hósdagur 30. juli 2020síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. JULI 2020
SOSIALURIN 59
24
TIL FERÐAVINNUVERKÆTLANIR
Øll við áhuga fyri at fremja ferðavinnusamstarv
millum Grønland, Ísland og Føroyar kunnu
søkja um stuðul til verkætlanir innan hesi øki:
· Nýskapan og vørumenning
· Marknaðarføring
· Kunningarferðir millum ferðavinnuvirki
· Góðsku- og umhvørvismenning innan
ferðavinnu
TIL FERÐING
Møguleiki er nú aftur at søkja NATA um stuðul
til ferðing til Íslands og Grønlands. Hesi kunnu
søkja um stuðul:
· Skúlaflokkar
· Ítróttarfeløg
· Tónleikabólkar
· Onnur mentanarsamstørv
Stuðul frá NATA
Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað og skulu vera antin á donskum ella á enskum máli.
Umsóknarblaðið og neyvari upplýsingar fáast á heimasíðuni www.nata.fo ella við at skriva til
skrivstovuna hjá NATA, nata@vinnuframi.fo
Freistin at lata inn umsókn er 21. august 2020.
Umsøkjarar fáa svar 15. oktober 2020.
Søkjast kann ikki um stuðul til verkætlanir og ferðir, ið eru av innan 15. oktober 2020.
NATA er samstarvsavtala millum ferðavinnuráðharrarnar í Grønlandi, Íslandi og
Føroyum. Endamálið er at menna samstarv um felags áhugamál í ferðavinnu, at
styrkja ferðamøguleikarnar og tað mentanarliga samskiftið millum hesi trý londini.
www.sansir.fo
Hósdag 30. juli:
STONGT
Fríggjadag 31. juli:
Rivjasteik · Lasanja
Leygardag 1. augst:
Nakkafilet Kaffi og heimabakað omaná, 70,- kr.
Mánadag 3. august:
Fiskafrikadellur · Svínakambur
Týsdag 4. august:
Høsnarungarættur · Kókað neytakjøt
Mikudag 5. august:
Stoktur fiskur · Kjøtfrikadellur
MATSKRÁIN HESA VIKUNA
Mán-frí: 9.00-15.30 & Ley: 9.00-14.00
65,- kr. fyri døgurðan og kaffi omaná
Ognir til sølu í Hvalba
Við hesum verða matr. nr. 57g og 57f í Nesi,
Hvalba lýst til sølu.
Ognirnar eru óbygdar og eru ávikavist 1.140 m2
og 190 m2 til víddar sambært tingbókini.
Tilboð um keyp skulu vera skrivlig og verða at
senda SÓKN Advokatum, sí niðanfyri. Saman við
boðnum skal sendast váttan frá peningastovni
um, at tann ið bjóðar, hevur fígging tøka.
Gjørt verður vart við, at seljari ikki hevur skyldu at
taka av ávísum tilboði og kann velja at havna
øllum boðum.
Freistin at lata inn boð, er 17. august 2020.
Innkomin tilboð eru í trúnaði, til ognin er seld.
Nærri upplýsingar um søluna og ognirnar fáast
við at venda sær til SÓKN Advokatar, Eyðbjørn
Larsen, adv., á tlf. 219325 ella tlf. 660500, ella á
teldupostadressuna: eyl@sokn.fo.
HVALBIAR KOMMUNA
Bíarvegur 2
FO-850 Hvalba
hvalba@hvalba.fo
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í búnum
eftir Thorleif Bjarnason
Poulsen, Tinghúsvegur 66,
100 Tórshavn, føddur tann
23. marts 1935, deyður tann
5. juli 2020, verða við hesum
biðin um innan 3 mánaðar
frá kunngerð av hesi lýsing
at boða frá og skjalprógva
krøv síni fyri undirritaða
skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Birita Sandberg
Samuelsen, SÓKN Advokatar,
J. H. Schrøtersgøta 7, 100
Tórshavn, vísandi til sks.nr.
203/2020, saman við frumriti
av teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 14. juli 2020.
TØKK
Takk fyri sýnda samkenslu tá
Jón Næs
andaðist
Vit takka øllum so hjartaliga fyri sýnda
samkensku, tá okkara elskaði maður, pápi,
sonur, beiggi og versonur, so brádliga andaðist
10. Apríl 2020.
Eisini tøkk til tykkum sum hjálptu til á
einhvønn hátt, ringdu, skrivaðu, komu inn á
gólvið,.
Takk fyri vakrar sang, talu og stroyming í
kirkjuni, og ikki minst takk fyri pengingagávur
til børnini.
Fyri tey ayvarandi
Elin, Bjørk, Mathias, Mamma og sysktin