hósdagur 30. juli 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJAGUR 31. JULI 2020
SOSIALURIN 59
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
6
fríggjadag, at hon vigar seg. Eg
havi lisið so nógv um keto, at eg
eri vorðin heilavaskað, sigur ein
týðuliga fegin Laila Tihekari.
– Eg havi fingið góðan stuðul
frá manninum, Niels Jacobi, og
restini av familjuni. Maðurin
hevur ongantíð gramt seg um
vektina. Hann hevur etið tað
sama sum eg og tapt eini 10 kilo,
hóast hann ikki beinleiðis hevur
verið upp á keto. Tveir synir og
tvær verdøtur eru eisini farin
upp á ketokurin.
Vinfólk og arbeiðsfelagar hjá
Lailu hava eisini stuðlað henni
og fylgt við vekttapinum. Lækn
in og starvsfólkini í læknaviðtal
uni á Berjabrekku hava eisini
sýnt áhuga fyri vekttapinum.
Hon hevur gingið regluliga til
lækna at máta blóðtrýst, tí tað
hevur verið ov høgt. Men tað
hevur javnað aftur.
Kann aftur spegla mær
– Nú kann eg spegla mær, og tað
hevur mær ikki dámt fyrr. Eg
havi tilvitað latið vera. Nú orki
eg nógv meira, og alt sum skal
orðnast er nógv lættari í dag, sig
ur Laila Tihekari, sum fyri fyrstu
ferð hevur merkt eina veruliga
vend í lívinum.
– Eg havi altíð stríðst við vekt
og havi prøvað pulvur og tablett
ir, ja alt. Í 90’unum var eg upp á
Helsingørpillarar, og tá eydn
aðist mær at tapa 33 kilo. Tá át
eg meir ella minni einki, men
munurin við keto er, at nú havi
eg etið meg metta av góðum
mati, og eg etið meg metta av
lekrum steikum, góðum búffum
og høsnarunga.
Eingin í Føroyum umboðar
keto, men ein bólkur ”Keto Før
oyar” er á Facebook. Har eru før
oyingar, sum eru upp á keto og
onnur sum fylgja við fyri at vita,
um tað er nakað fyri tey. Har
hjálpir man hvørjum øðrum. Um
man ivast í onkrum, kann man
spyrja um ráð, og tað havi eg ver
ið ótrúliga glað fyri. Onkur legg
ur myndir út, um hvussu nógv
tey hava tapt. Laila veit eisini
um onkran, sum er uppá keto, tí
tey hava gikt.
Hevur ikki rørt
seg tað stóra
Sjálvt um Laila er lætnað 57 kg,
hevur hon ikki rørt seg tað stóra.
– Eg hugsi ofta, at nú má eg fara
at røra meg ella at fara á renni
breytina. Eg havi verið ein gong
utúr á rennibreytini við manni
num og annars bert gingið
nakrar fáar túrar við hundinum.
Eg keypti mær eina spildur
nýggja kondisúkklu, men hon
stendur og blomstrar í stovuni,
tí hana havi eg ikki brúkt.
Vekttapið hjá Lailu hevur
gjørt, at húðin vorðin meiri leys.
– Eg havi leysa húð á ryggi
num og á armunum, og um tað
plágar meg, so fari eg at gera
okkurt við tað. Eg royni ofta at
hyggja uppeftir, tí høkan plágar
meg.
Fólk kendu meg ikki aftur
Laila Tihekari hevur arbeitt í ki
osk Aktiv í fimm ár, og har hava
starvsfólk og kundarnir eisini
fylgt við vekttapinum hjá Lailu.
– Eitt par sum plagar at keypa
frá mær spurdi starvsfelagan,
hvar eg var blivin av, tí tey høvdu
ikki sæð meg. Tá mátti eg siga
við tey, at »eg standi beint her«.
Tey kendu meg ikki aftur. Konan
bleiv sera ovfarin og spurdi, um
hatta var við vilja.
– Reaktiónir frá fólki hava
verið ymiskar. Tað eru fleiri, sum
ikki kenna meg aftur, og tá má
eg líka geva meg til kennar, og so
gerast tey sera ovfarin. So eru
tað eisini onnur, sum kenna meg
aftur, hesi hava ikki kent meg, tí
eg var prúð. Eg havi verið so stór,
at fólk hava ikki kent meg aftur,
men hesi kenna meg aftur nú,
sigur hon.
Eftirnavnið Tihekari hevur
Laila frá finska pápanum. Hon
er úr Havn og býr í Havn. Hon
eigur synirnar Bjarka, Leiv og
Jacob frá eini fyrru giftu. Hon
brúkar nógva tíð saman við
teimum og saman við ommu
børnunum, sum eru fimm í tali.
Laila er gift við Niels Jacobi. Í frí
tíðini plaga tey at campa, tey
hava ein campingvogn, sum
stendur í Vestmanna.
– Í ár hava vit verið í Æðuvík
og á Eiði, men korona hevur
havt við sær, at vit ikki hava
verið fleiri túrar.
Lívsstílsbroyting
Laila til arbeiðis í Kiosk Activ í Hornabø í Havn
MYND: ÁLVUR HARALDSEN