hósdagur 30. juli 2020síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJAGUR 31. JULI 2020
SOSIALURIN 59
5
– Úrvalið at keypa klæði til
stórar støddir í Føroyum er av
markað, tí fylti eg klæði í vogn
arnar, tá eg var uttanlands, og so
passaði eg ikki tey klæði, ið eg
veruliga ynskti mær, so eg var
altíð upp á kompromis, tá eg
skuldi endurnýggja klædna
skápið. Eg keypti eisini klæði,
sum vóru ov lítil, tí eg hevði ein
dreym um at passa tey, tá eg
einaferð hevði tapt meg. Leður
jakkan á báðum myndunum
keypti eg eisini alt ov lítlan, men
hann passi eg so nú.
– Gu viti, hvat konan hugsaði,
sum eg keypti jakkan frá, sigur
Laila Tihekari.
Tey gomlu klæðini hevur
Laila selt á rótikassanum, okkurt
er farið í skrell, og annað er givið
burtur.
– Eg eigi einar buksur eftir,
sum eg havi goymt mær og ætli
mær at goyma, til eg eri komin á
mál. Seinast eg prøvaði tær,
svam eg í teimum, sigur Laila
smílandi.
Ketokururin broytti lívið
Laila Tihekari frætti um keto frá
eini vinkonu, men trúði ikki
ordiliga, at hatta kundi lata seg
gera. Tá so ein onnur vinkona
eisini fór uppá keto, frætti Laila
meira um kurin og gjørdist
áhugað í at royna hann, tí upp
skriftirnar sóu sera leskiligar út.
Hon fór at lesa um keto, keypti
sær fimm bøkur og fekk eisini
íblástur á heimasíðuni madban
ditten.dk.
Tríggjar dagar seinni, tann 6.
september 2019, byrjaði hon upp
á keto. Hon minnist tað var ein
fríggjadag, og tað er eisini hvønn
INGUN SCHILLER
N
ógv hava lýst kur
in sum ein úrslita
góðan kur í sam
band við at lætna,
tí at hann minkar um matar
lystin og tørvin á sukri.
Keto-kururin er ein low
carb-kurur,
sum
noyðir
kroppin at brenna feitt í stað
in fyri kolhydratir. Low card
kurar hava sum meginreglu,
at etið verið minni av kolhy
dratum og ístaðin verður etið
meiri av proteinum og feitti.
Kolhydratir eru eitt nú
breyð, pasta og rís, meðan
proteinir eru eitt nú kjøt,
fiskur, egg og bønir.
Kendir low carb kurar eru
Atkins kururin, Dukan kurur
in og LCHF. Við low carb kuri
fer kroppurin í eina støðu,
sum nevnist ketosa. Tað er
ein feittforbrennandi støða,
sum kroppurin kemur í, tí tá
tú etur lítið av kolhydratum
minkar matarlysturin, og nið
ursettur matarlystur ger tað
lættari at tapa seg. Alt fer
fram við at útiloka kolhydrat
og at eta kjøt, fisk, høsnar
unga, egg, grønmeti, feit
mjólkaúrdráttir og sunt feitt.
Tað vil siga, at tú kanst eta
vanligan mat, sum øll familian
kann eta saman, og so kunnu
tey, sum ikki etu upp á keto,
harumframt eta rís, pasta og
epli.
Keto er ein vælumtóktur
slankikurur
Tú kanst eta
vanligan mat
Her sæst Laila við brókunum, sum hon hevur goymt sær, og sum hon
ætlar sær at goyma, til hon er komin á mál.
Ráð frá Lailu
• Tað er líka mikið, hvørja lívsstílsbroyting, tú velur, so les
og granska tað væl. Tú finnur skjótt útav, um hetta er
nakað fyri teg.
– Nú kann eg fara í vanlig
klæði og fara í tey klæði, eg
veruliga ynski mær. Fyrr fekk
eg sjáldan klæði, sum eg var
glað fyri, tá mátti eg bara
taka til takka við tí, sum eg
passaði«
SPEGLA MÆR
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
Laila nú og áður. Jakkin er hin sami, og hurðin hin sama