Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-30, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juli 2020síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. JULI 2020 SOSIALURIN 59 28 TRÓNDUR ARGE/JÓANNES HANSEN T að hevur verið fult um­far í lands­kapp­ing­ ini hjá monnum um ólavsøkuna. Størsti dyst­ur­in var við Løkin í Runa­ vík, har KÍ fór avstað við øllum. Hetta var ein dystur um hvør skal fyrsti avbjóðari til HB í FM- stríðnum. Sjálvt um NSÍ og KÍ nú eru ájøvn í stigum, so gevur dysturin eina ábending um at KÍ er betri stillað yvir alt kapp­ ingarárið. EB/Streymur vann 3-1 á Skála. Við sigrinum hevur EB/Streymur slitið seg leyst av botn­stríðnum. Sundalagsmenn eru við sigrinum komnir upp á tíggju stig. Nýggjur mað­ur í hópinum er Bárður Olsen. Víka­maðurin er aftur í barn­dóms­felagnum eftir útlegt í høvðus­staðar­um­hvørvinum í næstan tíggju ár. Á Argjum stóð eitt stig og ólav­søkusteypið eftir, meðan fuglfirðingar somuleiðis fóru av­stað við einum stigi. Uros Stoja­nov fekk gyltan møguleika at taka øll stigini við av Argjum, men Bjarti V. Mørk valdi rætt og bjarg­aði brotssparkinum seint í seinna hálvleiki. Tvøramenn stóðu ímóti í 57 minutt­ir ólavsøkuaftan, men so kom hol á og tað bleiv til eitt skrædl. HB skoraði fýra ferðir upp á eitt korter, áðrenn TB fekk pynt­ að um úrslitið við einum máli. Tað var nógv fer á spælinum ólav­søkudag, og tað komu eisini seks mál. Gestirnir úr Víkingi komu tvær ferðir á odda, men heima­menninir orkaðu betri og settu alt upp á pláss í seinna hálv­leiki. Tað hevur verið spælt lands­ kapp­ingar­fótbóltur á ólav­søku síðani 2010. Nú hevur mið­ staðar­økið vunnið 20 av 29 ólav­ søku­steyp­um. Kí setti NSÍ upp ápláss KÍ stemplaði av álvara inn í oddastríðið, tá ið tað í góð­ veðrinum við Løkina mána­ kvøld­ið eydnaðist at vinna sann­førandi 2-0 sigur ímóti NSÍ. Sigurin var merkisverdur, tí higartil í ár er bara eitt mál farið ígjøgnum, tá ið NSÍ hevur átt heimavøll. Klaksvíkingar vóru ágrýtnari mest sum alla tíðina, og teir spældu seg til fleiri upplagdar mál­møguleikar. Hjá NSÍ riggaði millum lítið og einki. Á sentrala miðvøllinum sást tað væl, at tað er brúk fyri stríðsmanninum, sum nú flytur úr Lyngby og superliguni og til NSÍ. Heima­ lið­ið megnaði at spæla seg til ein góðan málmøguleika, og tá bjarg­ aði Kristian Joensen, sum annars var arbeiðsleysur, sera væl. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki fekk KÍ úrtøku úr yvirvágini. Deni Pavlovic stútaði við hand­ ara stólpa KÍ framum miðskeiðis í fyrra hálvleiki eftir horna úr vinstru. Sum seinni hálvleikur leið var KÍ yvirvágin heilt stór, og tað vóru fleiri stórir møguleikar at økja um leiðsluna, áðrenn tað eydn­aðist. Jonn Johannesen var brád­liga leysur mitt fyri og stutt út málinum, og Tórður Thomsen bjargaði framúr væl. Og so varð Páll A. Klettskarð spældur leys­ ur innanfyri verjuna. Hann smekk­aði til, og aftur bjargaði NSÍ mál­verjin frágera væl. Páll A. Klettskarð økti til 2-0, tá ið ein tími var farin. Jákup B. Andreasen, sum sam­ an við sera væl upplagda Deni Pavlovic ráddi á sentrala mið­ vølinum, steðgaði á miðjuni álopi hjá heimaliðnum, Jóannes Bjartalíð spældi fram til Patrik Johanne­sen, sum sneiddi seg fram í brots­teigin og royndi við skoti eitt sindur til vinstru, og við handara stólpa stýrdi Páll A. Klettskarð bóltin í málið. KÍ var nærri at økja, enn NSÍ var at minka um munin. Skála hongur í klønum tráði Tað sær alt annað enn gott út á Skála. Í góðveðrinum mána­ kvøld­ið legði Skála rygg til 3-1 tap í grannauppgerðini ímóti EB/Streymi undir Mýruhjalla. Úrslitið ber við sær, at Skála fram­vegis hevur eitt stig, og nú er brekkan sera brøtt hjá skála­ monn­um. Tað eru fýra stig fram til AB, sum er næst­aftast. Sigurin ber við sær, at EB/Streymur hevur 10 stig og av álvara hevur lyft seg úr botninum. Arnbjørn Hansen var í kvøld millum teir fyrstu ellivu, og hann legði gestirnar framum longu í fimta minutti. Hetta var fyrsta málið hjá roynda málrevinum í hesum kappingarárinum. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki birtist vónin av nýggjum hjá Skála. Poul Kallsberg javnaði til 1-1 við fínum frísparki, og tíggju minuttir seinni varð Arnbjørn Han­sen útskiftur. Í staðin fyri Arnbjørn Hansen kom Gutti Dahl-Olsen á vøllin, og tað var hann, sum tíggju minut­tir eftir steðgin legði EB/ Streym framum 2-1 eftir eitt sindur av aftur og fram. Skála spenti álopsnogan, og tað vóru fleiri spentar støður í brots­teiginum hjá EB/Streymi. Í síðstu løtu staðfesti Tóki Johannesen 3-1 sigurin. Skála spenti álopsbogan í botn, og hann brast. Gutti Dahl- Olsen og Ragnar B. Daniel­sen vóru einsamallir við ein­um verjuspælara og Tóka Johanne­ sen, sum fekk bóltin serveraðan á silvurfati í vinstru og takkaði fyri við at leggja hann í handara síðunetið. Uros fekk gylta møguleikan ÍF var tvær ferðir frammanfyri, og AB svaraði tvær ferðir aftur, og harvið var úrslitið 2-2 í ólav­ søkudystinum á Argjum mána­kvøldið. ÍF hevði risa møguleika at skora sigursmálið, tá ið tað restaðu átta minuttir. ÍF vann brots­spark, og Uros Stojanov tók sær av royndini úr ellivu metrum. Men Bjarti V. Mørk tveitti seg til vinstru fyri seg sjálv­an og bjargaði. Gundur E. Petersen, sum fekk møguleikan á sentrala mið­vølli­ num, tí Hákun Edmundsson var í miðverjuni fyri leikbannaða Jens Joensen, átti uppleggið, tá ið Uros Stojanov setti hol á. Í yvirtíðini av fyrra hálvleiki javnaði AB. Jákup Nolsøe Olsen hálv­bjargaði, og Bjarki C. Nielsen var fyrstur á returbóltinum og skoraði. Gundur E. Petersen legði ÍF á odda 2-1. Uros Stojanov takkaði fyri seinast og legði upp til málið. Tá ið AB javnaði til 2-2 var talan um fínt uppspæl. Asbjørn Heðins­son á vongverjanum í vinstru var sentralur í upp­spæli­ num, og Tóki á Lofti skoraði. AB eigur framvegis fyrsta sigurin til góða, og fuglfirðingar iðra seg sjálvandi um, at topp­ skjúttin Uros Stojanov, sum skoraði sítt 11. mál, misnýtti brots­sparkið og harvið møgu­ leik­an enn einaferð at leggja ÍF á sigurskós. Eftir dystin var brots­sparks­ kapping. Aftur var Bjarti V. Mørk aftur stinnur og bjargaði tvær ferðir. Tí stendur ólav­ søkusteypið eftir á Argjum. Eitt dýrt korter TB spælararnir iðra seg. At teir 13. umfar: AB, HB og B36 vunnu øll ólavsøkusteyp, og nú er støðan 20-9 til miðstaðarøkið móti restina av landinum á ólavsøku. KÍ vann góðan sigur á NSÍ í Runavík, og EB/ Streymur er nú leyst av botnstríðnum ØLL ÓLAV­ ØLL ÓLAV­ SØKU­ SØKU­ STEYPINI STEYPINI STANDA EFTIR STANDA EFTIR