Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juli 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 31. JULI 2020 SOSIALURIN 59 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 4 – Og tað hevur mær ikki dámt áður, sigur Laila Tihekari, sum er far­in undir eina lívs­stíls­broy­ting og er lætnað 57 kilo síðani sep­ tember mánað INGUN SCHILLER E g eri tó ikki kom­in á mál, tí enn vanta eini 10-20 kilo, sigur Laila Tihekari, sum hev­ur ver­ið á slanki­kur­inum Keto. Vit hitta Lailu, sum er í smørt­ um, stuttum kovboyjakka og smørt­um svørtum tættsitandi buks­um. Hárið er stylað, og hon er ein heilt onnur kvinna enn fyri einum ári síðani. Laila hevur ikki verið tilvitað um at broyta stíl, tað hevur bara fylgt við vekt­ tap­i­num. – Tá tú vigar ov nógv, er tað líka­mikið, hvat tú gjørdi við teg sjálva, tí eg sá tað sama út kort­ ini. Tá hevur tú ikki líka góðan hug at fríðka teg, sigur 50 ára gamla Laila Tihe­kari. – Eg havi havt eitt gott lív, men tað hevur ikki verið stuttligt at stríðst við yvirvekt. Eg havi merkt, at fólk hava hugt eftir mær, og tí havi eg kent meg øðr­ vísi og roynt at goymt meg aftan fyri onn­ur. Eg gjørdist tí meiri aft­ur­hald­andi, sigur hon. – Eg eri nógv glaðari og eri far­ in at dám­a meg sjálva, men eg havi havt nógvar nið­ur­túrar og ver­ið kedd, tí vektin hev­ur fylgt nógv í lívi mínum. – Eg haldi, at eg var falskt glað, eg var altíð glað úteftir, men inn­ast inni í mær sjálvari var eg kedd. Í dag kennist alt nógv lætt­ari, eg havi fingið meiri orku og havi meiri yvirskot. Eis­ ini er sjálvsvirðið vorðið betri. Sjálvsálitið hjá Lailu Tihekari er tó ikki vorðið heilt gott, tí tá hon skal velja klæði, so má hon hava onkran at hjálpa sær. Laila hevur alt lívið stríðst við yv­irvekt, og lívið hevur verið ein slanki­kurur fyri og annar eftir, sum bert hava vart stutta tíð og altíð mis­eydnast. – Hinvegin tapti eg nøkur kilo hvørja ferð, men eg tók skjótt alt upp­á aft­ur og meira aft­ur­at. Eg havi ong­antíð vigað so nógv, sum eg gjørdi í sep­tem­ber mán­ aði í fjør, og tí mátti okkurt henda. Eg havi hugsað um gastro by­ pass, og um tað nýggja, har ein ball­ón verður koyrd í magan, so tú kennir teg metta eina løtu. Eg havi eisini roynt tablettir og pulv­ur­kurar. Men keto var bjarg­ ing­in fyri meg, tað er besti slank­ i­kurur, sum eg havi roynt, og tað angri eg ikki, sigur Laila Tihekari. Hataði at keypa klæði Hon hevur altíð hatað at fara inn í handlar at keypa klæði, tí einki passaði. Men síðani Laila hev­ur tapt 54 kilo, hevur hon skift alt klædnaskápið út við smærri klæði. – Nú kann eg fara í vanlig klæði og fara í tey klæði, eg veru­ liga ynski mær. Fyrr fekk eg sjáld­an klæði, sum eg var glað fyri, tá mátti eg bara taka til takka við tí, sum eg passaði. Lívsstílsbroyting NÚ KANN EG – Tá tú vigar ov nógv, er tað líka­mikið, hvat tú gjørdi við teg sjálva, tí eg sá tað sama út kort­ini. Tá hevur tú ikki líka góðan hug at fríðka teg Laila Tihekari starvast í Kiosk Activ í Hornabø í Havn.