hósdagur 30. juli 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. JULI 2020
SOSIALURIN 59
22
TÍÐARGREIN
Sum universitet
landsins skal
Fróðskaparsetrið
veita dygdargóðar
hægri útbúgving
ar, fremja dygdar
mikla gransking
og veita al
mannagagnliga
tænastu, sum
føroyska sam
felagnum tørvar
F
róðskaparsetur Føroya
er eitt av heimsins
yngstu universitetum.
Virksemið byrjaði í
1965. Í 1990 varð stovnurin við
løgtingslóg skipaður sum uni
versitet.
Sum á øðrum universitetum
er gransking og hægri út
búgving kjarnuvirksemið á
Fróðskaparsetrinum. Hesi
bæði hanga óloysiliga saman
á universitetum. Arbeiði
hjá granskarunum kveikir
áhuga og forvitni hjá teimum
lesandi. Tað er greitt fyri øllum
framkomnum samfeløgum, at
íløgur í gransking og hægri
útbúgving eru millum bestu
íløgur í framtíðina. Í hesi grein
fari eg at halda meg mest til út
búgvingarliga partin.
Yrkisleið í Føroyum
Útbúgvingarnar á Fróðskapar
setrinum eru við til at stimbra
okkara unga ættarliði til at
velja eina yrkisleið í Føroyum.
Tey verða við til at menna og
nútímansgera samfelagið,
soleiðis at tað gerst alsamt
meir kappingarført millum
onnur vitanarsamfeløg – m.a.
tá ræður um at hava dugnalig
fólk í bæði privata og almenna
geiranum.
Sum nakað serstakt fáa les
andi á Fróðskaparsetrinum før
oysk viðurskifti og áhugamál
tikin við í teirra útbúgving, m.a.
ígjøgnum gransking, ið undir
vísararnir arbeiða við. Tað
hvessir áhugan hjá teimum fyri
eini yrkisleið í Føroyum. Tað
er í hesum høpi áhugavert, at
meginparturin av teimum, sum
taka yvirbygning uttanlands
oman á bachelorútbúgvingar
frá Fróðskaparsetrinum, velja
at flyta aftur til Føroya.
Altjóðagerð
Útbúgvingarnar á Fróðskapar
setrinum eru skipaðar eftir
evropiskum leisti (Bologna-
skipanin). Tí kann gerast
møguligt hjá lesandi frá øðr
um universitetum t.d. at taka
partar av síni útbúgving á
Fróðskaparsetrinum – serliga á
masterstigi. Hetta kann skapa
grundarlag fyri einum altjóða
lestrarumhvørvi í Føroyum.
Eisini ber til at skipa fyri, at
lesandi á Fróðskaparsetrinum
taka partar av síni útbúgving
á universitetum uttanlands.
Fleiri dømi eru um tað.
Ein liður í altjóðagerðini er
at tryggja flytføri hjá lesandi
millum universitet. Annar
táttur er at fáa dugnalig vís
indafólk við hollum royndum
úr útlondum í størv á Fróð
skaparsetrinum. Hetta kann
m.a. vera viðkomandi, tá nýggj
fakøki skulu setast í gongd og
mennast.
Mítt ábyrgdarøki á Fróð
skaparsetrinum fevnir um
náttúruvísindi og tøkni – tað
er tann parturin av virksemi
num, ið Náttúruvísindadeildin
varðar av. Av og á seta vit nýggjar
útbúgvingar settar á skrá, eins
og nýggj granskingarevni tí
samsvarandi verða tikin upp. Á
náttúruvísindaliga og tøkniliga
økinum vísir tað seg tá mangan,
at best skikkaðu umsøkjarar
til vísindastørv koma frá út
lendskum vísindafólkum. Á
Náttúruvísindadeildin er nú
eitt rímiliga altjóða merkt
starvslið við sjey ymiskum
tjóðskapum.
Læknafrøði á
Fróðskaparsetrinum
í sjeytiárunum
Fleiri munnu hava gloymt
ella kanska ikki vitað av, at
læknavísindi hava verið við í
útbúgvingum á Fróðskapar
setrinum. Her eitt lítið søguligt
innslag.
Náttúruvísindadeildin varð
sett á stovn í 1972 sum onnur
deildin eftir Føroyamáls
deildina. Byrjað varð við eini
tvey ára náttúruvísindaligari
støðisútbúgving, ið gav at
gongd til framhaldslestur
við ávís donsk universitet
við góðskriving fyri lesturin
á Náttúruvísindadeildini.
Í tíðarskeiðinum 1974-1978
var, umframt hesa tvey ára
náttúruvísindaligu støðisút
búgvingina, eisini møguligt
at taka eina tvey ára lækna
vísindaliga støðisútbúgving, ið
sambært góðskrivingaravtalu
varð góðkend til framhaldandi
læknalestur á Odense Universi
tet (nú Syddansk Universitet).
Læknar og yvirlæknar, sum
arbeiddu í føroyska heilsu
verkinum, undirvístu í lækna
frøðiligum evnum. Onkrir
núverandi føroyskir læknar
byrjaðu sína útbúgving á Fróð
skaparsetrinum í sjeytiárun
um.
Samstarv í Føroyum
hevur týdning
Í strategiætlanini hjá Fróð
skaparsetrinum verður dentur
lagdur á at samstarva við onn
ur fyri at stimbra og styrkja
lestrarumhvørvið.
Í Føroyum fer fjølbroytt
virksemi fram á stovnum
og virkjum bæði í privata og
almenna geiranum. Nógv av
virkseminum krevur fólk við
góðum útbúgvingum, harí
millum universitetsútbúgv
ingum. Hesi geva í fleiri førum
íkast sum undirvísarar og
vegleiðarar í útbúgvingum á
Fróðskaparsetrinum. Hetta
gevur lesandi enn betri innlit
í gransking og virksemi, ið
fer fram á teirra fakøki her
Fróðskaparsetrið styrkir
vitanarsamfelagið
Tíðargrein
Hans Pauli Joensen
Vararektari á Fróðskaparsetri Føroya og dekanur á Náttúruvísindadeildini