hósdagur 30. juli 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. JULI 2020
SOSIALURIN 59
7
VILMUND JACOBSEN
N
ú ólavsøkan er løgd
aftur um bak, er
greitt, at almennu
tilmælini um frá
støðu í nógvum førum ikki eru
hildin, soleiðis sum myndug
leikarnir í Føroyum hava mælt
til – og ikki minst løgdu stóran
dent á, nú ólavsøkan stundaði
til.
Longu, tá ólavsøkan varð sett
tíðliga seinnapartin týsdagin,
var nógv fólk á Vaglinum og um
midnáttarleitið ólavsøkukvøld,
tá vanligt er at hava felagssang,
var rættiliga pakkað við fólki.
Hóast midnáttarsangurin al
ment var avlýstur, møttu fólk í
stórum tali upp á Vaglinum at
syngja, og at síggja til var lítið -
ella einki - hugsað um fjarstøðu
hesa løtu.
Michael Boolsen, fúti og for
maður í farsóttarnevndini í Før
oyum, heldur tað vera keðiligt, at
fólk ikki hildu seg til tilmælini
um, hvussu vit skuldu halda
ólavsøku í ár, tó at nógv hevur
verið gjørt fyri, at fólk í stórum
tali ikki skuldu savnast í mið
býnum.
Fútin er onga løtu í iva um, at
tað, sum er hent um ólavsøkuna
við stórum mannamúgvum
í miðbýnum og kring um á
skeinkistøðum, økir munandi
um vandan fyri, at smittan aftur
fer at breiða seg.
- Hetta er ikki tað, vit vónaðu,
men nú kunnu vit bara vóna, at
vit eru heppin og sleppa undan
smittuspjaðing, sigur Michael
Boolsen, fúti.
Føroyar hava verið koronu-
fríar í meira enn tríggjar mánaðir
og tey, sum eru smittað, hava øll
verið ferðafólk og útlendskir
sjómenn.
Fólk tóku risiko
Tað byrjaði annars so væl tíðliga
ólavsøkukvøld, tá skipað varð
fyri fólkafundi á Doktaragrund,
har øll, sum vóru við til av
markaða tiltakið, bóru masku, og
økið varð deilt upp við bondum.
Men, tá leið móti midnátt
ólavsøkukvøld, streymaðu fólk í
stórum tali oman í býin og oman
á Vaglið, har tey sungu úr skerda
sangheftinum. Rættiliga nógv
fólk var í býnum, og her sást lítið
til, at tilmælini um frástøðu vóru
tikin í serliga stórum álvara, tó
at korona-farsóttin framvegis
hongur yvir okkum sum ein
hóttan.
Pál Weihe, serlækni og ráð
gevi, ásannar, at risiko’in er
tikin, og her vendist ikki aftur.
Eins og fútin, heldur hann tað
vera spell, at fólk savnaðust í
so stórum tali, at ikki bara til at
halda tilmæltu frástøðuna.
- Gjørt er gjørt, og nú mugu
fólk, sum vóru í býnum á
ólavsøku – og onnur við, sum
kunnu hava verið fyri smittu
- vera árvakin og venda sær til
kommunulækna, um tey fáa
sjúkueyðkenni, sigur ráðgevin.
Vónandi eru vit heppin
Pál Weihe heldur tað vera ógvu
liga umráðandi, at fólk ikki
gloyma veruleikan - at korona-
farsóttin á ongan hátt er av, og
at fólk framvegis venda aftur til
tann veruleika, at neyðugt er at
fylgja almennu tilmælunum um
frástøðu, reinhald og kanning,
um tað vísir seg, at fólk fáa
sjúkueyðkenni.
- Nú skulu vit vóna, at vit
eru so heppin, at eingin verður
smittaður, hóast vit tóku
risiko’ina, men tað vita vit ikki
við vissu, fyrr enn ein tíð er frá
liðin. Tað er greitt, at vandin
lúrir undir slíkum umstøðum,
sum vit hava sæð á myndum um
ólavsøkuna. Talan kann bæði
vera um útlendingar, sum bera
smittu, men talan kann saktans
eisini vera um føroyingar, sum
bera smittu við sær heim.
Pál Weihe leggur dent á, at
tað, sum vit nú kunnu og mugu
gera, er, at fólk - hvør í sínum lagi
– framvegis fylgja almennu til
mælunum og lata okkum kanna,
um illgruni er um smittu.
- Fáa vit, sum dagarnir ganga,
eitt nýtt útbrot við korona-
smittu, mugu vit sum best og
eins og áður royna at smittu
spora og avbyrgja, sigur Pál
Weihe.
- VIT TÓKU
- VIT TÓKU
RISIKO’INA
RISIKO’INA
Á ÓLAVSØKU
Á ÓLAVSØKU
- Tað er spell, at so mong ikki
hildu seg til almennu tilmælini,
men nú skulu vit vóna, at eingin
verður smittaður, hóast vit
tóku risiko’ina. Tað vita vit ikki,
fyrr enn ein tíð er fráliðin. Tað
er greitt, at vandin lúrir undir
slíkum umstøðum, sum vit sóu
um ólavsøkuna. Talan kann bæði
vera um útlendingar, sum bera
smittu, men talan kann saktans
eisini vera um føroyingar, sum
hava borið smittu við sær heim
til Føroya, sigur Pál Weihe