hósdagur 30. juli 2020síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. JULI 2020
SOSIALURIN 59
9
- Tað er ein
misskiljing, at
føroyska felagið
P/F Havborg
eigur skipið,
sigur Tummas
Justinussen
VILMUND JACOBSEN
Týsdagin bar norska heimasíðan
- itromso.no - tíðindini um
skipið, Arctic Lion, sum hevði
tikið sjógv inn og lá við slagsíðu
í Breivika í Noregi. Gjørt varð
burtur úr arbeiðnum at tøma
skipið fyri sjógv og tetta lekan,
sum skipið hevði fingið.
Tá heimasíðan bar tíðindini,
vóru løgregla og sløkkilið á
staðnum, og her var eisini onkur
sleipibátur, sum royndi at halda
skipinum at bryggjuni.
Ventilur lak sjógv
Løgreglan hevði fingið boð um
lekan klokkan 13.48, og sum tíðin
gekk varð manningin fingin í
land, men so seint sum klokkan
15 henda dagin, var skiparin
framvegis umborð. Roynt varð
at tøma skipið, og síðan skuldu
kavarar niður at tetta lekan.
Áðrenn pumpingin munandi
nakað serligt, hevði Arctic Lion
lagt seg rættiliga nógv í bak
borðssíðu. Heimasíðan visti
eisini at siga, at hendingin ikki
hevði elvt til nakra dálking, men
fyri at tryggja umhvørvi, vórðu
oljugirðingar lagdar út, um tað
skuldi hent, at skipið koppaði.
Vaktleiðarin í økinum, Kjetil
Aasebø, visti at siga, at Arctic
Lion hevði 120 rúmmetrar av
diesel og fimm rúmmetrar av
smyrjiolju.
Sum seinnaparturin leið,
fekst tamarhald á lekanum,
og tað vísti seg, at tað var ein
ventilur sum lak. Tá hesin var
tettur, og skipið var komið upp
aftur á rættkjøl, varð átakið í
Breivika avblást.
Fyrrverandi Havborg
Norska heimasíðan - itromso.
no - skrivaði eisini, at Arctic Lion
hevur heimstað í St. Pætursborg
í Russlandi, men at tað er før
oyska reiðaríið Havborg, sum
eigur skipið. Heimasíðan segði
seg hava roynt at fingið við
merkingar frá reiðaranum, Kaj
Johannessen, men at reiðarin
er í summarfrí og tískil ikki var
tøkur til viðmerkingar.
Nú í summar eru tvey ár síðan,
at P/F Havborg í Leirvík seldi
skipið við sama navni til felagið,
Defa Fishing, í St. Pætursborg, og
Tummas Justinussen sigur, at tað
er ein misskiljing, at tað framvegis
er felagið, P/F Havborg, sum eigur
skipið.
- Tá vit seldu Havborg, kendi
eg ikki reiðaríið og fólkini aftan
fyri fyritøkuna, men síðan sølu
na eru vit komin at kenna eigar
arnar væl.
Tummas Justinussen heldur,
at bland er komið í hjá norsku
heimasíðuni, tí seinni keypti
felagið hjá Kaj Johannesen
rættindini hjá P/F Havborg, men
hetta var væl eftir, at Defa Fish
ing hevði keypt Havborg, sum
nú kallast Arctic Lion.
Bloytt
í regni
VILMUND JACOBSEN
- Lítið hugaligt at standa her
á bryggjuni í Hesti í oysandi
regni, serliga tá Teistin er
hálvan tíma seinkaður.
Soleiðis skrivar ein kvinna
á Facebook, sum um dagarnar
vitjaði í Hesti.
Hon heldur fyri, at eitt lítið
hálvtak kundi Tórshavnar
kommuna kanska unt hest
fólki og ferðafólki annars.
- Ella - er tað ov nógv at
biðja um? verður spurt.
Lagt verður aftrat, at tað
er uppgávan hjá Tórshavnar
kommunu, sum eisini fevnir
um Hest, at fáa eitt hús á
bryggjuni, har fólk kunnu
sleppa undir tak og kanska
eisini sleppa á wc.
- Eg veit, at fólk hava sent
skrivliga áheitan til Tórs
havnar kommunu um hetta,
men har hendir einki, leggur
lesarin aftrat.
VILMUND JACOBSEN
Fyrr í summar gjørdist greitt,
at P/F Havborg hevur gjørt
sáttmála við Tersan Shipyard
í Turkalandi um nýggjan verk
smiðjutrolara, sum í fyrstu
atløgu skal brúkast til rækju
fiskiskap.
Frystilastin verður á 2.250
rúmmetrar, sum svarar til um
leið 1000 tons.
Kaj Johannessen er stjóri í
samtakinum Farcod, sum eitt
nú eigur P/F Havborg og P/F
Enniberg.
Skipsteknisk AS í Noreg
hevur teknað og projekterað
verksmiðjutrolaran í tøttum
samstarvi við reiðaríið, og ný
bygningurin fer at kosta umleið
400 miljónir krónur at byggja.
Havborg byggir nýtt
Fyrrverandi Havborg
við slagsíðu í Noregi
Her liggur Arctic Lion, fyrrverandi Havborg, í Breivik í Noregi við stórari slagsíðu