hósdagur 30. juli 2020síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. JULI 2020
SOSIALURIN 59
29
taptu 4-1 ímóti HB var kanska
ikki so óvæntað, tá ið stigatalvan
verður havd í huga. Men tað var
ikki so nógv, sum boðaði frá
stórtapi, tá ið spælararnir eftir
steðgin komu aftur á vøllin. Mál
talvan vísti framvegis 0-0.
Fyrstu tíggju minuttirnar var
HB øgiliga ágangandi, og heima
liðið kundi havt skorað bæði
tvey og trý og kanska fýra mál.
Gestirnir vóru púra skelkaðir,
og tað var meiri lukkan enn
forstandi, sum var orsøk til, at
HB ikki skoraði.
So fótaði TB sær. Verjan varð
betri skipað, og smátt um smátt
fóru tvøramenn at bíta frá sær.
Tí var tað eftir fyritreytunum
hjá TB, tá ið tað var farið undir
seinna hálvleik. Tá royndi HB at
seta meiri damp undir ketlarnar,
men tað gekk illa at umseta yvir
vág til mál.
Tíggju minuttir eftir steðgin
fekk HB fríspark á brotsteigar
markinum og eitt vet til høgru.
Sera eyðsýndi Daniel Johansen
sendi bóltin omanfyri mann
garðin og í málið og so var 1-0.
-Eg havi alt tað, sum eg kann
minnast, vant og vant at av
greiða sovornar støður, og tí
var tað fín kensla, tá ið bólturin
sigldi í málið, sigur Daniel
Johansen.
Næstu minuttirnar avgjørdi
HB við at skora trý mál aftrat.
Mikkel Dahl skoraði til 2-0 og
3-0 og hevur nú skorað trý mál í
tveimum dystum. Daniel Johan
sen átti innleggið úr vinstru, tá
ið Hilmar Leon Jacobsen skoraði
til 4-0.
TB minkaði um munin fram
ímóti dystarenda, tá ið Ndende
Adama Guéye, sum átti lut í
síðsta HB málinum, var leysur
mitt fyri og stútaði bóltin í mál
ið, eftir at John Villi Wøldike
Leo við frísparki legði innfyri
úr høgru.
-Vit høvdu trupulleikar at
skjóta mál í fyrra hálvleiki, men
tá ið tað glapp, gekk tað skjótt, og
vit fegnast yvir sigurin, sigur væl
upplagdi Daniel Johansen, ið av
álvara hevur vunnið pláss millum
teir fyrstu ellivu á toppliðnum.
HB er topplið við 37 stigum,
og fjarstøðan er fimm stig aftur
til NSÍ og KÍ. TB er á áttanda
plássi við seks stigum.
-Vit mugu bara staðfesta, at
HB eigur væl tað besta liðið í
Føroyum. Okkara vístu góðan
hugburð og stríddust væl, men
tá ið HB skoraði, so var ikki nógv
at gera, ásannar TB venjarin,
Michael Winter.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Betri deildin menn støðan
#
LIÐ
D
V
J
T
MF
MÍ
MM
STIG
1
HB
14
12
1
1
36
11
25
37
2
NSÍ
14
10
2
2
28
8
20
32
3
KÍ
14
10
2
2
36
17
19
32
4
B36
14
10
1
3
43
19
24
31
5
Víkingur
13
6
2
5
23
20
3
20
6
ÍF
13
6
2
5
19
24
-5
20
7
EB/S
13
3
1
9
9
23
-14
10
8
TB
13
1
3
9
8
20
-12
6
9
AB
14
0
5
9
10
37
-27
5
10
SKÁLA
14
0
1
13
8
41
-33
1
FAKTA 14. UMFAR:
SUNNUDAGIN 2.AUGUST
B36-ÍF (17.30) BEINLEIÐISI Á FM1
AB-TB (17.00) BEINLEIÐIS Á FM1
VÍKINGUR-EB/STREYMUR (15.00)
SKÁLA-KÍ (15.00)
HB-NSÍ (15.00) BEINLEIÐIS Á FM1
Tipping 14. umfar:
LEIVUR FREDERIKSEN:
B36-ÍF 1
VÍKINGUR-EB/STREYMUR 1
AB-TB 2
HB-NSÍ 1
SKÁLA-KÍ 2
JÁKUP ÓSÁ:
B36-ÍF 1
VÍKINGUR-EB/STREYMUR 1
AB-TB 1
HB-NSÍ 1
SKÁLA-KÍ 2
TRÓNDUR ARGE:
B36-ÍF 1
VÍKINGUR-EB/STREYMUR 1
AB-TB X
HB-NSÍ 1
SKÁLA-KÍ 2
STIGATALVAN:
1. JÁKUP ÓSÁ
53 STIG
2. TRÓNDUR ARGE
51 STIG
3. LEIVUR FREDERIKSEN
50 STIG
Fakta 13.umfar:
NSÍ – KÍ 0-2 (0-1)
0-1: Deni Pavlovic 22.
0-2: Páll A. Klettskarð 60.
Dómari: Eiler Rasmussen
NSÍ: Tórður Thomsen – Jákup Jakobsen,
Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft –
Jann Martin Mortensen, Mórits Heini
Mortensen (Pætur Turiðarson Skipanes,
68.), Betuel Hansen, Salmundur Bech
(Hans Marius Davidsen, 82.), Jann
J. Benjaminsen – Klæmint A. Olsen,
Steffan A. Løkin (Aron Knudsen, 68.)
Gult kort: Salmundur Bech, Jann Martin
Mortensen, Jann S. Benjaminsen, Betuel
Hansen
Venjari: Glenn Ståhl
KÍ: Kristian Joensen – Jóannes Kalsø
Danielsen, Odmar Færø, Jesper Brinck,
Ísak Simonsen (Ólavur Niclasen, 18.)
– Jonn Johannesen (Dávid Langgaard,
87.), Deni Pavlovic (Steinbjørn Olsen,
93.), Jákup B. Andreasen, Patrik
Johannesen – Jóannes Bjartalíð, Páll A.
Klettskarð,
Gult kort: Jákup B. Andreasen
Venjari: Mikkjal Thomassen
Skála – EB/Streymur
1-3 (1-1)
0-1: Arnbjørn Hansen 22.
1-1: Poul Kallsberg 25.
1-2: Gutti Dahl-Olsen 54.
1-3: Tóki Johannesen 96.
Dómari: Bjarki Danielsen
Skála: Bárður á Reynatrøð – Kristian
Martin Jakobsen, Teitur R. Joensen,
Petur Pauli Mikkelsen, Hjalti Strømsten
(Niels Pauli Danielsen, 75.) – Ronni
Møller-Iversen (Aksel B. Danielsen,
62.), Pætur Dam Jacobsen, Haraldur R.
Højgaard, Andreas Egeberg Jacobsen –
Poul Kallsberg (Dávid Johansen, 82.),
Jan Ingason Hansen
Gult kort: Kristian Martin Jakobsen,
Pætur Dam Jacobsen
Venjari: Bill Jacobsen
EB/Streymur: Rói Zachariasen – Árni
G. Olsen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó.
Olsen, Ragnar B. Danielsen – Tóki
Johannesen, Hjalti K. Djurhuus, Gestur
B. Dam, Símun Sólheim (Bárður Olsen,
64.), Niklas Kruse (Teitur D. Olsen, 77.)
– Arnbjørn Hansen (Gutti Dahl-Olsen,
35.)
Gult kort: Niklas Kruse
Venjari: Jákup Martin Joensen
AB – ÍF 2-2 (1-1)
0-1: Uros Stojanov 33.
1-1: Bjarki C. Nielsen 45.
1-2: Gundur E. Petersen 49.
2-2: Tóki á Lofti 57.
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
AB: Bjarti Vitalis Mørk – Dánjal
Reginsson (Ári Arge, 84.), Gert
Drangastein, Sørin Samuelsen, Asbjørn
Heðinsson – Tóki á Lofti (Janus Svabo
Samuelsen, 78.), Rógvi Poulsen, Eli
Christiansson, Jasper Van Der Heiyden
– Adeshina Lawal (Bartal S. Petersen,
73.), Bjarki C. Nielsen
Gult kort: Bjarki C. Nielsen, Tóki á
Lofti, Eli Christiansson
Venjarar: Tommy Brimsvík og Símun
Samuelsen
ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Sjúrður Pauli
Nielsen, Hákun Edmundsson, Jan Ó.
Ellingsgard, Andy Ó. Olsen – Hans
Jákup Lervig, Karl Løkin, Gundur E.
Petersen, Dánjal á Lakjuni (Ari Ó.
Ellingsgaard, 69.) – Filip Djordjevic,
Uros Stojanov
Gult kort: Karl Løkin, Gundur E.
Petersen, Sjúrður Pauli Nielsen
Venjarar: Hans Jørgen Djurhuus, Ólavur
Larsen
HB – TB 4-1 (0-0)
1-0: Daniel Johansen 56.
2-0: Mikkel Dahl 62.
3-0: Mikkel Dahl 64.
4-0: Hilmar Leon Jacobsen 72.
4-1: Ndende Adama Guéye 75.
Dómari: Dagfinn Forná
HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan
Rói Davidsen, Bartal Wardum, Heðin
Hansen, Daniel Johansen – Mathias
Nygaard, Mikkel Frankoch (Samuel
Johansen Chukwudi, 17.), Dan í Soylu,
René Shaki Joensen (Pætur J. Petersen,
46.) – Hilmar Leon Jacobsen (Øssur
Dalbúð, 76.), Mikkel Dahl
Venjari: Jens Berthel Askou
TB: Frederik Mehder – Musah Armah
(Jens Erik Bruhn, 12.), Ndende Adama
Guéye, Rasmus Møller, Sebastian
Kroner – Teitur D. Olsen, John Villi
Woldike Leo – Eirikur M. Ellendersen,
Samudeen Musah, Einar Thorsteinsson
– Poul Ingason (Nikolei Johannesen,
74.)
Venjari: Michael Winter
B36 – Víkingur 4-2 (2-2)
0-1: Sølvi Vatnhamar 12.
1-1: Árni Frederiksberg 23.
1-2: Finnur Justinussen 25.
2-2: Michal Przybylski 43.
3-2: Meinhard E. Olsen 62.
4-2: Sebastian Pingel 68.
Dómari: Alex Troleis
B36: Rói Mørk Hentze – Bjarni
Petersen, Andrias H. Eriksen, Sonni
Ragnar Nattestad, Andreas Thomsen
(Hannes Agnarsson, 66.) – Árni
Frederiksberg, Eli Falkvard Nielsen
(Stefan Radosavljevic, 58.), Magnus
Holm Jacobsen, Meinhard E. Olsen –
Michal Przybylski (Hugin Samuelsen,
76.), Sebastian Pingel
Gult kort: Eli Falkvard Nielsen, Magnus
Holm Jacobsen, Bjarni Petersen, Hugin
Samuelsen
Venjari: Jákup á Borg
Víkingur: Elias Fagrá – Ari Olsen, Atli
Gregersen, Vukasin Tomic, Bergur
Gregersen (Elias Lervig, 73.) – Gunnar
Vatnhamar, Bogi Reinert Petersen
(Geza Turi, 82.) – Sølvi Vatnhamar,
Lukasz Cieslewicz, Jákup Johansen
(Andreas Lava Olsen, 67.) – Finnur
Justinussen
Gult kort: Ari Olsen, Gunnar
Vatnhamar, Bergur Gregersen
Venjari: Eyðun Klakstein