt tað vanliga av skrá. Tí verður hetta fyrsta summarið, at eg als ikki eri saman við døtrunum, Silju og Andreu, sum búgva í Danmark. Vónandi fáa vit tikið revansju einaferð í heyst. Plagar tú at ferðast í Føroyum? – Synd at siga, men vit gera alt ov lítið av at ferðast í Føroyum. Vit fara sjáldan longur, enn tað er koyrandi úr Sørvági. Tó dámar okkum væl at fara onkrar túrar út í náttúruna í nærøkinum. Eg ætli at fara at ferðast nógv meira í Føroyum. Er nakað stað úti í heimi, sum droymir um at vitja í komandi árum? – Eg droymi um at vitja nógv støð kring heimin. Eg eri rættiliga bergtikin av arktisku økjunum, havi verið í Grønlandi og hevði fegin viljað sloppið til Svalbard einaferð. Fleiri av heimsins stórbýum standa eisini ovarlaga á listanum. Hvussu heldur tú summar í ár? – Lívið sum heild er nógv broytt, eftir at eg valdi at gevast í politikki og gerast fulltíðar pensjónistur, Nú verður trivið í uppgávur heima, sum annars hava ligið á láni, og eg vitji oman í Bátafelagið á Bakka. Konan fær feriu í august, frítíðin verður hildin í okkara húsum á Lollandi, har vit vitja regluliga. Hevur koronusmittan broytt títt summar? – Korona hevur forðað fyri onkrari uttanlandsferð, men annars er ávirkanin mest ótryggleikin og óttin fyri okkara børnum og abbabørnum, sum búgva uttanlands. Plagar tú at ferðast í Føroyum? – Eg havi vitjað allar bygdir og býir í Føroyum og allar oyggjar uttan Lítlu Dímun. Vóni at tann møguleikin skjótt verður veruleiki. Hevur tú nakað yndisstað at halda summarferiu? – Ja góða veðrið og hitin er orsøkin, at eg gleði meg til frítíðina í Sløsse. Er nakað stað úti í heimi, sum droymir um at vitja í komandi árum? – Vit fóru silvurbrúdleypsferð til Margaritha í Caribiska havinum í 1999. Kundi hugsað mær at vitja aftur enn einaferð. Máttu avlýsa ætlaðu ferðina Heldur summarið heima í ár Halda feriu á Lollandi Gudny Langgaard, stjóri á Nema Gudny Langgaard, stjóri á Nema Ingolf S. Olsen, journalistur Ingolf S. Olsen, journalistur Kári P. Høgaard, pensjóneraður politikari Kári P. Høgaard, pensjóneraður politikari Soleiðis halda Soleiðis halda Vit hava spurt nøkur fólk, hvussu tey halda summar í ár