hósdagur 30. juli 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJAGUR 31. JULI 2020
SOSIALURIN 59
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
8
Servisustøð á
Frælsinum 50 ár
Afturhvarv úr SOSIALINUM 1970
28. juli 1970: Í hes
um døgum eru 50 ár
síðani Shell-støðin á
Frælsinum í Havn, lat
upp
Í
dag letur Pf. Shell upp
nýggja servisustøð úti á
Frælsinum
Hepnir hava teir verið at
finna høgligt og vælhóskandi
øki. Onkur vil halda, at tað var
ikki rætt at leggja støðina so
tætt upp á skúlanum har úti,
men ið hvussu er hóska hesir
bygningar ógvuiga væl saman,
hvat bygningshátti viðvíkur.
Sunnudagin
varð
henda
stásiliga støð sýnd umboðum frá
blaðnum.
Skjótt og vælgjørt arbeiði
Stjórin, Hjarnar Djurhuus, segði
m. a. , at farið var undir at
spreingja í februar, men frá tí, at
byrjað varð at stoypa og til liðugt
varð, gingu bert 13 vikur, og man
hetta vera stytsta tíð ein slík
støð er gjørd í.
Harafturat kundi hann siga,
at arbeiðið var so væl gjørt, at
føroysku handverkararnir áttu
stóra tøkk fyri tað vælaverk, teir
høvdu avrikað.
2000 fermetra stórt øki
Støðin var mett at kosta 1,2
milliónir krónur. Hóast hetta var
nógv, vóru teir komnir til tað
úrslit, at betur var at byggja eina
nútímans støð, sum kundi veita
viðskiftafólki tað besta av tí
besta, segði stjórin. Sera prýðilig,
ja, neyvan munnu teir hava so
væl útgjørda støð í Norðanlond
um – kanska størri, men neyvan
betur útgjørda.
Í Danmark hava teir 129, í
Noregi 159, í Svøríki 192, í Finn
landi 290 og í Føroyum 40 bilar
fyri hvørja støð.
Av øllum teim nútímans tólu,
støðin er útgjørd við, er serliga at
leggja til merkis tann maskinan,
ið vaskar bilarnar, hon kann
vaska, turka og blanka 10 bilar
um tíman.
Grøv er eingin, men harafturí
móti eru tvey hydraulisk lyftutól,
sum kunnu lyfta 2,5 tons hvørt.
Har finnast tól at innstilla
lyktirnar við, tól at uppmáta av
róðrinum, snarløðari til battarí,
tendringsproppareinsari o. m. a.
Sølubúðin
er
sera
væl
innrættað – hevur alla útgerð, ið
hugsast kann til bilar.
Pumpurnar undir hálvtaki
num uttan fyri sølubúðina eru
fyra pumpur – tvær til bensin,
ein til blandað bensin til tvey-
taktsmotorar og ein til dieselolju.
Ein av bensinpumpunum hevur
5-kronuautomat, soleðis, at ben
sin fæst alt samdøgrið.
Parkeringspláss er fyri 40
bilum á økinum, sum er uttan
um støðina.
Uppsitarin á nýggju Shell
støðini er Gunnar Poulsen,
maskinmeistari, ið er ættaður úr
Skúvoy.
Hvør lýgur
niður til
danska
Ekstra
bladet?
28. juli 197o: Danska blaðíð
Ekstra-bladet ber í seinastu
viku tey tíðindi, at Lands
stýrið og Ríkisumboðið
skulu ahva beitt á Ríkisstýr
ið um, at »krígsministarin«,
Ninn-Hansen, heldur segh
burtur úr Føroyum undan
valinum í ár.
Vit hava spurt okkum
fyri í Landsstýrinum og fáa
har at vita, at teir kenna
einki til, at hesin ministari
hevð ætlað sær til Føroya,
og tí sjalvbsagt ikki hava
sent nakra »áheitan« til
Danmarkar.
Tað sum møguliga kann
liggja aftan fyri hesi »tíð
indi« Ekstra-blaðsins er, at
sosial- og kirkjuministarar
nir høvdu ætlað sær til Før
oya í ár, men tey káttu av
ymsum viðurskiftum avlýsa
ferðina í mai-mánaði. Seinni
hava tey boðað frá, at tey
koma at vitja um miðjan au
gust. – Men um hetta mund
ið eru aðrar vitjanir í Føroy
um og Landsstýrið segði tí
hesum báðum ministarum
frá, tað hevði ligið betri fyri
at verið vertur fyri teimum í
september mánaði. Onnur
»áheitan« er ikki send av
Landsstýrinum til Danmar
kar.
Men vert kundi verið at
fingið at vitað, hvør heim
ildarmaðurin hjá Ekstra-
blaðnum er til hesi rongu
»tíðindi«?
1. august 1970:
H
eimsgitna
pop-
orkestrið
Savage
Rose hevur í kvøld
k o n s e r t
í
Ítróttarhøllini í Havn.
Hetta er fyrra konsertin tey
hava í Føroyum. Hin seinna
verður í annaðkvøld, eisini í
Ítróttarhøllini í havn. Hetta er
fyrstu ferð at hetta heimsgitna
orkestur vitjar í Føroyum, og er
tað Amnesty International,
Føroya Deild, sum skipar fyri.
Eftir skránni hjá orkestrinum
skuldu tey júst í hesum døgum
spæla inn eina plátu í London,
men vildu heldur útseta hesa í
staðin fyri Føroyaferðina.
Savage Rose
konsert í kvøld
Tá ið nýggja servicestøðin opnar verða serligar Shell-ternur til staðar at rætta eina hjálpandi hond undir
opningarsamkomuni, stóð undir hesi mynd í Dimmalætting, sum eisini skrivaði um nýggju støðina
Bilur fær eitt »make up« undir vaskimaskinuni nýggju: fasadan verður
frískap upp við voks yvir lakkið, alt eftir fýra minuttum