Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-30, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juli 2020síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. JULI 2020 SOSIALURIN 59 23 Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. í landinum og stim­brar til sam­starv millum Fróð­skapar­ setrið og onnur, t.d. tá lesandi skulu gera sínar serritgerðir. Í arbeiðinum við serritgerðini kunnu tey verða við til at loysa upp­gávur ella avbjóðingar, sum stovnar og virki munnu hava. Dentur verður lagdur á hesi samstørv á m.a. øllum út­búgv­ingum á Náttúru­ vísinda­deildini – eitt nú innan lív­frøði, havfrøði, alivinnu, kunn­ingartøkni og orku. Hesi samstørv hava ikki bert týdn­ing fyri Fróðskaparsetrið, men eisini fyri stovnarnar og virkini, ið vilja hava dugnalig fólk í arbeiði. Í fleiri førum verða hesi lesandi seinni sett í starv, har tey hava sam­starvað um serritgerðina. Eitt sam­starv, har báðir partar vinna, og sum styrkir okkara vitanar­sam­felag. STEM á Fróðskaparsetrinum STEM er ein stytting fyri Science, Technology, Engineer­ ing og Mathematics. Tað vil siga, at tað fevnir um náttúruvísindi, tøkni, verkfrøði og støddfrøði. Hollur førleiki á hesum økj­ um – eisini tvørfakliga - hevur al­samt størri týdning fyri fram­ gongd og kappingarføri hjá ein­ um og hvørjum samfelag. Evnis­ økini eru grundleggjandi fyri at skilja samanhangir í náttúruni í smáum sum stórum. Tak eitt nú avbjóðingarnar, ið heimurin hevur við veður­lags­broyt­ing­ unum og avleiðingum av teim­ um. Hesi fakøki eru – bæði hvør sær og saman - grundarsteinar undir menning av nýggjum hent­leikum, nýggjum am­ boð­um, nýggjum loysnum og nýggjum skipanum, ið alt samalt ávirkar okkara dag­lig­ dag. Tað, sum fyrr var Science Fic­tion, er nú veruleiki. Vit­ líki (Artificial Intelligence; AI), maskinlæring (Machine Learn­ing) og lutanet (Internet of Things; IoT) eru áhugaverd dømi um STEM-øki, ið hava týdn­ing fyri borgarar og sam­ feløg - og fara sum frá líður at fáa enn meiri ávirkan. Við hesi tøkni verða eitt nú handlig arbeiði flutt frá menniskjum til tól­men­ni og telduskipanir. Eitt av enda­ málunum er effektivi­ser­ing. Tørv­urin á vitanartungum størv­um veksur. Og tað gongur skjótt. Skipanir, amboð og loysnir, sum eina tíð eru avgerandi, kunnu lutfalsliga skjótt gerast týdningarleys og burtur. STEM og íverkseting fylgjast. Nýggir marknaðir vinna fram, og aðrir hvørva. Dømini eru mong. Eitt fram­komið internet og øktir møgu­leikar við talgildingum hava sín týðandi leiklut. Netflix og aðr­ar stroymingartænastur hava t.d. trokað videoútleiging heilt av marknaðinum; fototól frá vælkenda Kodak, sum brúkti fotofilmstøkni, hvurvu, tá talgild fototól vunnu fram; Uber bjóðar hýruvognsvinnuni av í fleiri londum o.s.fr. o.s.fr. STEM er partur av fjøl­tátt­ aða virkseminum hjá Fróð­ skapar­setri Føroya. Framkomin samfeløg sum tað føroyska hava tørv á borg­ar­um við STEM-før­ leik­um. Hesi evnisøki eiga í roynd og veru at raðfestast – á ymiskan og hóskandi hátt - heilt frá barnagarðsstigi til uni­versi­tetsstig, so allir borg­ arar í Føroyum og harvið alt sam­felagið eru væl brynjað til fram­tíðar avbjóðingar og møgu­leikar.